fríggjadagur 3. februar 2006síða 27
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 25 • fríggjadagur • 3. febriar 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo
FRAMSÝNING
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Í sambandi við 90 ára føðingar
dag William Heinesens í 1990
skipaði Tórshavnar Býarsavn fyri
framsýning í Ydun á Høgareyni
at heiðra okkara kendasta
havnarborgara nakrantíð.
Framsýningin fór seinni til
Íslands og varð sett upp í Norður
landahúsinum í Reykjavík.
Fotomyndirnar eru úr privata
myndasavninum hjá Williami
Heinesen, og tær flestu eru frá
1930-árunum, tá ið Elisa og
William settu búgv uppi á trøðni
undir Varða, og William av álvara
var farin at gera vart við seg sum
rithøvundur.
Finnur Johansen, sum var
býarsavnsvørður, lænti tær hálvt
hundrað svørt/hvítu myndirnar frá
soni Williams, Zakariasi Heinesen,
til framsýningina í 1990, og hesa
ferð hevur Finnur aftur rætt eina
hjálpandi hond.
Tann 12. januar læt upp
framsýning við somu myndum
í Snarskivuni hjá Tórshavnar
kommunu, og framsýningin er
opin fram til grækarismessu 12.
mars. Opið er tá Snarskivan annars
er opin – fríggjadag kl. 9-16, tó
hósdag kl. 9-18.
Ein av lutunum, ið síggjast
kunnu á framsýningini, er buss
urin hjá Bygdaleiðum, sum er
avmyndaður á eini linjuál, sum
Finnur Johansen lat gera um hetta
mundið í 1990. Vit hava fingið
Finn Johansen at greiða okkum
frá um persónarnar, sum William
Heinesen hevur teknað, og sum
Finnur setti í og uttan fyri bussin á
linjuálini:
Inni í bussinum, høgrumegin frá:
1. Óla Svenn, stýrir bussinum.
Óla Svenn æt í veruleikanum
Óli Olsen (21.06.1860), men var
sonur Svenn, Óli hjá Svenn, ið
varð til Óla Svenn. Hann var ver
faðir Wenzel Petersen og Vilhelm
Nielsen, og hann var langabbi
Jóanes Nielsen, rithøvund.
2. Jardus, Theanjardus Dam
(27.04.1840). Hann var sonur
Johan Hendrik Dam ú Kollafirði
og Johonnu Frederiku Reinert úr
Kaldbak, ið vóru uppsitarafólk á
embætisgarðinum í Hoyvík. Jardus
var elstur av níggju systkinum,
sum flestøll búsettust í Havn.
3. Niels á Bakka, Niels Debes
(24.11.1852) var ættaður av Bakka
og giftur við Lisu, systir Jóanes
úr Kirkjubø, ið var giftur við
Gustu. Niels og Lisa áttu, Sámal í
Handilsforeiningini, Onnu, konu
Harald á Trappuni, Hans hjá Lisu
og Christian pápa Diaba Debes
4. Emil hjá Lísbettu, Emil
Danielsen (1860). Hann búði í
Bringsnagøtu í Skotinum, sum
hann rópt Kahúttina. Hann var
sonur Lísbettu og mammubeiggi
Havnar Jørgen og Jacob Daniel
sen, Jagee, sum hevði kioskina á
Vaglinum.
5. Magnus Einarson
(04.07.1851), íslendingur og
ursmiður. Sonur hansara var tann
ikki heilt ókendi Karl Einarsson,
kanska betri kendur sum Dunga
nun ella Jarlurin av Sant Kilda.
6. Polla Vilhelm, eldri. Rætta
navn hansara var Vilhelm Poulsen
(28.03.1848), og sonur Polla. Polla
Vilhelm átti ein son, sum eisini
æt Vilhelm Poulsen, og sum eldri
fólk minnast sum Polla Vilhelm.
Hann var pápi Valdemar Poulsen,
frisørin.
7. Dreyarin, Christopher
Nyholm Debes (05.09.1815). Elsa
Birgitta Debes, Lítla Elsa, var
dóttir hansara, og hon var manna
Nyholm Debes. Dreyarin var
langabbi Anfinn Debes.
8. Gamli Restorff, Martin
Christian Restorff (1816), M. C.
Restorff, sum kom til Føroya
í 1849 sum bakari við kongliga
handilin. Tá kongligi handilin
gavst í 1856, fór gamli Restorff
sjálvur at handla. Hann hevði
stóran handlil í Vágsbotni við
nógvum úthandlum um alt landið.
Gamli Restorff var heiðursborgari
í Havn, og hann var langabbi
William Heinesen, sum vit heiðra
við hesi framsýning. William
Heinesen var eisini heiðursborgari
í Havn.
9. Bakar Hansen, Georg Casper
Hansen (03.09.1844), bakari av
Bornholm. Kona hansara var
Marianna Jacobsen, dóttir Dánjal
Jacobsen av Húsum og systir
Eliesar Jacobsen, skrivstovumann
á amtskontórinum, róptur Essa
hjá Dánjali. Dóttur Bakar Hansen,
Cathrina Maria Hansen, giftist við
Jákup Dahl, prósti.
