fríggjadagur 3. februar 2006síða 23
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 25 - 3. februar 2006
23
Nordlie
situr væl
Sambært veddingarfyri
tøkuni, Nordicbet, er
lítil vandi fyri, at Todi
Jónsson og teir í Start
skulu leita sær eftir
nýggjum venjara fyribils.
Nú fyrireikingarnar til
norsku kappingina av
álvara eru farnar ígongd,
ber til at vedda um mangt
og hvat. Millum annað,
hvør verður fyrsti venjarin
at fáa sekk in.
Og her bendir lítið á, at
Tom Nordlie verður tann
fyrstu, sum rýkur. Verður
Start-venjarin tann fyrsti
venjarin í Tippeliguni,
sum fær sekk in í ár, so
gevur hetta pengarnar
30 ferðir aftur. Og tað
er meira, enn nakar ann
ar venjari gevur. Ovast á
listanum stendur Frode
Grodås hjá Ham-Kam.
Hann gevur bara peng
arnar fimm ferðir aftur.
Roknað verður annars
við, at Start aftur í ár
skal standa seg væl. Tá
spælast skal um, hvør
verður norskur meistari,
er Start fjórð-ovasta
navnið á listanum. Ovast
er Rosenborg, sum bert
gevur pengarnar 2,25 ferð
ir aftur. Spæl upp á Start
gevur odds 8,20.
-mørk
Umframt at vera topp
dystir er dysturin á
Skála eisini undan
framførsla av steypa
finaluni. Ein uppgerð,
sum StÍF hevur fingið
sær sum vana at vinna
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Hóast vestmenningar hava
eitt av mest sigursvandu
mansliðunum í landinum, so
merkir tað ikk i, at sigrarnir
koma eins lætt allastaðni.
Hjá verandi manningini
man Ítróttarhøllin á Skála
vera eitt av støðunum, sum
teimum dámar ringast at
spæla á. Og úrslitini tala
eisini fyri seg í so máta.
Hóast VÍF til tíðir hevur
verið at kalla einaráðandi í
bestu mansdeildini, so hava
júst strandingarnir verið
teimum sera boysnir. Bæði
í Vestmanna og á Skála. Og
ikk i minst í steypakappingini,
kundi hóskandi verið lagt
afturat.
Júst tað faktum, at liðini
bæði um eina viku skulu dyst
ast í steypafinalu, man eisini
geva dystinum sunnudagin
eina eyka dimensión at
kalla. Tað skerst tó ikk i
burtur, at tað her og nú er
landskappingin, sum telur.
Og her hevur hvørgin partur
in ráð at missa. StÍF er í
løtuni aftast av teimum fýra
liðunum, sum stríðast um
finalusessirnar. Men við
einum sigri á VÍF kunnu teir
av álvara opna hetta stríðið
aftur. Vestmenningar eru í
løtuni á øðrum plássi. Men
munurin niður til Kyndil er
bara tvey stig, og tí kann
fyrimunurin skjótt hvørva.
Hinir báðir dystirnir um
vikuskiftið eru av slagnum,
har greiðir favoritt-leiklutir
eru. Botnliðið, Neistin, tekur
ímóti oddaliðnum, H71,
leygardagin. Og sunnudagin
er tað so Kyndil, sum eigur
heimavøll á Hálsi, tá teir
taka ímóti KÍF.
Kanska er talan ikki
um seinsta útkall.
Men trýstið á VÍF-
kvinnunum verður
heilt stórt, fáa tær
ikki okkurt við sær av
Skála
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað er nakað væl minni
enn ætlað, nú kvinnurnar
hjá VÍF bara hava fingið
tvey stig burtur úr trimum
teimum fyrstu dystunum
í niðaru hálvu av Sunset-
endaspælinum. Tað merkir,
at tær í løtuni eru undir niður
flytingarstrikuni. Ein tanki,
sum annars hevur verið veru
leikafjarður størsta partin av
kappingarárinum.
Harðar treytir
Nú er hetta tó ein sera ítøki
ligur vandi, og tí eru vest
mannakvinnurnar nær sagt
tvingaðar at fáa nakað við
sær av Skála sunnudagin.
Gera tær ikk i tað, so kann
avleiðingin væl verða, at fýra
stig eru upp til bjargingina
undan teimum báðum
seinastu dystunum. Hetta
um Søljan vinnur sín dyst
móti Tjaldri mikudagin. Tá
verða treytirnar hjá VÍF, at
tær í fyrsta lagi skulu vinna
sínar dystir móti Søljuni og
Tjaldri. Og í aðru atløgu, at
Søljan ikk i fær nakað burtur
úr sínum heimadysti - á
heimavølli móti StÍF.
Løtt verður uppgávan á
Skála tó ikk i. StÍF hevur
staðið seg sera væl, nú niður
flytingin av álvara er vorðin
eitt tema. Og tó at tær taptu
greitt í seinnu hálvfinaluni
móti Neistanum, so munnu
vónirnar undan dystinum
sunudagin vera á heilt góðari
leið. Ikk i minst tí tær við
einum sigri endaliga kunnu
staðfesta
framhaldandi
tilveru í deildini.
Neistin í Vági
Spenningur er eisini í ovara
bólkinum.
Sunnudagin
skal Neistin spæla í Vági,
og tann dysturin líkist eini
uppgerð um, hvat av hesum
báðum liðum skal kappast
við Stjørnuna um fyrimunin,
sum ein oddasessur í enda
spæinum ber við sær.
Fyrra dystin millum liðini í
endaspælinum vann Neistin
stórsigur. Men til tað er eisini
at siga, at VB ta ferðina var
rættiliga illa mannað. Og tí
verður talan helst um eitt
munandi meira uppsett VB,
sum hesa ferð ferð á vøllin.
Seinasti dysturin í FM-
endaspælinum hjá kvinnum
verður í Havn, har Kyndil
skal royna at endurtaka
heimasigurin frá grund
spælinu, tá Stjørnan kemur
á vitjan. Tann sigurin var
rokn aður sum fremsta
orsøkin til, at Kyndil vann
kapprenningina um fjórða
sessin í endaspælinum. Og
einki er at ivast í, at klaks
víkarkvinnurnar fegnar vilja
hevna tapið.
Dystaryvirlit
Hondbóltur
Sunset-kappingin - FM-bólkurin
Dagur Klokkan Dystur
Dómarar
05.02
14.30
Kyndil-Stjørnan
Hallur & Petur
05.02
15.00
VB-Neistin
Rúni & Ragnar
Niðari bólkurin
05.02
14.30
StÍF-VÍF
Eyðun & Andreas
Atlantic Airways-kappingin
04.02
16.00
Neistin-H71
Karstin & Kristian
05.02
16.00
Kyndil-KÍF
Hallur & Petur
05.02
16.00
StÍF-VÍF
Eyðun & Andreas
Flogbóltur
Meistaradeild kvinnur
04.02.
14.00
Mjølnir-TB
SÍ
04.02
14.00
ÍF-KÍF
Dráttur
Meistaradeild menn
04.02
16.00
SÍ-Fleyr
Mjølnir
04.02
16.00
ÍF-Nøvan
Mjølnir
Strandingar og traditiónirnar
Møguleikin fyri FM-
finaluni stendur upp á spæl
hjá strandingum, tá teir
sunnudagin taka ímóti VÍF
Vandaferð hjá VÍF
Eftir avsmurningin, sum eitt illa mannað VB-lið fekk í Havn,
er einki at ivast í, at heimaliðið er tendrað, tá Neistin vitjar í
Vági