fríggjadagur 3. februar 2006síða 37
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 25 – 3. februar 2006
37
At times I think there are no
words
But these to tell what´s true
And there are no truths outside
the Gates of Eden.
Móti paradísportrinum
Um vit nú kveita aftur um bak
at hinum ørindunum, so eru tey
sum eitt panorama yvir tað, sum
fer fram í Boogie Street (fyri at
brúka eitt hugtak frá Leonard
Cohen), í tí veruliga heiminum
og lívinum, í tí falna universi,
har mótsetningar glímast - kríggj
og friður, materialistisk trá og
vesældómur, vald og máttloysi,
motorsúkklumadonnur og
løgreglumenn, gullkálvsvalsarar
og biddarar. Seinast í tí minniliga
triðja ørindi eru vit á eini strond,
har glúskir hundar goyggja eftir
skipum, sum við litprunkaðum
seglum stevna móti Edens portri:
— —
The savage soldier sticks his
head in sand
And then complains
Unto the shoeless hunter who´s
gone deaf
But still remains
Upon the beach where hound
dogs bay
At ships with tattooed sails
Heading for the Gates of Eden
— —
Og hetta, Edens portur, sum er
nevnt í heitinum á sanginum og í
niðurlagnum, er mótsetningurin
til Boogie Street: grindin inn í
ein heim, har eingir kongar eru,
einki rættarmál, eingin synd, har
bara flent verður at ríkidømisins
og fullkomileikans utopistum,
ein heim, sum best verður lýstur
í seinastu reglu í sanginum: uttan
fyri Edens portur finnast eingir
sannleikar.
Skaldskapur og tónlist
”Gates Of Eden” er hvørki pante
istiskur sum ”Lay Down Your
Weary Tune” ella átrúnaðarligur
í konfessionellari merking
sum ”Every Grain Of Sand”,
heldur er hann religiøsur í
meira heimspekiligum týdningi,
ein kemur aftur at hugsa um
William Blake, sum segði, at ”tá
sannkenningarinnar hurðar verða
reinsaðar, fer menniskjan at
síggja alt sum tað er - markleyst”.
Kanska av teirri grund, at
heimsins vónloysisgøta ella
oyðimørk í hesum sangi er lýst
við so sterkum ófrættadámi, sum
ein málningur eftir el Greco,
fær portrið í niðurlagnum eina
næstan ógloymandi auru av
endurloysn.
Til seinast fari eg at royna at
taka saman um og vita, um tað
ber til at geva Bob Dylan sess
sum sangskrivara og skaldi í 20.
og 21. øld. Um vit taka vavið
fyrst, so vóru ár 2000 tilsamans
44 plátur, fløgur og útgávur eftir
Dylan útkomnar. Nógv av hesum
tilfari er langt frá lýtaleyst, men
eftir standa nøkur meistaraverk,
fyrst og fremst sekstiáranna
útgávur, men eisini frá seinni
árum t.d. Blood On the Tracks
og Time Out Of Mind. Sum hesar
greinar hava víst, hava hesi verk
vítt tematiskt veingjabreiði og
fata m.a. um bæði samfelag,
tilveru, kærleika, átrúna og
heimspeki.
Fólkamentan og hámentan
Í sínum verkum megnar Bob
Dylan at stíga yvir um - ella
transcendera - í hvussu er tvey
høvuðsmørk, markið millum
tónlist og skaldskap og markið
millum tað fólksliga og tað
meira intellektuella, lærda og
hámentaða. Um hetta seinna
umráðið er at siga, at fólksins
gamla vísu- ella kvæðamentan,
og ikki minst tann natúrliga og
viðhvørt skapandi málsliga fynd,
sum ofta er partur av henni - tað
veri í Føroyum ella í USA, og
har helst serliga úti á bygd - ofta
goymir í sær eina poetiska fatan
og kenslu, sum er sonn og ekta
og væl stendur mát við – og
viðhvørt er oman fyri - nútíðar
fínmentaðu poesifatan. Sum
dømi um slíkan poesi og eina
slíka kenslu, fari eg at taka fram
hetta ørindi úr Dvørgamoy III:
— —
Har vóru hurðar av hókumtræ,
málar av ídningshorni,
glógvar so gull í gøtum har,
sum ljómir av havrakorni.
