fríggjadagur 3. februar 2006síða 35
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
35
Ritstjórn: Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Bøkurnar og eg
Høvundurin:
Nobelvinnari
gevst at skriva
Kolumbianski Nobelvinnarin
í bókmentum í 1982, Gabriel
Garcia Márquez, sum millum
annað skrivaði altjóða metseljar
an 100 års ensomhed, leggur nú
pennin. Í samrøðu við blaðið
La Vanguardia sigur Márquez,
at hann gevst at skriva av
persónligum orsøkum og leggur
afturat.
– Við mínum máta at arbeiða,
kundi eg uttan stórvegis
trupulleikar skriva enn eina bók.
Men lesarar varnast tað alt fyri
eitt, um tú ikki longur leggur tína
sál í eitt verk.
Óvæntaða avgerðin hjá
Márquez kemur, júst sum lesarar
annars høvdu væntað sær eitt
framhald av fyrstu útgávuni av
endurminningunum At leve for
at fortælle, sum kom í 2003.
Í bókini fortelur Márquez um
sína marglittu familju, sum við
sínum søgum legði lunnar undir
fantastisku frásagnirnar, Márquez
síðani hevur sagt heiminum.
Márquez verður mettur at vera
faðirin at sonevndu magisku
realismuni. Hugtakið fevnir um
eina røð av frásøgueyðkennum,
men vísir seg hjá Márquez
sum heilt ítøkiligar lýsingar
av teimum mest ótrúligum
hendingunum. Í 100 års
ensomhed, ið stendur sum ein
varði í magiskari realismu,
fær hesin frásøguháttur ein
heilt serligan týdning í einum
latínamerkanskum høpi, har
fyribrigdi úr indianskari mentan,
spanskari kolonialismu og lokal
politisk viðurskifti spæla eina
týdningarmiklan leiklut.
Pressan úrlatin
Olav Hergel, Flygtningen,
Linhardt og Ringhof, 2006
Mest umrødda bókin í Danmark
í løtuni man uttan iva vera
Flygtingen eftir Olav Hergel,
sum kom út fyri stuttum.
Hergel starvaðist í mong á
sum blaðmaður á Berlingske
Tidende. Tá hann brádliga
segði seg úr starvinum, segðist
orsøkin vera hansara ónøgd
við, at tað var so trupult hjá
sær at fáa innivist á blaðnum
fyri søgum um flóttafólk. Nú
verður so gitt dúgliga, um ikki
Flygtingen í so máta byggir
á veruleikan. Í øllum førum
er ein av høvuðspersónunum
blaðstjórin Kielland, sum hevur
sett øll journalistisk prinsipp til
viks, fyri at tekkjast lesararnum
og ikki minst harðrenda útlend
ingapolitikkinum hjá donsku
stjørnuni.
Sjálv søgan snýr seg um
blaðkvinnuna Rikke Lyngdal,
sum hevur støð í donsku her
mannaleguni í Irak. Ein dagin
sendir Rikke blaðnum eina
søgu, har donsku hermenninir
sáa iva um, hví teir yvirhøvur
eru við í hesum krígnum. Ikki
óvæntað noktar Kielland at
prenta greinina. Men tá Rikke
brádliga verður rænd og pínd av
irakiskum yvirgangsmonnum,
ger Kielland alt fyri at fáa fatur á
søguni.
Skaldsliga stílar Flygtningen
ikki høgt. Heldur tykist ørindi við
bókini vera ein náðileys avdúking
av populistiska rákinum í donsku
pressuni, har blaðstjórar ikki bara
lifra fyri men beinleiðis gera sær
dælt av fremmandaræðsluni hjá
dønum.
Bjørt Samuelsen,
kunningarráðgevi
Hvørja bók lesur tú í løtuni?
– Í løtuni lesi eg The secret man
eftir Bob Woodward og Antin
Ella um Søren Kirkegaard eftir
Ólav Rasmussen. Báðar fekk
eg í jólagávu. Sjáldan eri eg
eydnusamari, enn tá eg sleppi at
ganga fyri meg sjálva í einum
risa bókahandli, gjarna í Oslo
ella í Keypmannahavn. Av tí at
tíðin tykist tódna við árunum,
eri eg vorðin meira málrættað,
ella kræsin, um tú vilt. Men eg
lesi alt frá skaldsøgum, gjarna
krimi, bøkur um heimspeki og
sjálvsmenning, søguligar bøkur
og ævisøgur.
