fríggjadagur 3. februar 2006síða 28
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 25 – 3. februar 2006
Málaraskaldið 100 ár
– Tað ber til at hóma okkurt nýtt, bæði gott og ringt, tá verkini hjá einum
gomlum málara verða savnað saman, sigur Kinna Poulsen m.a. í sínum
ummæli av framsýningini Mikines 100 ár í Listaskálanum í Havn
Kinna
Poulsen
Ejnar Nielsen: Den blinde 1898
Perspektivið er yvirdrivið; fólkini tykjast øgiliga stór, meðan sluppirnar eru minkaðar niður í lítið og einki sum fyri at lýsa teirra
lítilleika í mun til teirra vandamiklu og lagnutungu ferð
Listaframsýning
Ummæli
Tað kann næstan tykjast sum
ein keðiligur óvani; hesin ovur
hondshugur at nýta allar møgu
ligar meira og minni týðandi
føðingardagar sum páskot fyri
at skipa fyri listaframsýningum
í staðin fyri at sýna fram, tá
listafólk ella kuratorar hava
okkurt serligt listarligt uppá
hjarta. Men tá nú sjálvur
vegarin og faðirin at føroysku
yrkismyndlistini, tann fyrsti
føroyingurin, ið bæði gekk á
kunstakademi og sum alt lívið
livdi av og við myndlistini verður
100, so man bakstøðið sigast
at vera í lagið hjá Listasavni
Føroya at skipa fyri stóru
føðingardagsframsýningini
við verkum hjá Samuel Elias
Joensen-Mikines (1906-79), sum
er at síggja í Listaskálanum
inntil Grækarismessu. Og hóast
fyriskiparin, Helgi Fossádal í
sínum úrvali tykist hava raðfest
breidd og nøgd fram um góðsku,
verður tilmælt øllum at gera
sær sjálvum ta tænastu at vitja
framsýningina og har uppliva
málaraskaldið í øllum sínum
fjølbroytni
Stór framsýning
Verkini á framsýningini eru
kanska ikki 100 í tali, men
nærum. Eg taldi 97 verk og hetta
var umframt fotomyndir, film
og gomul málaraamboð hjá
Mikines, ið eisini eru framsýnd
saman við einari skitsubók.
Tað er áhugavert at síggja,
hvussu málarin hevur skrivað
á pappírið hvønn lit, hann skal
brúka hvar. Eitt lítið dømi uppá
tað, sum Bárður Jákupsson
nevnir í bók síni um Mikines
og sum hann víðari lýsir við
hugtakinum “málaraskald” um
hetta, at Mikines skrivaði á og
um sínar myndir til tess at minna
seg sjálvan á litin og huglagið,
hann vildi hava fram í myndini.
Einastaðni hevur málarin t.d.
tilskilað á skitsuna, at ein litur á
luftini skal vera “líklittur”. Um
heimligu litirnar sigur hann:
“Enn nøkur orð um litirnar. Her
í oyggjunum brótast teir á
undurfullan hátt av vætuni í
luftini, ið mangan spjaðir ljósið.
Hetta havi eg upplivað, tá ið
hav og himmal smelta saman í
ljósareyðar og gráar tónar við
glansi sum í kúvingsskel ella
í ljósfossum, sum í veldigum
veðurdrama knappliga kastast
niður millum dimmar skýbólkar
og lýsa á havið, klettarnar, tað
grøna grasið og tey svørtu
húsini. Í báðum førum er hetta
sterkt, men samstundis mjúkt ljós.
Tað er hugtakandi....” (Bárður
Jákupsson: Mikines, s.45).
Dømið vísir hvussu væl Mikines
dugdi at orða seg skaldsliga, men
bendir eisini á hvussu tengdur
hann var listarliga at føroysku
náttúruni.
Breiddin raðfest
Fyri atfinningarsama listaáskoð
aran tykjast framsýndu mynd
irnar frá 1920´unum einamest
sum eitt slag av kuriosum, sum
vánaligar “áðrenn-myndir”, eins
og onkrar av teimum seinastu
myndunum kanska heldur ikki
áttu av verið við á framsýningini.
Framsýningin hevði staðið
sterkari, um bert tær góðu
myndirnar vóru við. Hinvegin
er tað sjálvandi undirhaldandi
at uppliva breiddina, at síggja
tær fyrstu royndirnar og fylgja
menningini.
Tematisk skipan
Framsýningin er skipað í evnis
ligum heildum soleiðis at skilja,
at grindadráps- og dansimyndir
hanga í einum av teimum høgu
rúmunum, ið nevnist pyramida
1. Tær myrku deyðamyndirnar
hanga har tær plaga í pyramidu
2, meðan gamli salur fyri tað
mesta rúmar landslagsmyndum
úr ymsum tíðarskeiðum. Tvey
av teimum smærri rúmunum
eru tikin í brúk og har hanga
ávikavíst myndir av Bornholm
og altartalvumyndir og skitsur.
Sonevnda grafikkgongin
inniheldur áðurnevndu ung
dómsmyndir, nakrar framúr
góðar portrettmyndir, ið kundu
hingið betri, nakrar av teimum
góðu myndunum av fólkum
við havi, landslagsmyndir osfr.
Hesin seinast nevndi parturin
av framsýningini fevnir um
verk frá 1927 fram til 1974 og
er tann, ið er mest ørkymlandi
og ymisligur bæði viðvíkjandi
góðsku og stíli. Ynskið hjá
framsýnaranum hevur bæði verið
at fáa so nógv sum gjørligt við
á framsýningina og samstundis
hava eina lítla rest av teirri
føstu framsýningini hangandi.
Heildin hevði verið betri, eins
og betur pláss hevði verið fyri
teimum góðu myndunum, um
t.d. allur Listaskálin varð tikin í
brúk til slíkar stórar afturlítandi
framsýningar. Leikluturin
hjá listasøvnum er eyðvitað
sera nógv broyttur í mun til
fyrr, tá listasøvn svaraðu til
teirra heiti og heilt einfalt vóru
søvn av list, sum tú kundi
koma at hyggja at. Í dag er
sjálv formidlingsuppgávan
hjá listasøvnum størri. Amtør