fríggjadagur 3. februar 2006síða 24
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 25 - 3. februar 2006
Sambært vedding
arfyritøkuni,
Nordicbet, er lítil
vandi fyri, at Todi
Jónsson og teir í Start
skulu leita sær eftir
nýggjum venjara
fyribils.
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Nú fyrireikingarnar til
norsku kappingina av álv
ara eru farnar ígongd, ber
til at vedda um mangt og
hvat. Millum annað, hvør
verður fyrsti venjarin at fáa
sekkin.
Og her bendir lítið á, at
Tom Nordlie verður tann
fyrstu, sum rýkur. Verður
Start-venjarin tann fyrsti
venjarin í Tippeliguni, sum
fær sekkin í ár, so gevur hetta
pengarnar 30 ferðir aftur.
Og tað er meira, enn nakar
annar venjari gevur. Ovast
á listanum stendur Frode
Grodås hjá Ham-Kam. Hann
gevur bara pengarnar fimm
ferðir aftur.
Roknað verður annars við,
at Start aftur í ár skal standa
seg væl. Tá spælast skal
um, hvør verður norskur
meistari, er Start fjórð-ovasta
navnið á listanum. Ovast er
Rosenborg, sum bert gevur
pengarnar 2,25 ferðir aftur.
Spæl upp á Start gevur odds
8,20.
Teir báðir føroysku
spælararnir í Frem
venja dúgliga í
hesum døgum. Frem
hevur mist fleiri
stuðulsspælarar, men
teir ætla sær at verða
verandi í næstbestu
donsku deildini, og
líkt er til, at føroysku
spælararnir sleppa at
royna seg
Fótbóltur
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Gunnar Nielsen og Jónas
Tór Næs eru tveir ungir
føroyskir fótbóltsspælarar
í donskum fótbólti. Teir
hava seinnu árini spælt fyri
felagið Frem, meðan teir
hava gingið á handilsskúla
í Ishøj.
Framgongdin hjá teimum
hevur verið eyðsýnd, og
teir verða í vár partur av
besta liðnum hjá Frem, sum
spælir í næstbestu donsku
deildini.
Gunnar er málmaður, og
Jónas spælir serliga sum
høgri bakkur.
– Vit hava vant tríggjar
ferðir um vikuna, men nú
eru vit farnir upp at venja
fimm ferðir um vikuna, so
vit royna at fyrireika okkum
væl til kappingina, sigur
Gunnar Nielsen.
Munurin minkar
Frem hevur spælt tveir venj
ingardystir, og føroysku
spælararnir vóru við í tí fyrra
dystinum. Tá stóð Gunnar í
málinum, meðan Jónas slapp
at royna seg sum miðverji. Tá
Frem spældi seinna dystin,
vóru teir báðir í Føroyum til
landsliðsvenjing.
Jónas Tór Næs kann rokna
við at sleppa at royna seg
sum høgri bakkur á liðnum
hjá Frem. Gunnar Nielsen
stríðist við at sleppa fram
at málinum, men har skal
hann kappast við ein sterkan
málmann, Jørgen Nielsen,
sum áður hevur spælt í
Liverpool.
– Málið hjá mær er at
sleppa at spæla nakrar dystir
í vár. Nú havi eg roynt at
spæla á besta liðnum, og
tað smakkar av meira, sigur
tann 195 sentimetrar høgi
málmaðurin.
– Jørgen er ein sera góður
málmaður, men eg haldi, at
munurin millum okkum
minkar, heldur Gunnar.
Yvirliva í 1. deild
Frem hevur seinastu mán
aðirnar mist fleiri stuðuls
spælarar – teirra millum Jón
Róa Jacobsen – og venjarin
Ebbe Skovdahl er eisini farin.
Hetta komst av fíggjarligu
støðuni hjá felagnum. Frem
hevur fingið onkrar nýggjar
spælarar afturat, men liðið
er neyvan so sterkt, sum tað
onkuntíð hevur verið.
– Málið hjá okkum verður
at yvirliva í 1. deild. Hóast
vit stíla eftir at liggja í miðj
uni í deildini, so er vegurin
niður í botnin ikki so langur,
og tí skulu vit allatíðina
ansa okkum, sigur Gunnar
Nielsen.
Hetta vikuskiftið kunnu
hann og Jónas halda frí, tí
eftir ein harða viku, hava
spælararnir fingið frí um
vikuskiftið.
Byrial nýggjan
liðfelaga
AC Horsens, har Johan
Byrial Hansen er ein
av spælarunum, hevur
gjørt sáttmála við ein 18
ára gamlan ghanesiskan
álopsspælara. Tawfik
Alolo hevur roynt seg í
bestu deildini í Ghana,
og nú skal hann spæla í
AC Horsens næsta hálva
árið. Gongur tað væl,
kann sáttmálin leingjast
við einum ári.
ek
Keflavík fær
australiara
Í vikuni seldi íslendska
felagið Keflavík ein av
sínum álopsspælarum til
danska felagið Silkeborg.
Nú hevur Keflavík funnið
avloysaran fyri hendan
spælaran, tí australski
Buddy Farah gjørdi
mánadagin sáttmála við
Keflavík. Buddy Farah
hevur spælt á øllum ung
dómslandsliðunum hjá
Australia, og næstu tvey
árini skal hann royna seg
sum liðfelagi hjá Símuni
Samuelsen í Keflavík.
ek
Væntar nógv
av AaB
Nýggi spælarin í hópi
num hjá AaB, Fredrik
Wisnes, væntar sær nógv
av liðunum, har eisini
tveir føroyskir lands
liðsspælarar spæla við.
– Vit hava fingið eina
góða byrjan, har vit
leggja eitt gott grundarlag
áðrenn kappingin byrjar.
