fríggjadagur 3. februar 2006síða 31
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 25 – 3. februar 2006
31
Planet
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Høgni Lisberg var tann einasti
av teimum, ið vunnu planetir
á Planet Awards, ið hevði
meldað avboð. Ikki ein einasti
av teimum, ið luttóku á fløguni
Morning Dew var í Føroyum.
Tá fyrireikararnir fríggjadag
seinnapart skiltu, at besta fløgan
ikki fór at vera umboðað, vóru
góð ráð dýr. Tí varð avgjørt, at
Høgni Lisberg skuldi sleppa
at skriva eina heilsan, ið eitt
umboð fyri plátufelagið TUTL
kundið lesa upp. Tí varð ringt til
lítilætna leirvíkingin, ið mundi
dottið um av skelkinum.
Hann sigur við okkum, at
hann als ikki hevði væntað at
vunnið. Hann var miðskeiðis
í síðstu viku í Føroyum, men
við einum nýføðingi heima
á Oyrasundkollegiinum, og
skúlagongd í Danmark fór
hann niður aftur hósdagin.
Hann greiðir frá, at hann var
sannførdur um, at 200 fór at
vinna heiðurslønina, tí bólkurin
hevur størstu fløgusøluna,
umframt at teir eru øgiliga
populerir. So hann fór aftur av
landinum.
Høgni slapp at fortelja
damuni Marjun og pápa sínum,
ið vóru innið hjá honum, tá
fyrireikararnir ringdu, at hann
hevði vunnið. Men annars
fekk eingin nakað at vita.
Leygarkvøldið lurtaðu Høgni
og eini 10-15 vinfólk eftir
útvarpssendingini. Hann snýkti
eina sjampanjufløsku við sær,
legði hana í køliskápið og helt
maskuni alt kvøldið.
Men í somu løtu sum Ginna
Midjord hevði sagdi Mo... kom
róp í, og tann einasti, ið ikki
hoppaði og jublaði var Høgni.
Hann noyddist tí at greiða
hinum frá, at hann visti hetta
frammanundan. Síðan bleiv
veitsla, og saman við nógvum
øðrum var sigurin feiraður í
Sumpen á Oyrasundskollegiinm.
Høgni sigur, at hann er
sera glaður um at hava fingið
heiðurslønina. Ambitiónirnar
røkka langt út um landoddarnar,
men Føroyar er basan, tí er eitt
tílíkt herðaklapp sera bekreftandi,
sigur hann. Hann er eisini
greiður yvir, at ein tílíkur prísur
kann nýtast í marknaðarføringini
uttanlanda. Hann hevur hoyrt frá
nógvum í ídnaðinum, at tað er
týdningarmikið at hava eina søgu
at selja, og hetta er ein góð søga.
Høgni gav Morning Dew út 28.
november, hetta er upp á dagin
tveir mánaðar, áðrenn Planet
Awards, um hetta mundið komu
eini 15 útgávur út, tí hevði Høgni
ikki ímynda sær, at hansara
útgáva fór at hava gjørt nóg nógv
vart við seg, til at vinna eina
heiðursløn.
Høgni Lisberg visti, at
hann fór at vinna
Í mun til flest øll hini, ið vunnu planetir á Planet Awards,
var Høgni Lisberg als ikki yvirraskaður, sjampanjan var í
køliskápinum. Tí Høgni visti, at hann fór at vinna, tað hevði
hann vitað í einar 30 tímar, áðrenn restin av okkum vistu tað
Høgni Lisberg feiraði Planetina á Oyrasundskollegiinum
Mynd: Símun Jóannesarson