Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-03, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. februar 2006síða 19

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 25 – 3. februar 2006 19 við at laga lógirnar til, tá ið tær verða smíðaðar, og tá ið tær verða útintar. Sostatt stýra teir ikki við felagsáhugamálum fyri eyga. Vandin fyri valdsmisnýtslu er sostatt orsøkin til, at valdið skal býtast sundur. Í greining Lockes av stjórnar­ skipanini, leggur hann størstan dent á at viðgera sambandið millum lóggevandi og útinnandi vald. Hóast samveldisvaldið og útinnandi valdið er ymiskt, er samveldisvaldið partur av útinnandi valdinum. Eisini er dømandi valdið partur av útinnandi valdinum. Vert er at leggja til merkis, hvussu stórt vald lóggevandi valdið skal hava sambært Locke. Hetta vald er hægsti myndugleiki, tí valdið liggur hjá teimum, sum hava skapt felagsskapin (statin). Lóggevandi valdið hevur myndugleika at delegera útinnandi og føderativa valdið til serligan stovn ella sjálvt hava alt valdið. Talan er sostatt ikki um eitt einsíðugt valdsbýti. Valdsbýtið hjá Locke er tvíbýtt: Lóggevandi vald og útinnandi vald (dømandi og samveldisvaldið er partur av útinnandi valdinum). Prerogativið Prerogativið er myndugleikin, sambært Locke, at gera tað alment góða uttan at tað er fyriskrivað (§ 166) Tað er ein persónur, sum hevur hetta vald, nevniliga fúrstin. Hansara uppgáva er at stýra í tráð við endamálið við stýrinum (§ 161). Fúrstin umboðar tað útinnandi valdið. Ein spurningur, ið er áhugaverdur í samband við sambandið millum lóggevandi og útinnandi vald, er, hvør skal døma ella taka støðu til, um valdið (prerogativið) verður nýtt á rættan hátt. Henda spurning viðger Locke eisini. Svar hansara til henda spurning er: “Millum eitt útinnandi vald, sum hevur eitt slíkt prerogativ, og eitt lóggevandi vald, ið kemur saman eftir vilja tess, kann ikki vera nakar dómari á jørð, eins og tað ikki kann vera nakar millum lóggevandi valdið og fólkið... Tað hevur tá [tá ið fólkið verður trælbundið] ikki nakran annan útveg enn at rópa til himmals eins og í øðrum førum, tá eingin dómari er á jørð.” (§ 168) Tað er eingin dómari á jørðini, sum kann døma í viðurskiftum millum lóggevandi og útinnandi vald. Einki dømandi vald er, sum kann staðfesta ella døma ella taka støðu til, um prerogativið verður nýtt á rættan hátt ella ikki. Statur Lockes er grundaður á álit, men tá ið stýrið, lóggevandi og útinnandi vald ikki útinna sítt vald við støði í natural law rights, kann fólkið, sum hevur evsta vald, gera uppreistur og seta á stovn nýtt stýri, um neyðugt. Tað er eingin ivi um, at Locke hevur havt stóra ávirkan á menningina av valdsbýtislæru. Í síni greining av stjórnarskipan hevur hann lagt eitt grundarlag fyri tí valdsbýtislæru, sum oftast verður sipað til, nevniliga tríbýtið av valdinum. Locke argumenterar fyri og viðger týdningin av einum tvíbýti av valdinum: lóggevandi og útinnandi vald. Hóast Locke ikki er upphavsmaður til valdstríbýtislæruna, so er hann kortini undangongumaður, tí hann sannførandi hevur sett fram próvførslur fyri, hvussu týdningarmikið tað er at býta valdið sundur til tess at forða fyri valdsmisnýtslu. John Locke og hansara valdsfatan hevði stóra ávirkan á valdsástøðini hjá franska heimspekinginum Charles de Montesquieu, ið orðaði væl kenda tríbýtið av valdinum, men hann hevur tó ikki uppfunnið læruna um valdsbýtið. Locke vísti á týdningin av at lóggevandi og dømandi vald eigur at vera býtt sundur, t.e. eitt valdstvíbýti. Montesquieu leggur dømandi valdið aftur at valdstvíbýtinum hjá Locke og orðar tríbýttu valdslæruna. Samanumtøka Tað, sum eyðkendi ensku stjórnarskipanina í 1600-talinum var stríðið millum kong og parlamentið. Stríðið snúði seg um hvør stjórnarskipan skuldi vera galdandi í Onglandi, einaveldi ella stjórnarbundið kongsveldi. Tann glæsiliga kollveltingin í 1688-1689 hevði við sær, at stjórnarbundið kongsveldi var sett á stovn. Evsta vald lá nú hjá parlamentinum. Hugmyndin handan kollvelting­ ina er at finna í bókini hjá Locke Seinnu Ritgerðini um Borgarliga Stjórn. Umstøðurnar í Onglandi høvdu stóra ávirkan á valdshugsan Lockes. Locke vísir á fýra sløg av valdi, men hansara býti av valdi er tvíbýtt: lóggevandi og útinnandi vald. Hetta býtið er neyðugt til tess at forða fyri valdsmisnýtslu. Locke er undangongumaður fyri tríbýti av valdi, tí at hann vísir á týdningin av at býta sundur valdið fyri at skapa eina valdsjavnvág. dina undir valdsbýtinum Tað hevur verið eitt sindur ymiskt, hvørji hava gingið fremst í skrúðgonguni á Ólavsøku. Hetta hevur verið ábending um, hvørji vald hava verið meiri og minni eyðsýnd í Føroyum. Fyri ikki so ógvuliga nógvum árum síðani var ríkisumboðsmaðurin annar av teimum fremstu. Nú er hann væl aftari í røðini