Harafturat tykist tað
verða ein greið strategi
við tí, sum vit gera, og
tað er minst líka týdning
armikið, sigur Wisnes við
Forza.
– Vit spæla tekniskan
fótbólt, sum passar mær
væl. Vit hava nakrar sera
góðar ungar spælarar á
liðnum, so tað lovar gott,
sigur hann.
ek
UEFA heiðrar
Schmeichel
Danski
málmaðurin
Peter Schmeichel fekk
nú um dagarnar ein
heiður frá europeiska
fótbólssamandinum
UEFA. Í sambandi við
at europeiska kappingin
fyri meistaralið fylti 50
ár, valdi UEFA at heiðra
nøkrum av spælarunum,
sum hava spælt í finaluni.
Teirra millum vóru Franz
Beckenbauer, Johan Curyff
og Peter Schmeichel.
– Tú ert einasti dani, sum
hevur vunnið Champions
League sum liðformur,
segði Frits Ahlstrøm, tá ið
hann vegna UEFA handaði
Schmeichel heiðurin.
Hóast Óli Holm
ásannar, at tað hevði
havt verið hugaligari
við arbeiðsfriði, so
ynskir hann ikki
at forða nøkrum
at bjóða seg fram
sum mótvalevni til
formanssessin í FSF
FSF formansval
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tá vit hóskvøldið høvdu
orðið á Óla Holm, formann
í FSF, hevði hann ikki hoyrt
meira enn nakað av gramli
um, at okkurt mótvalevni
kanska fór at koma undan
kavi komandi vikuna. Óli
hevur verið formaður í FSF í
tvey ár, og hann hevur boðað
frá, at hann er sinnaður at
taka við afturvali.
Spurdur um viðmerking
til støðuna, har formenn
eru uppringdir við áheitan
um stuðul til annað valevni,
sigur Óli, at tað hvørki fær
hann gjørt nakað við ella vil
hann gera nakað við.
– FSF er jú ein demokrat
iskur felagsskapur. Tí stendur
tað feløgunum frítt at skjóta
upp tey formansvalevni,
sum tey vilja hava at velja
ímillum. Og tað stendur
teimum sjálvandi eisini frítt
at velja millum valevnini á
aðalfundinum.
Men hevði tað sum hjá
tær sum formanni ikki ver
ið hugaligari, um einki
mótvalevni var á aðalfundi
num.
– Fyri ein felagsskap er
tað sjálvandi altíð best við
arbeiðsfriði og støðugum
viðurskiftum sum heild.
Men eitt demokrati er nú
soleiðis samansett, at fleiri
evni kunnu skjótast upp.
Tað er jú millum annað júst
hetta, sum er ein partur av
grundarlagnum undir FSF,
sigur Óli Holm at enda.
Nordlie situr væl
Flogbóltsstøður
Meistaradeild, kvinnur
v
t
+/-
d
v - t
sett
sett
sett
stig
1 Dráttur
14
14
-
0
42
14
28
18
2 SÍ
15
9
-
6
34
28
6
11
3 TB
14
7
-
7
28
23
5
10
4 ÍF
14
7
-
7
30
26
4
8
5 Mjølnir
14
3
-
11
16
36
-20
4
6 KÍF
13
2
-
11
12
35
-23
3
Meistaradeild, menn
v
t
+/-
d
v - t
sett
sett
sett
stig
1 Fleyr
11
10
-
1
31
11
20
13
2 SÍ
10
7
-
3
24
13
11
8
3 Mjølnir
10
5
-
5
21
16
5
6
4 ÍF
9
3
-
6
14
20
-6
3
5 Nøvan
10
0
-
10
0
30
-30
0
Hondbóltsstøður
Sunset-kappingin
FM-bólkurin
v
t
d
v
-
j
-
t
mál mál
+/-
stig
1 Neistin
3
2
-
0
-
1
77
61
16
4
2 Stjørnan
3
2
-
0
-
1
78
66
12
4
3 VB
3
2
-
0
-
1
65
75
-10
4
4 Kyndil
3
0
-
0
-
3
55
73
-18
0
Sunset-kappingin
Niðari bólkurin
v
t
d
v
-
j
-
t
mál mál
+/-
stig
1 StÍF
3
3
-
0
-
0
76
57
19
6
2 Søljan
3
2
-
0
-
1
61
60
1
4
3 VÍF
3
1
-
0
-
2
65
72
-7
2
4 Tjaldur
3
0
-
0
-
3
62
75
-13
0
Atlantic Airways-kappingin
v
t
d
v
-
j
-
t
mál mál
+/-
stig
1 H71
4
3
-
0
-
1
376
318
58
14
2 VÍF
4
3
-
1
-
0
382
367
15
13
3 Kyndil
4
1
-
1
-
2
367
333
34
11
4 StÍF
4
2
-
0
-
2
345
345
0
10
5 KÍF
4
2
-
0
-
2
353
374
-21
6
6 Neistin
4
0
-
0
-
4
360
446
-86
1
Fólkaræðið loyvir fleiri valevnum
– FSF er jú ein demokratiskur
felagsskapur. Tí stendur tað
feløgunum frítt at skjóta
upp tey formansvalevni,
sum tey vilja hava at velja
ímillum. Og tað stendur
teimum sjálvandi eisini frítt
at velja millum valevnini
á aðalfundinum, sigur Óli
Holm, formaður í FSF
Gunnar og Jónas sleppa at royna seg
– Málið hjá mær er at sleppa at spæla nakrar dystir í vár. Nú
havi eg roynt at spæla á besta liðnum, og tað smakkar av meira,
sigur Gunnar Nielsen, málmaður í Frem