fríggjadagur 3. februar 2006síða 21
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 25 - 3. februar 2006
21
Nr. 25 • Fríggjadagur • 3. februar 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo
Nógv bendir á, at
talan enn einaferð
verður um stríðsval
í FSF. Fráfarandi
HB-formaðurin,
sum fyri tveimum
døgum síðani segði
seg vera útbrendan
í sessinum sum HB-
formaður, bjóðar nú
Óla Holm av í dysti
um formanssessin
í Fótbólts
sambandinum
FSF formansval
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Hálvan annan mánað lá
føroyski fótbóltsheimurin
at kalla í andaleypi, tá
formansval seinast var á
skránni.
Uttan at fara í smálutir
kunnu vit í dag staðfesta,
at tað ta ferðina tók tríggjar
aðalfundir og seks vikur,
áðrenn feløgini endaliga
kundu staðfesta, hvør nýggi
formaðurin í FSF skuldi
verða.
Endin var tó, at valið
stóð millum Óla Holm og
Christian Andreasen, og var
tað vágbingurin, sum tá fekk
flestu atkvøðurnar.
Talan var tá um fyrsta
stríðsvalið, sum Fótbóltssam
bandið hevði havt yvirhøvur,
síðani tað varð stovnað í
1979. Men bara tvey ár
seinni tykist talan aftur skula
gerast um stríðsval.
Aftur stríðsval
Leygardagin 18. hevur Fót
bóltssambandið aðalfund,
og tá stendur Óli Holm fyri
valið, og líkt er til, at feløgini
sleppa at velja ímillum hann
og eitt annað valevni.
Tað er í øllum førum
greitt, at tað verður arbeitt
hart við at stilla mótvalevni
upp móti Óla Holm.
Sosialurin hevur frá fleiri
keldum fingið váttan fyri,
at Birgir Enghamar í vikuni
hevur verið í samband við
flestu av fótbóltsfeløgunum í
landinum. Hetta hevur hann
verið fyri at kanna eftir, um
feløgini eru sinnað at stuðla
honum sum kandidati til
formanspostin.
Login kyknaði aftur
Fram til týskvøldið var Birgir
Enghamar annars formaður
í HB. Hendan sessin hevði
hann røkt í fimm ár, men
á aðalfundinum týskvøldið
boðaði hann frá, at hann ikki
tók við afturvali. Fráboðanin
segðist koma óvæntað á
fundarluttakararnar.
– Eg havi hugsað um mína
støðu í langa tíð, og tá ið
tú fært slíkar tankar um at
gevast, sum eg havi havt í
vetur, so er best at steðga.
Uppgávan sum formaður
er sera strævin, og nú
eri eg útbrendur í hesum
leiklutinum, segði Birgir
Enghamar við Sosialin í
mikudagsútgávuni.
Nýggjur sessur
fyri framman
Nú tykist tað sum um, at tað
ikki hevur tikið so langa tíð
at løða battaríini aftur, skilst.
Longu sama kvøldið, sum
Birgir útbrendur var farin úr
formanssessinum í Havnar
Bóltfelag, setti hann seg í
samband við fleiri av hinum
fótbóltsfeløgunum. Ørindini
vóru at kanna, um tey vóru
sinnað at stuðla honum í
royndini at gerast formaður
í Fótbóltssambandinum.
Hvat úrslitið hevur verið
av hesi rundferðini, ber
tað ikki til at siga nakað
um enn. Frá fleiri teirr a,
sum HB formaðurin hevur
havt samband við, verður
upplýst, at nú fyrr verandi
HB-formaðurin
hevur
givið til kennar, at hann
verður stuðlaður av fleiri av
feløgunum í høvuðsstaðnum
og av flestu feløgunum í
Eysturoy.
Eisini nevndarval
Aðalfundurin hjá FSF verður
leygardagin 18. februar. Upp
skot til formans- og nevnd
arval skula verða sett fram
í seinasta lagi tíggju dagar
undan fundardegnum. Tað
vil siga, at 9. februar er
seinasta freist at boða FSF-
skrivstovuni frá møguligum
uppskotum til formann og
nevndarlimir.
Tað eru feløgini, ið eru
limir í FSF, sum kunnu
skjóta valevni upp til for
mansvalið.
Les viðmerking frá Óla
Holm, formanni í FSF, um
hesi tíðindi á síðu 24.
Birgir
vil einki
siga
Birgir Enghamar
hevur ikki hug at
gera viðmerkingar
til, at hann skal
verða í uppskoti sum
formaður í Fótbólts
sambandinum, tá ið
aðalfundur verður
um tvær vikur.
Fótbóltur
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
– Tað er kanska skjótt
hjá fólki at leggja tvey
og tvey saman, nú eg eri
givin í HB, men eg havi
ongar viðmerkingar til
hatta. Eg eri júst farin úr
einum heitum sessi í HB,
sigur Birgir Enghamar.
Hann vil tí ikki vátta,
at hann ætlar sær at stilla
upp ímóti Óla Holm, og at
hann í løtuni arbeiðir við
at fáa undirtøku millum
feløgini, sum gera av,
hvør skal verða formaður
í FSF.
– Eg havi hoyrt søguna,
men tað ganga ofta nógvar
søgur. Eg havi ikki meira at
siga um hatta, sigur hann.
Birgir Enghamar hevur
verið nevndarlimur í HB í
seks ár, og av teimum var
hann fimm ár formaður.
Á aðalfundinum hjá HB
í vikuni boðaði hann
frá, at hann leggur frá
sær sum formaður. Men
møguliga verður tað í
einum nýggjum leikluti
í føroyskum fótbólti, at
Birg ir frameftir kemur at
gera vart við seg.
Fýra standa
fyri valið
Sjey nevndarlimir eru í
nevndini hjá Fótbóltssam
bandinum, og umframt for
mannin standa eisini tríggir
nevndarlimir fyri vali.
Formaðurin verður valdur
í einum formansvali fyri
seg, meðan nevndarlimirnir
verða valdir fyri seg.
Bjarki Mohr, Rúni Heine
sen og Magnus á Stongum
standa fyri valið um tvær
vikur, og av hesum hevur
bert Bjarki Mohr boðað
frá, at hann stillar ikki upp
aftur til eitt nýtt skeið sum
nevndarlimur.
Ymsu fótbóltsfeløgini
í
landinum
hava
eina atkvøðu í part á
aðalfundinum. Harafturat
eigur nevndin í FSF eina
atkvøðu.
Nevndarlimirnir í FSF,
sum ikki standa fyri vali
hesaferð, eru Niklas á Líð
arenda, næstformaður,
Jens Erik Magnussen og
Karl Vidtfeldt.
Birgir bjóðar Óla av
Birgir Enghamar er júst givin sum formaður í HB, men tað er líkt til, at hann í løtuni roynir at savna sær undirtøku fyri at gerast
formaður í Fótbóltssambandinum