Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-03, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. februar 2006síða 29

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 25 – 3. februar 2006 29 Myndin av faðirinum er ein tann besta portrettmyndin hjá Mikines Kvinnuandlitið í hesi framúrskarandi myndini er hegnisliga uppbygt at mongum smáum pensilsstrokum Høvið býðst á framsýningini at síggja málaraamboð Mikinesar, m.a. ein skitsublokk Eisini fotomyndir, filmar og gomul málaraamboð hjá Mikinesi eru eisini framsýnd saman við einari skitsubók. Tað er áhugavert at síggja, hvussu málarin hevur skrivað á pappírið hvønn lit, hann skal brúka hvar. filmurin, sum Kári Mikines hevur gjørt um pápa sín er eitt viðkomandi innslag, men tað kundi verið áhugavert við meira av teksttilfari, ið greiddi frá listini hjá Mikines í teimum ym­isku tíðarskeiðunum og ávirkanini frá ymiskum lista­ rákum og -fólkum. Um allur skálin varð tikin við, hevði pláss verið fyri við myndadømum og frágreiðingum um júst á hvønn hátt Mikines var ávirkaður av Edvardi Munch, Ejnari Nielsen osfr. Íblástur Tá undirritaða á rundvísingum og fyriliestrum nevnir listarligar ávirkanir í samband við Mikines verður tað ikki altíð tikið væl upp av listaáhugaðum, sum halda, at rikið verður framundir, at Mikines var ein hermari. Hetta er sjálvandi ikki so. Miki­nes var tvørturímóti so egin sum listamaður, at hann bæði megnaði at skoða út um bøgarðarnar og samstundis helt fast í sær sjálvum. Í Danmark vóru nógvar fyrimyndir, t.d. Isakson, Weihe, Søndergård osfr. Hann var eisini í Paris, har hann m.a. sá eina framsýning við tí merkiliga, expressiva 1600-tals meistaranum El Greco og ivaleyst sá hann eisini undanmann kubistanna, Cézanne og aðrir úrmælingar, sum hann varð hugtikin av og sum inspireraðu hann á ymsan hátt. Á ferð í Noregi sá hann verkini hjá Edvardi Munch, sum kanska var tann listamaðurin, hann kendi tættasta listarliga skyldskap við. Ejnar Nielsen var lærari hjá Mikines á kunstakademinum árini 1928- 1930, men teir gjørdust vinmenn fyri lívið og Mikines helt áfram eitt nú í brævasambandi at taka móti listarliga vegleiðing frá lærara sínum. Tá Ejnar Nielsen doyði í 1956 skrivaði Mikines eina minningargrein um læraran og har stóð m.a.: “Menniskjuni hjá Ejnari Nielsen liva og líða á myndarflatanum í tignarligum friði. Ein stillur tragiskur dámur bragdar gjøgnum alla komposisjónina og styrkist enn meir av tí asketiska litavalinum. Við tí sameinir hann á meistarligan hátt form og innihald. Linjunnar vakri strangleiki, einfalda monumentala komposisjónin, staklutanna ríka spæl innan heildina eru eyðkendir eginleikar hjá list hansara..”. Lýsingin kundi eins væl snúð seg um eina mynd hjá Mikines sjálvum, serliga tær myrku, monumentalu myndirnar úr 30´unum og partvíst 40´unum, har myndamálið er einfalt, asketiskt at kalla, har alt tað, ið er óneyðugt fyri sjálvt innihaldið, er burturbeint. Fólkini tykjast ofta av-individualiseraði, soleiðis at skilja, at myndin ikki snýr seg um júst hesa konuna ella handan mannin, sum doyði, men um sjálvt deyðan sum universala lívstreyt. Myndirnar hjá Ejnari Nielsen tykjast nógv meira forfínaðar, detaljeraðar og miðevropiskar í mun til tær hjá Mikines, sum eru einfaldari, tyngri og meira norðurlendskar at síggja til. Allíkavæl er einki at ivast í, at Ejnar Nielsen hevur verið til stóra inspiratión hjá Mikines. Listarliga støði hjá Ejnari Nielsen lá upprunaliga í realismuni, at lýsa fólk og náttúru, men stílurin gjørdist so líðandi meir og meir symbolistsikur. Eitt dømi um hesa gongdina er kenda myndin “Den blinde pige” frá 1898, har gentan er nøkulunda realistiskt lýst við skuggum og valørum, meðan umhvørvið hevur ein óveruligan, at kalla paradisiskan dám. Landslagið er dekorativt. Svarti kjólin og tveir ringar á vinstra ringfingri geva eina ábending um, at blinda gentan er einkja. Myndin úttrykkir bæði samkenslu við henni, men samstundis verður hon monumentaliserað, hevjað upp sum ein, ið innantanna hoyrir, sær, ella uppfatar nakað, sum kanska er vakrari og meir umráðandi enn tann ítøkiligi veruleikin, sum vit onnur síggja. Sum í mongum myndum hjá Mikines, eru hendurnar hjá tí portrettaraða persóninum í fokus. Leggið til merkis hvussu úttrykksfullar hendurnar, sum handfara blómurnar, eru. Skipini fara Á framsýningini í Listaskálanum standa tær myrku myndirnar frá 30´unum serliga sterkt. Tær mongu av teimum plaga at hanga á føstu framsýningini, men ikki t.d. “Skipini fara” (1938), sum Mikines lýsir í einum brævi: “... ikki kann vera málað aðrastaðni í heiminum enn á hesum oyggjum. Føroyar eiga ongan idyl. Her ræður stormurin einsamallur, og ein langur vetur sveipar hav og land í sína veldigu vátu og ísakøldu kápu. Her føðist melankoliin og náttúruræðslan”. Tekstbrotið ber boð um eitt dramatiskt, men eisini patetiskt og hátíðarligt sinnalag, ið sanniliga eisini sæst aftur í myndunum. “Skip­ ini fara” er ein symbolsk- ekspressiv lýsing av eini hending, ið er lutfalsliga vanlig í Framhald á næstu síðu