10. Fríðrikur Petersen, próstur
11. Apotekarin Finsen, Olaf
Finsen (03.02.1859), apotekarin.
Hann var sonur Hannes Finsen,
fúta og seinni amtmann, og elsti
beiggi læknan Niels R. Finsen.
Olaf Finsen stovnaði fyrsta
apotekið í Føroyum í 1883 á
Dunga í Bringsnagøtu, og í 1898
flutti hann út í Tinganes. Í 1910
gjørdist apotekari í Vejle, og fór av
landinum.
12. Toku Sigvald, Sigvald
Severinsen (1839) búði, sum navn
ið sigur í Tokustovu. Hann var rokn
aður sum ein løgin stavnur, ið mill
um annað gav út eina avís. Hon
kom bara út í einum eintaki hvørja
ferð, tí hon varð skrivað í hond.
13. Christian í Áarstovu,
Christian Djurhuus (05.09.1882),
sonur Óla Jákup Djurhuus í
Áarstovu, faðir Birruna Nislasen
og Dia á Vertshúsinum, yngra,
bróður Janus Djurhuus, Hans
Andreas Djurhuus, Poul Juul
Djurhuus og bróðursonur Hans
Andreas Djurhuus, gamla Dia á
Vertshúsinum.
14. Strandasnikkarin, Petur
Jacob Midjord (15.06.1845) var
eisini roknaður sum ein løgin
stavnur. Hann búði í húsunum hjá
Elduvíks Jóanesi úti á Skúlareyni.
Tað vóru húsini, sum Lützen
byrjaði at handla í. Í húsinum var
framsýningargluggi, sum stavaði
frá handlinum, og í gluggan
plagdi hann at heingja seðlar við
viðmerkingum um ymiskt, ið
hendi í samfelagnum, ella glósir til
onkran, eisini kundi hann seta lutir
í gluggan, ið sipaðu til eitthvørt
fyribrygdi.
15. Jóa Poul, Poul Poulsen
(16.11.1885), var sonur Johan
Paula Poulsen, róptur Jóa. Jóa
Poul var maskinmaður og sigldi
úti í verðini, bæði fyri og undir
seinna kríggj, og hevði verið úti
fyri eitt sindur av hvørjum. Eftir
kríggið sigldi hann við Smirli og
føroyskum trolarum. Hann búði
saman við konuni Thoru, ið var
donsk, og børnunum í Dandastovu.
16. Søren Müller (13.06.1856),
sonur Hans Christopher Müller,
seinasta sýslumann í Havn. Søren
Müller átti skip, eisini var hann
kassameistari, blaðstjóri og
avgreiðslumaður fyri DFDS, og
tað sæst eisini á honum.
17. William Heinesen
(15.01.1900). Hann situr aftast, og
er við sum eygleiðari.
Uttanfyri bussin, høgrumegin frá
1. Rasmus Effersøe
(31.05.1856), landbrúkskandidat,
vinnulívsmaður, løgtingsmaður og
skald.
2. Traber, Emil Traber
(25.08.1856), lærari og bóka
vørður, umframt at hann gjørdi
temperaturmátingar av luft
og sjógvi. Hann bygdi uppi á
Glaðsheyggi í 1899. Tað, sum var
spell við hesum húsunum, var ikki
bara, at tey vóru koyrd burtur, men
meira tað húsið, sum kom í staðin.
3. Júst á Húsum, Júst Jacobsen
(28.11.1860), bóndi á Eystara
Húsagarði. Dótturin Olevina,
Inna, giftist við Andreas Djur
huus úr Kollafirði, og tey fluttu
bóndahúsini fyri seinna kríggj, av
Húsabrúgv og niðan ímóti Hálsi,
har tey standa í horninum á R. C.
Effersæøsgøtu og Tjaldursvegi. Tey
verða rópt Mexiko.
4. Eiðis Poul, Poul Andreasen
(22.10.1828). Hann giftist við
einkjuni eftir Christopher Nyholm
Debes, Johonnu Hermansdatter úr
Tjørnuvík. Tey búðu í húsunum
norðan fyri Skrivarastovu, og tey
áttu sonin Andreas Andreasen,
betri kendur sum seglmakarin.
Hann búði á Cafènum og flutt
seinni til Danmarkar.
Tá William Heinesen prýddi Bygdaleiðir
Í 1990 gjørdi Samferðslustovan eina forkunnuga linjuál við einum bussi hjá
Bygdaleiðum. Persónarnar í og uttan fyri bussin, hevði William Heinesen
teknað. Í hesum døgum er forkunnug framsýning við fotomyndum hjá
Williami Heinsen at síggja í Snarskivuni hjá Tórshavnar Býráð
Hesa linjuálina gav Samferðslustovan út í 1990. Tað sermerkta við linjuálini eru persónstekningarnar hjá Williami Heinsen, sum prýða bussin. Niðanfyri er frágreiðing um allar persónarnar, sum
William teknaði