fríggjadagur 3. februar 2006síða 30
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 25 – 3. februar 2006
Regnváta myndin “Norðan” frá 1957
Litirnir eru fáir og skipaðir í stórum, einslittum flatum, har dentur er lagdur á heildina
Dýpdin í grøna litinum tykist botnleys, samstundis sum gjørt verður vart við yvirflatan
og tað tilfarsliga í litum og flatu við litblettum og rennandi máling
Framhald av síðu 29
Málaraskaldið 100 ár
eini fiskivinnutjóð, men sum
Mikines hevur hevjað upp og
dramatiserað til at snúgva seg um
menniskjans lítilleika í tilveruni.
Í forgrundini stendur ein kvinna,
og um hana standa tvey børn.
Meðan drongurin, ið hyggur
eftir sluppunum í miðgrundini,
sær rættiliga vanligur út, eru
andlitini á hinum báðum átøk
óhugnaligum deyðamaskum,
ið bera boð um sakn, angist
og deyða. Óhugnakenslan
økist av bygnaðinum við tí
monumentaliseraða menn
iskjabólkinum í forgrundini,
hvørs andlit mynda ein trýkant,
ið verður aftursvaraður av
sluppunum, sum mynda ein
øvugtan, óstøðugan trýkant.
Perspektivið er eisini yvirdrivið
soleiðis, at fólkini gerast øgiliga
stór, meðan sluppirnar eru
minkaðar niður í lítið og einki
sum fyri at lýsa teirra lítilleika
í mun til ta vandamiklu og
lagnutungu ferðina. Eins og
symbolistisku myndir Munchs
er hendan merkt av einfeldi og
samanheingi. Persónarnir eru
av-indivitaliseraðir, kenslurnar
altíð galdandi. Formarnir eru
sera einfaldir, allar naturalistiskar
detaljur eru at kalla burtur.
Litirnir eru fáir og skipaðir
í stórum, einslittum flatum.
Dentur er lagdur á heildina. Alt
hongur saman í myndini og alt er
ein avleiðing av hvørjum øðrum.
Grønt
Tá slakar 100 myndir brádliga
eru til taks í staðin fyri tær 20-
25, ið vanliga eru at síggja í
Listaskálanum, er kanska ikki
so løgið, at tú leggur merki
til okkurt, sum tú ikki hevur
hugsað um fyrr í samband við
listafólkið. Eg havi sæð bæði
grindadráps- og dansimyndir hjá
Mikines áður, men eftir at hava
sæð 11 teirra í senn í einum rúmi
gjørdist greitt, at mær slett ikki
dámar tær. Hátíðardámurin, sum
málarin megnar at stýra í teimum
myrku myndunum, tykist í hes
um myndum sjálvhátíðarliga
nationalur. Bygnaðurin er
spennandi, dramatiskur og møgu
liga inspireraður av fronskum
romantikarum sum Delacroix og
Géricault, men myndevnið tykist
onkursvegna gamalt, fjart og
ótíðarhóskandi, sum møguliga er
áhugavert sum fólkalívslýsingar.
Hinvegin ger henda fram
sýning av álvara greitt, hvussu
stórur koloristur Mikines eisini
var við einari heilt serligari
kenslu fyri reyðum og grønum.
Ymsastaðni á framsýningini
hanga grønar tulkingar av
náttúruni í Mikinesi, ið skara
framúr. Um hesar høvdu hingið
saman, var samanhangurin
greiðari, eins og góðskan
hevði sæst betur. Tann einasta
av hesum myndunum, ið er av
álvara kend, er “Norðan” (1957),
tann grøna, regnváta myndin við
ælaboganum. Fleiri av hesum
grønu myndunum, ið eru frá
fimmti og sekstiárunum, minna
um akvarelmyndir við tunnum
litfarrum, ið flóta inn í hvønn
annan. Dýpdin í grøna litinum
tykist botnleys, samstundis sum
gjørt verður vart við yvirflatan
og tað tilfarsliga í litum og
flatu við litblettum og rennandi
máling.
Portrettmyndir
Portrettmyndir eru ofta málaðar
til privata nýtslu, t.d. bílagdar av
einstaklingum. Portrettmyndin av
Mykineskonuni í Listaskálanum
úttrykkir í vakurleika og kær
leika nakað væl út yvir tað
privata, og sama er galdandi
fyri myndina, sum Mikines
málaði av pápa sínum og sum
kann upplivast á framsýningini
í Listaskálanum inntil 12. mars.
Hesi bæði portrettini skuldu
saman við nøkrum fáum øðrum
meistarligum portrettum fingið
betur pláss á framsýningini. Í
mun til hvussu væl tað lá fyri hjá
Mikines at málbera seg um sína
egnu og um aðra list, tykist tað
løgið, at so lítið er gjørt burtur
úr tí. Men sum heild er lítið gjørt
burtur úr framsýningini tekstliga
sæð. Framsýningarskráin er
sostatt avmarkað til ein ótal
merktan lista við heitum, árstali
og ávísing av hvør eigur mynd
irnar. Hetta er ikki nóg gott til
eina framsýning sum hesa og
møguliga er hetta eitt tekin um,
at tann lovaði listfrøðingurin í
Listasavninum enn ikki er farin
til arbeiðis.
Á 100-ára degnum verður
Mikines-kvøld við hugleiðing
hjá Kára Mikines um pápan
og fyrilestri hjá Aðalsteinn
Ingálvsson, sum er í ferð við at
skriva bók um Mikines. Mikines-
kvøldið verður í Listaskálanum
23. februar kl.19.00