Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-03, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. februar 2006síða 20

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 25 - 3. februar 2006 UTTAN ÚR HEIMI Ein avstralskur bilførari gjørd­ist skakkur nú ein dagin, tá ein krokodilla brád­liga leyp út á vegin. Hann royndi at snara bil­in­ um, men tað var ov seint. Krokodillan kom fyri bilin og doyði av stoytinum. Gerry Lindner, sum ar­beiðir við villum djórum har norðuri í Avstralia, sigur við AP, at helst gjørdist kro­ ko­dillan so kløkk av bil­ inum, at hon leyp skeivan veg, tá hon ætlaði at leita sær skjól. Annars hava mynd­ugleikarnir har um vegir biðið bilførarar koyra var­liga, tí nú regntíðin er, er tað rættiliga vanligt, at krokodillur fara tvørtur um vegirnmar. Krokodillan, sum doyði, var ein tveir metrar long saltvantskrokodilla. Gerry Lindner sigur, at hesar krokodillurnar eru nørd­ ar rættiliga nógv, síð­ani myndugleikarnir settu monnum forboð fyri at veiða tælr fyri 33 ár­um síðani. Tí umhugsa myndugleikarnir nú at loyva monnum at veiða 25 krokodillur av hesum slagnum um árið. Teir seinastu dagarnar hava áirnar í Trøndelag í Noregi verið so stórar sum kanska ongantíð fyrr, men nú eru tær minkaðar nakað. Ringast hevur verið á Fos­ennesinum, og har hava áirnar ikki verið so stórar síðani 1916, tá byrjað varð at máta vatnið í áunum. Tað nógva vatnið hevur gjørt stóran skaða. Týskvøldið fór ein brúgv um Arnevikánna, og tað vildi so illa til, at ein ungur maður koyrdi beint út í ánna. Hann er ikki komin afturíaftur. Aðrastaðni hava brýr, vegir og hús fingið skaða, og í einum føri máttu myndugleikarnir flyta fólk­ ið av einum ellisheimi, tí vandi var fyri, at ein á fór at taka tað við sær. Orkustovnurin, sum hev­ ur eftirlit við áunum, sigur, at áarførið hesaferð hevur verið sjáldsamt. Í januar í 1932 var rættiligt áarføri í Trøndelag, men mátingar hava víst, at hesaferð var 30 prosent meiri vatn í áunum enn tá. Onkunstaðni hevur vatnið verið av tí mesta í 50 ár, og summastaðni vita fólk ikki um tílíkt áarføri tey seinastu 20 árini, skrivar Aftenposten. Ringasta áarførið í mong ár Fleiri ferðir hevur ljóðað, at fyrrverandi amerikanska forsetafrúan Hillary Clin­ ton fer at stilla upp til for­ seta­valið í 2008, og tey eru fleiri, sum halda, at hon hevur góðar møguleikar at vinna. Hillary Clinton umboðar í løtuni New York í Senat­ in­um, og nú vísir ein kann­ ing, at har halda fólk ikki, at hon verður forseti í 2008. 62 prosent av teimum spurdu siga, at hon fer ikki at vinna, stillar hon upp, og 49 prosent vænta ikki, at demokratarnir yvirhøvur fara at stilla hana upp. Bara 41 prosent siga, at hon eigur at royna seg. Har­afturímóti vísir sama kann­ing, at fyrrverandi for­setafrúan er væl umtókt sum senatorur, og at hon helst verður afturvald. Hillary ikki forseti Tann 34 ára gamli norski ævintýrarin Rune Gjeldnes hevur sum tann fyrsti nakrantíð ferðast einsamallur tvørtur um Antarktis uttan at hava fingið útgerð á vegnum. Sjálv ferðin tvørtur um suðurpóllandið byrjaði fyri trimum mánaðum síðani, og í gjár kom Rune Gjeldnes til eina italska støð í Terra Nova-víkini. Tá hevði hann ferðast tvørtur um Antarktis, og teinurin svarar til eina ferð úr Oslo til Barcelona og norðuraftur, skrivar Aftenposten. Rune Gjeldnes sigur við blaðið, at serliga tann seinasti parturin av ferðini var strævin og harafturat vandamikil, og hann viðgongur, at hann var bæði bangin og stúrin. Hann ætlar sær kortini at gera onkra spennandi ferðina afturat, men skíferðin tvørtur um Antarktis verður hansara seinasta pólferð, sigur hann. Krokodilla í ferðsluóhappi Heimsins longsta skíferð Fyri aðru ferð í nakrar mánaðir hevur egyptiska reiðaríið mist eina ferju í Reyðahavinum Vanlukka Árni Joensen: fartekst@mail.dk Leitað verður eftir teimum, sum vóru við egyptisku ferjuni „Salaam 89“, sum hvarv í Reyðahavinum. Egyptisku sjóferðslumyndugleikarnir siga, at skip og tyrlur hava funnið vrakpetti og fleiri fólk á sjónum, og at tað tí er lítil ivi um, at ferjan er sokkin einar 40 fjórðingar úr saudiarabisku strondini. Ferjan var á veg úr saudi­ arabiska býnum Dubah til Safaga í Egyptalandi. Tey fyrstu tíðindini vildu vera við, at 1300 fólk vóru við skipinum, men seinni skrivaði egyptiska tíð­inda­ stovan Mena, at meiri enn 1400 fólk vóru við, og at tey flestu vóru egyptar, sum arbeidd u í Saudiarabia, og sum vóru á veg til hús. Sambært myndugleikunum hevði ferjan lopyvi at hava 1400 ferðafólk og 200 bil­ar. Hetta er aðru ferð í nakrar mánaðir, at reiðaríið El Salam Maritime missir eina ferju í Reyðahavinum. Í heyst sakk ferjan „Salaam 95“, eftir at hon hevði stoytt saman við eitt kýpriskt farmaskip. Ta ferðina eydnaðist tað at bjarga næstan øllum ferða­ fólkunum. Serbiska herleiðslan viðgongur nú, at herurin fjaldi krígsbrotsmannin Ratko Mladic í fleiri ár Krígsbrotsverk Árni Joensen: fartekst@mail.dk Í fleiri ár hevur krígsbrots­ mannadómstólurin fyri gamla Jugoslavia sóknast eftir generalinum Ratko Mla­dic, sum stóð á odd a fyri teimum bosniaserbisku herdeildunum, og sum er ákærdur fyri at hava giv­ið boð um hópmorðið í Scre­ brenica í 1995, tá 8.000 menn og dreingir vórðu myrdir. Dómstólurin, ES og NATO hava lagt Serbia undir at fjala hann, men tað hevur stjórnin avsannað. Men nú váttar herleiðslan, at generalurin fjaldi seg á serbiskum herstøðum í fleiri ár, men at herurin gavst ay fjala hann í juni í 2002, tá serbiska tjóðartingið sam­tykti at samstarva við krígsbrotsmannadómstólin í Haag. Herleiðslan sigur, at hon veit ikki, hvat Mladic er nú, og tað sama sigur serbiska stjórnin. Carla del Ponte, sum er høvuðsákæri í krígsbrots­ mannadóm­stólinum, sigur við franska blaðið Le Fig­ aro, at Evropa eigur at herða trýstið á serbisku stjórn­ina, og at ES eigur at steðga øllum samráðingum við Beograd um serbiskan limaskap, til Mladic er tikin og fluttur til Haag. Ferja við 1400 ferðafólkum fór til botns Meiri enn 1400 fólk vóru við „Salaam 89“, tá hon sakk. Teir fjaldu Mladic Lesið Sosialin - so eru tit við