fríggjadagur 3. februar 2006síða 32
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 25 – 3. februar 2006
32
Planet
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
– Tað var ófatuliga stórt. Eg
haldi vit fataðu tað ikki fyrr enn
dagin eftir.
Soleiðis sigur Lillian úr
Poppkorn, tá vit ringja til henn
ara mikudag og hon hevur havt
tíð at koma niður á jørðina aftur,
eftir at hava sveimað millum
planetirnar.
Tað vóru fleiri stór og góð
nøvn í uppskoti til besti nýggi
bólkur.
– Vit høvdu slett ikki væntað
hetta. Ongin av okkum hevði
hugsað hetta. Tað er stórt at
vinna og hetta ger, at vit verða
minstar aftur og ikki minst hevur
hetta ávirkan á eftirspurningin
Poppkorn feir
Gentubólkurin
Poppkorn, ið
hevur tikið
serliga tey ungu
í Føroyum á bóli,
vann heiðurin
og Planetina
sum besti nýggi
bólkur við
Planet Galla
kvøldið farna
leygarkvøld
Planet Awards
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Tað var ein fegin Kristian Blak,
ið fekk Planet Herðaklappið á
Planet Awards leygarkvøldið.
Men eisini konan Sharon var
glað, hon segði, at hon hevði
ynskt sær eina Planet heiðursløn
at stilla á hyllina í stovuni. Tað
er nevniliga sonur Kristian og
Sharon, Sámal og vinmaður
hansara David Geyti, ið hava
gjørt snotiligu planetirnar.
Sharon var tó serliga glað vegnað
Kristian, tí hon helt mann
sín hava uppiborið eitt tílíkt
herðaklapp fyri sítt arbeiði fyri
føroyskan tónleik, og hvør man
vita tað betur enn júst konan hjá
hesum arbeiðssama manni.
Kristin segði í spølni, at
honum hevði dámt planetina so
væl, at hann hevði hugsað um,
at biðið Sámal um at gera eina
eyka planet, sum tey kundu fáa
hetta pena listaverk. So tað er
bara gott, at eg vann eina heldur
Kristian.
Hann er stoltur av, at Sám
al bleiv biðin um at gera
planetirnar: ”Hann er ein dugna
ligur drongur. Hann hevur gjørt
eitt stórt og gott arbeiðið við
planetunum, og man gleðist jú
tá onkur í familjuni ger nakað
serligt”.
Kristian sigur annars, at hann
gjørdist ikki sørt kløkkur, tá
Jan Müller nevndi hansara navn
av pallinum. “Hatta var eitt
ordiligt yvirraskilsi - Men tað
var samstundis skeg at hoyra,
fólk rópa mítt navn, tá eg kom á
pallinum.”, sigur Kristian.
Kristian hevur virkað í før
oyska tónleikaídnaðinum síðan
1974 og hevur nærum øll árini
verið ein slóðbrótari. Spurdur
um menningina í føroyskum
tónleiki seinastu 32 árini, sigur
Kristian, at menningin hevur
verið sera stór, bæði í tali og
í góðsku á útgávum. Kristian
byrjaði sum útgevari í 1977 og
tey 18 árini fram til 1995, gav
TUTL 50 útgávur út. Seinastu 10
árini hevur felagið givið út fleiri
enn 200 fløgur. Kristian heldur,
at tvinnar høvuðsorsøkir eru til
hetta. Digitaliseringin hevur gjørt
sjálvt arbeiðið við at gera fløgur
munandi lættari. Hin orsøkin er
broytingin innan føroyskan popp-
og rokktónleik fyrst í 90’árunum.
Bólkar fóru frá at spæla løg hjá
øðrum til at spæla egið tilfar, at
hesum sprottu nógvar útgávur.
Kristian heldur eisini, at
serliga seinastu árini er nógv
hent við góðskuni á útgávunum,
tónleikararnir eru á høgum støði
og hava nógvan sjálvkritikk.
Hetta hevur havt við sær, at
nakrar sera góðar fløgur eru
komnar út. Kristian sigur, at
avbjóðingin hjá TUTL, nú liggur
í at liva upp til ábyrgdina, ið tann
høga góðskan leggur á herðarnar
á felagnum. Planet Awards
gjørdist eitt sera gott kvøld hjá
TUTL, við hópin av nøvnum
í uppskoti og fleiri í millum
vinnararnar.
Ein av bólkunum, ið hevur
givið eina góðsku fløgu út á
TUTL í 2005, er 200. Mikael
sonur Kristian spælir bass í
bólkinum. 200 vann planetina
fyri besta bólk. Kristian er sera
glaður fyri, at Mikael fekk
hendan heiður, men eisini vegna
Niels og Una. Tí teir spæla
øgiliga væl og hava givið eina
sera góða fløgu út, ið hevur
sligið navnið hjá 200 fast, sigur
Kristian.
Herðaklappið
hjá Kristian
Maðurin aftan fyri 250 føroyskar tónleikaútgávur
seinastu 28 árini, Kristian Blak, fekk serliga Planet
Herðaklappið. Hetta var ordiliga skeg heldur Kristian.
Kristian Blak hevði umhugsað at biðið sonin Sámal um at gera eina eyka
Planet til sín, men slapp nú undan