Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-03, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. februar 2006síða 34

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 25 – 3. februar 2006 34 Planet Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Tað var 200, sum gjørdist ársins bólkur við stóra Planet Galla tiltakið farna vikuskiftið. Og teir gjørdust fegnir, men bilsnir. Sjálvandi góvu teir eina ljóð­ roynd og spældu nøkur av kendu og villu løgunum, Tað gjørdu teir so sannførandi, at Jesper úr D.A.D, ið var á staðnum, seinni segði, at 200 so avgjørt hevði uppiborið heiðurin og Planetina. Og sjálvandi fegnast Uni, Niels og Mikal. – Fólk hava atkvøtt og tá veit ein ongantíð hvat úrslitið verður og ein kann ikki gita ella kenna seg tryggan. Men hetta er góð afturmelding at fáa, sigur Mikael Blak, bassleikari í 200. Hann sigur eisini, at teir gjørdust eitt sindur bilsnir, tá teirra bólkur varð róptur ársins bólkur og skuldi taka ímóti Planetini. Beiggin og Planetin Og tað er Mikael, sum hevur fingið sjálva Planetina heim til hús. Beiggi Mikael, listamaðurin Sámal Blak, hevur gjørt sjálva Planetina. Hvussu kenn­ist tað at hava fingið hesa Planetheiðurslønina til hús, tá beiggin hevur tilevnað hana? – Sámal hevur gjørt eini 80% av heiðursteknunum, ið eg havi frammanundan, so tað hóskar bara væl, sigur Mikael hálvgum skemtandi, men hann fegnast sjálvandi um hetta. Mikael og manningin í 200 halda, at Planet Galla tiltakið eigur at endurtakst. – Tað skal vera líka stuttligt næstu ferð, men betri fyriskipað. 200 gjørdist ársins bólkur. Innstillaðir vóru eisini Gogo Blues, Marius, Lama Sea og Makrel. Mikael Blak: – Vit gjørdust bilsnir Tað var bólkurin 200, sum fekk Planet fyri at vera Ársins Bólkur. Mikael Blak, bassleikari í 200 sigur, at teir gjørdust bilsnir, tí fólk atkvøða, og tí kann ein ikki vera vísur í, hvør vinnur. Hann fegnast um sjálva Planetina, sum beiggi hansara, Sámal, hevur tilevnað Planet Dagfinn Olsen Managarin hjá Eivør, Sigvør Laksá, sigur, at Eivør gjørdist bilsin og sera fegin, tá hon frætti, at hon fekk planetheiðurin sum besta songkvinna. Men Eivør var ikki til staðar. Tær tríggjar havfrýrnar, Lena, Guðrun og Eivør, høvdu nevni­ liga 3 konsertir um vikuskiftið fyri fullsettum Norðurlandahúsi, so tíðin rakk ikki og hetta var eisini eitt sera strævið vikuskiftið hjá songkvinnunum. Men Eivør frætti um heiðurin og fegnaðist og Planetin er komin heim til Gøtu. Eivør fór avstað aftur av landi­ num longu mánadagin. Í Danmark Hon fyrireikar nú tónleikaferð í Danmark, sum byrjar í kom­ andi viku. Harumframt er Eivør í uppskoti til heilar seks heiðurslønir í Danish Music Awards . Tá skal Eivør eisini á pallin. Hesum innstillignujm er Eivør eisini bilsin av og sera fegi um. Sigvør Laksá sigur, at hetta var nakað, sum tær als ikki høvdu í huganum sum nakað, ið var gjørlgt. Men hinvegin hevur Eivør eisini verið nevnd við slík titøk í Íslandi, so hví ikki í Danmark. Og Eivør og bakland hennara fegnast, nú tað tykist, sum Danmark er við at fáa eyguni – og oyruni (blðm.) - upp fyri Eivør, tí hetta er størri, enn t.d. Ísland. Eivør fekk planetheiðurin sum besta sangkvinna. Í upp­ skoti vóru eisini Guðrun Sólja Jacobsen,, Lena Andersen, Guðrið Hansen og Petsi Tvørfoss. Eivør fegnaðist um planet­ heiðurslønina Eivør Pálsdóttir varð kosin besti kvinnuligi sangari, tá stóra Planet Galla tiltakið var farna vikuskiftið. Og hon fegnaðist um heiðurin