Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-03, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. februar 2006síða 33

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

33 Planet Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo – Hetta er ein viðurkenning og er jú positivt í sær sjálvum. Tónleikarar hava ikki verið so viðurkendir áður, men hetta er eitt herðaklapp, sigur Kim Hansen í viðmerking til heiðurin, ið hann fekk sum ársins mannligi sangari við Planet Galla tiltakið leygarkvøldið. – Ein er í upptøkuhølunum og spælir og veit kanska ikki hvussu tað verður móttikið, ið ein ger. Nú veit ein, at ein kanska fær okkurt. Hetta við planetunum og heiðranini er ein gularót, metir Kim. Men hinvegin sigur Kim seg ikki hugsa so nógv um slíkt. – Men vandin er kanska hinvegin, at nú kanska onnur hugsa, at “har gongur Føroya besti”, hugleiðir Kim, sum annars tekur tað heilt róliga, hóast hann fegnast um planetina. Gott tiltak Kim heldur, at tað er gott, at fólk, sum arbeiða innan tónleik, fáa eina viðurkenning. – Tað er eisini gott, at ein verður vigaður, heldur Kim. – Tað eru altíð byrjanartrupulleikar, tá slík tiltøk skulu stáplast á beinini. Planet Galla eigur at endurtakast og skal tilrættisleggjast betri, so tað slepst undan steðgunum. Og so haldi eg eisini, at rúmið til tónleikarar og onnur, ið eru við, skal ikki vera niðriundir, meðan tiltakið er uppiá, og tað er kanska heldur ikki rætt at hava almennan dans aftaná, tí so eru tey gallakløddu knappliga blandaði við onnur, ið fyri tað kunnu møta í skipstroyggju, sigur Kim, ársins sangari, ið heldur, at er talan um galla, so skal tað vera galla, og eftir stásinum at døma leygakvøldið, so eru fleiri samd við Kim í hesum. Kim fegnast at hann fekk heiðurin sum ársins sangari í kapping við góðar sangarar. Í uppskoti til ársnins sangara vóru eisini Janus Rasmussen, Brandur K. Jacobsen, Kári Sverrisson og Teitur Lassen. rað við pyjamas­party eftir okkum, tí hann økist í hvørjum, sigur Lilian. Cool Og at tað var Johnny Deluxe, ið handaði heiðursplanetina, gjørdi ikki upplivingina verri fyri ungu genturnar í Poppkorn. – Tað var cool. Teir eru stór fyrimynd. Tað var cool fyri okkum allar, at tað var Johnny Deluxe, ið handaði Planetina, sigur Lillian. Føðingardagur í Pyjamas Tá tær í Poppkorn komu til Sands í vikuni, var stór móttøka í Virkinum á Sandi. Borgarstjórin helt røðu og tey vaksnu fingu kaffi og køkur og børnini sunkist og sjálvandi poppkorn. Og Lillian fyllir 16 ár í hesum døgum og allar dámurnar í bólkinum hittast hjá henni til pyjamasparty og tær sova saman hetta kvøld. Jú vinkonurnar í Poppkorn hava beinini á jørðini, hóast tær vóru tiknar upp millum planetirnar leygarkvøldið. Í uppskotið til ársins nýggji bólkur vóru eisini Marius, Petur Pólson, The Dreams og Lama Sea. Planet Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Bólkurin Nephew vann planetina sum besti útlendski bólkur. Sangarin Simon Kvamm var í Føroyum og tók í móti heiðurslønini. Hann segði seg vera sera glaðan um hetta herðaklapp og helt fyri, at Føroyar var tað einasta landið í heiminum, har hetta kundi henda. At hugsa sær, at Nephew vunnu á bólkum sum Green Day og solistum sum James Blunt og Madonnu. Vit ringdu somuleiðis til trummuleikaran Søren Arnholt, fyri at práta um, hvussu hinir limirnir í bólkinum, ið ikki hava familju úr Føroyum, hugsaðu um hesa heiðursløn, og um nær hann fekk boðini. Søren greiðir frá, at sunnumorgunin kl. 5.15 fekk hann eini sms-boð frá Simon. Hann raknaði við og hoyrdi tey og hugsaði, at hetta var nokk frá Simon. Men fór ikki upp at hyggja at teimum. Tað var tó stuttligt at vakna sunnumorgunin og lesa boðini. Hann sigur, at hann altíð er glaður, tá Nephew vinnur heiðurslønir. Tær eru herðaklapp, og tí gerst man glaður. Hesuferð vóru hini, ið vóru í uppskoti rættiliga óvanligt selskap. Í Danmark hevur bólkurin ongantíð verið í uppskoti saman við Madonnu, Green Day og James Blunt, og tað er tí stuttligt at vinna á teimum. Hetta er deiligt at fáa, nú bólkurin arbeiðir við eini nýggjari útgávu. Søren sigur, at hann hevur havt eina góða kenslu um hesa heiðurslønina alla tíðina. Móttøkan í Føroyum var heilt fantastisk. Eisini hevur bólkurin fingið hópin av vinarligum mailum úr Føroyum, teir hava eisini sæð, at fløgan hevur ligið leingi á sølulistanum í Føroyum, umframt at teir hava havt fleiri løg á 15 teimum bestu. Tí var Søren greiður yvir, at teir høvdu møguleika at vinna. Søren greiður frá, at ferðin í Føroyum í summar var frálík, bæði fyri bólkin, men eisini fyri hann, konuna og sonin. Tí gleðir hann seg til at sleppa aftur til Føroyar. Tað gera vit øll sigur hann. Søren hevur ikki sæð planetina enn, Simon hevur hana, men tekur hana við til venjing í komandi viku, hann hevur hoyrt, at hon er heilt serlig, og heldur tað vera nokkso stuttligt, at lítlibeiggi hjá bassleikaranum í 200 hevur gjørt planetina. 200 vóru á pallinum, tá Nephew spældu á G!. Vistu at møguleiki var fyri einum sigri Nephew vann planetina sum besta útlendska navn, frammanundan hevur Nephew vunnið hópin av heiðurslønum, men ongantíð í útlandinum. Vit hava prátað við sangaran Simon og trummuleikaran Søren Kim Hansen Gott at verða vigaður Kim Hansen fekk Planetheiðurin sum besti mannligi sangari. Hann er fegin um heiðurin og metir hetta sum eitt herðaklapp Simon Kvamm var glaður fyri Planetina, men hinir í Nephew gleðast eisini