Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-03, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. februar 2006síða 36

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 25 – 3. februar 2006 36 Við Edens portur Kanska av teirri grund, at heimsins vónloysisgøta er lýst við so sterkum ófrættadámi, sum ein málningur eftir el Greco, fær portrið í niðurlagnum eina næstan ógloymandi auru av endurloysn. Dylan – tekning eftir Øssur Johannesen IV. ÁTRÚNI OG TILVERUMYND Í hesi fjórðu og seinastu greinini um tann amerikanska troubadourin og yrkjaran Bob Dylan fari eg at royna at lýsa tættir í Dylans tilverumynd, átrúna og heimspeki. Til seinast fari eg at royna at taka saman um og geva eina heildarmynd av Bob Dylan sum skaldi, av hansara týdningi og høvuðseyðkennum. Um vit nú fyrst fara aftur til endan á sjeytiárunum, so kom tann nýumvendi Bob Dylan til orða á plátunum Slow Train Coming frá 1979 og Saved frá 1980. ”Every Grain Of Sand”, tann teksturin eg havi valt at hyggja at, er kortini frá hvørgari av hesum plátum, men frá Shot Of Love frá 1981. Teksturin er settur saman av seks ørindum, har hvørt ørindi hevur fýra reglur, har hvør regla er sjeyføtt, og har 1. og 2. regla og 3. og 4. regla bera upp á rím. Ein lykil til tekstin finna vit kanska í 3. reglu í 3. ørindi, har tikið verður til: ”the sun beat down upon the steps of time to lead the way”, t.e. sólin stavaði á tíðarinnar trin at vísa veg. Bunyan og Blake Sangurin lýsir eina ferð frá anda­ ligum vónloysi fram til trúgv, og kanska kunnu vit siga, við einum heiti frá tí enska rithøvundinum John Bunyan (1622-88) - hvørs andi sum heild tykist sveima yvir sanginum - at Dylan her sigur frá síni persónligu píla­gríms­ferð. Aftan fyri seg sær hann eftirlætisins (ella syndarinnar) blomstur og illgresi, ið sum brotsmenn hava køvt samvitskuna, og á leiðini hyggur hann inn í freistingarinnar hallir, har hann hvørja ferð hoyrir tey rópa sítt navn, men samstundis fatar hann, at hvørt strá og hvørt sandskorn er talt. Ikki bara í bygnaði, ljóðfalli og setningsgerðini í hesum teksti meira enn hómast hondin hjá tí eingilska skaldinum William Blake (1757-1827), eisini heitið og høvuðsmyndin koma frá sama skaldi, sum helt fyri, at tann óspilti megnar ”at síggja eina verð í einum sandskorni / og ein himmal í eini blómu / halda endaloysinum í sínum lógva / og ævinleikanum í einum tíma”. Gud í natúrini Vit fara nú tjúgu ár aftur í tíðina, til sangin ”Lay Down Your Weary Tune”, sum varð til í 1963, er at finna á einari av plátunum hjá The Byrds, men ikki varð almannakunngjørdur sum Dylan- framførsla fyrr enn á útgávuni Biograph frá 1985. Úr hesum sangi streymar eisini ein religiøs kensla, men meðan ”Every Grain Of Sand” umboðar eitt slag av siðbundnari gudstrúgv, er hin fyrri sangurin týðiliga panteistiskur. Í panteismuni býr tann hugsan, at Gud er til staðar í alheiminum og kemur til sjóndar sjálvt í náttúrunnar smæstu lutum. Henda hugsan varð borin fram av Spinoza og seinni av eitt nú tí týska heimspekinginum Fr.W.J. Schelling, sum helt fyri, at ”náttúra skal vera sjónligur andi, andi ósjónlig nátúra”. Um Henrich Steffens fekk Schelling ávirkan á ta donsku háskúlarørsluna, og tað er neyvan av tilvild, at vit finna spor av panteismu í verkum ella útsøgnum eftir háskúlanæmingar sum H.A. Djurhuus, Heðin Brú og Martin Joensen. Havsins urguljóð Venda vit aftur til Dylan, so sær ein fyri sær, tá ið ein lesur ella hoyrir ”Lay Down Your Weary Tune”, at yrkjarin er staddur úti við eina strond, kanska langt frá alfaravegi, og hvør veit, kanska í einum summarhúsi. Hann vaknar tíðliga ein morgun og fer út, eysturhimmalin er reyður, men sólin er ikki uppkomin enn, brimið brýtur niðan á sandin og niðan móti klettunum, regnið díkir niður, oman at sjónum fossar ein á, og brádliga kemur yvir yrkjaran ein kensla ella vissa um, at øll natúrin er íbygd, og samsvarandi hesum verður allur myndburðurin í hansara yrking sakralur, vindurin blæsur móti degningsins trummu sum eitt horn, havið leikar á orgul, tarin er urgunnar streingir (sum er orðið, yrkjarin brúkar), aldurnar eru slagbumbur, regnið syngur sum ein trompet, greinarnar á trøunum leika sum ein banjo, og áin hevur harpu- og sálmaljóð: ­— — The ocean wild like an organ played The seaweeds wove its strands The crashin´ waves like cymbals clashed Against the rocks and sands ­— — Natúrin er samstundis fylt við kærleika, tí, sum sagt verður í 4. ørindi, bløðini fullu av trøunum og løgdu seg at jarðarinnar brósti sum at eini unnustu. So vakur og sterkur er náttúrunnar tónleikur, at skaldið velur at lata sín egna ”móða tóna” tagna og bara lurta eftir streingjum, sum eingin mannarødd kann kappast við: ­— — Lay down your weary tune, lay down Lay down the song you strum And rest yourself ´neath the strength of strings No voice can hope to hum ­— — Hesir báðir tesktirnir eru líkir í tí, at báðir eru bygdir upp við reglu­ ligum ørindislag, at myndirnar í teimum eru traditionellar, og at teirra farmur av lívssjón ella átrúna er greiður. Tað kann tí vera hóskandi, sum eitt slag av mótsetningi, at umrøða ein visioneran tekst frá Dylans surrealistiska tíðarskeiði. Eg hugsi um tann merkisverda tekstin ”Gates Of Eden” (Edens portur ella Paradísportrið) av plátuni Bringing It All Back Home. Dreymur sum sannleiki Hesin tekstur er settur saman av níggju ørindum, ljóðfallið er regluligt allan vegin, í hvørjum ørindi eru sjey reglur, eitt sindur av rími er, sum tó ikki er regluliga ført ígjøgnum, fast er bara, at 2. og 4. regla ríma. Lykilin til tekstin finna vit í síðsta ørindi, har yrkjarans elskaða sigur sínar dreymar uttan at royna at tolka teir, og skaldið heldur fyri, at tað mangan tykist honum, at annar sannleiki enn dreymsins er ikki til. Sangurin er sostatt næstan eitt surrealistiskt manifest: ­— — At dawn my lover comes to me And tells me of her dreams With no attempt to shovel the glimpse Into the ditch of what each one means Hanus kamban Á pallinum í Warfield Theater í november 1979