Er tað onkur bók, tú minnist
serliga væl?
– Tá tú spyrt um tað er onkur
bók, eg minnist serliga væl, so
kundi eg nevnt Wild Swans eftir
Jung Chang, sum eg las fyri 10-
12 árum síðani. Hon lýsir Kina
gjøgnum trý ættarlið av kvinnum,
og er ein óhugnalig frásøgn um,
hvussu siðaarvur kann nýtast í
kúganini av samfelagsbólkum.
Bókin lýsir eisini hvussu fanat
isma og fundamentalisma – tað
verið seg politisk ella átrúnaðar
lig – kann reka eitt heilt fólk inn
í ein óndan spiral av harðskapi
og ræðsluatburði.
Aðrar bøkur, sum hava rinið
væl við, eru sjálvsævisøgur hjá
persónum, sum hava livað eitt
spennandi lív og sett varðar
eftir seg – eitt nú Long Walk to
Freedom hjá Nelson Mandela,
ella Mit Liv eftir Gro Harlem
Brundtland.
– Eisini er spennandi at sleppa
eina ferð við lívsheimspekingi
num Arne Næss inn í tankar um
kenslur og skynsemi. Ella bøkur
um veruligar ævintýrarar. Tá
siti eg heitt og fjálgt, og lesi um
fjallaklintrarar, heimsumsiglarar
ella pólfarar, sum knossa og
strevast, frysta og sveitta fyri at
røkka málinum undir ekstremun
viðurskiftum. Eitt dømi er Snille
piker går ikke til Sydpolen eftir
Liv Arnesen, sum gekk einsamøll
til Suðurpólin. Tað, sum dregur
við hesum bókum, er ferðin
móti dreyminum. Hetta, at flestu
dreymar kunnu gerast veruleiki,
verða teir gjørdir til ítøkilig mál,
sum tú trýrt uppá. Ella, sum sagt
við Liv Arnesen: “Snille piker
går dit de vil!”
Hvør var tín fyrsta lesiuppliving?
– Eg minnist ikki mína fyrstu
lesiuppliving, men tað mundi
byrja so smátt í forskúlanum hjá
nunnunum. Í 10-12 ára aldrinum
minnist eg at De fem, Trekløveret
og Dana-pigerne vóru á skránni.
Havi funnið tær framaftur til
dóttrina. Munurin er tíbetur,
at stórur partur av bókunum
á hennara hill eru føroyskar.
Hugsa tær, hvussu fleiri túsund
síður um Harry Potter stimbra
málførleikan!
Hvat fær teg at velja tær bøkur,
tú lesur?
– Tað er torført at siga, hvat
fær meg at lesa hesa og ikki
hina bókina. Eitt ummæli, ein
perma sum eggjar, ella sigur
mær, at hesa bara MÁ eg lesa.
Sum eitt kvøldi, eg fór framvið
hjá einari vinkonu. Hon gav
mær eina bók, og heimkomin
settist eg við náttarfriðinum at
lesa Ro uten årer. Ulla-Carin
Lindquist var kendur svenskur
sjónvarpsjournalistur. Mamma
at fýra børnum og hevði annars
alt, sum eyðkennir eina sanna
karrierukvinnu. Aftastu síðurnar
í bókini skrivar journalisturin
við einum fingri á vinstru
hond – tann seinasti, sum virkar,
áðrenn sjúkan hevur brotið
niður allar nervakyknur og har
við kvett alt samskifti millum
vøddar og heila. Vanliga hati eg
tárapersarar! Men henda bókin
er ósentimentalt og væl skrivað.
Óinnballað og poetisk. Stutt
men djúp. Rakar kenslu- og
tankamiðdeplarnar í senn. Eg
sleppi ikki undan at hugsa. Um
tíðina, um raðfestingina. Og um
hví vinkonan helt, at eg átti at
lesa hesa bókina ...
Bjørt Samuelsen dámar væl at sita heitt og fjálgt við eini bók og fylgja ævintýrarum, sum
knossast, frysta og sveitta fyri at gera sínar dreymar til veruleika
Heimkendi høvundurin, Gabriel
Garcia Márquez hevur boðað frá, at
hann gevst at skriva
Populistiska pressan í Danmark
verður náðileyst avdúkað í
Flygtingen
Nr. 25 – 3. februar 2006