— —
Tann klassiski arvurin
Myndin er sterk og rík og kann
hóskandil líknast við tær tinnur
av skaldskapi, sum skyggja úr
sangum sum ”A Hard Rain”,
”Girl Of The North Country”,
”Love Minus Zero / No Limit”
og ”Boots Of Spanish Leather”.
Men Dylan var eisini ein yrkjari,
sum kunnaði seg við modernað
skald sum Rimbaud, Browning,
Eliot og Brecht, og sum seinni
sjálvur gjørdi vart við, at sum
andkomubrunnur vóru tey eldru
skaldini, her hugsaði hann
kanska um Keats, Blake ella
Shakespeare, at líkna við ein
uppaftur fruktarbetri urtagarð.
Teirra slóð, bæði tann yngra og
tann eldra eins væl og íblástur úr
Halgubók, sæst aftur í hansara
bestu yrkingum, í summum
førum glógvandi gjøgnum
surrealismunnar kafkakendu
strendu.
Í eini samanfatan eiga vit
ikki at gloyma, at Dylan
veruliga hevur livað í Boogie
Street, smakkað hennara sveitta,
óhumsku og blóð, av hesum er
hansara skaldskapur merktur,
men hann fær samstundis eitt
serligt perspektiv av, at yrkjarin
samstundis er sjónarmaður,
hvørs eygu líta at Edens portri,
um somu tíð sum tey kveita
aftur um bak at vónloysisgøtuni,
hennara myrkri, neyð, órætti og
vesældómi, og ikki minst egnum
sárum og egnum misgerðum.
Hvat var í skeinki?
Eg fari til seinast at taka fram
tekstin ”Not Dark Yet” av
fløguni Time Out Of Mind frá
1997. Henda yrking, har lívsins
roknskapur verður gjørdur upp,
byrjar soleiðis:
— —
Shadows are falling and I´ve
been here all day
It´s too hot to sleep, time is
running away
Feel like my soul has turned into
steel
I´ve still got the scars that the
sun didn´t heal
There´s not even room enough to
be anywhere
It´s not dark yet, but it´s getting
there
— —
Samdøgrið er ein mynd av
lívinum, og tað er neyvan av
tilvild, at her er ein regla fyri
hvønn av lívsins 24 tímum. Og
hvat var so í skeinki? Brostnar
vónir, horvið álit, ógrødd sár,
hjartagóðskan farin fyri hund og
heyk, líkasæla, ein tilvera full av
lygnum, lofnaðar, tómar kenslur.
Í síni viðkvæmu lýsing av
hesi yrking nevnir Christopher
Ricks, hvussu hegnisliga rímini
verða brúkt, og hann vísir t.d.
á, at triðja regla í hesum fyrsta
ørindinum hevur ”kransandi”
innanrím (har fyrsta og seinasta
orð í regluni ríma). Hann
vísir eisini á, at høvuðsorðini
í tekstinum eru at finna, at
kalla øll, í yrkingini ”Ode To A
Nightingale” eftir John Keats og
førir fram, at her má vera talan
um eitt slag av ómedvitnum
millumtekstleika.
Dylan roynir við hesi yrking,
heldur Ricks, at knýta vinarband
við deyðans neyðsyn. Men hóast
deyðin, tá ein hoyrir sangin ella
lesur tekstin, er til staðar sum
skuggi, verður hann ongastaðni
nevndur við navni. Hinvegin er
eitt annað orð – even – nevnt
fýra ferðir, í samansetingini ”not
even”. Orðið merkir her ”enntá,
so frægt sum”, men tað merkir
samstundis, á eldri máli, tað
sama sum evening, t.e. kvøld.
Soleiðis fær yrkjarin, sum Ásla
Sjúrðardóttir í Ragnars kvæði,
bæði sagt og ikki sagt, hvat her
leikar á. Hvussu nógv er eftir av
hansara játtandi gudstrúgv, kann
næstseinasta regla í tekstinum
kanska geva eina ábending um:
— —
Don´t even hear a murmur of
a prayer
It´s not dark yet, but it´s getting
there
— —
Dylan og skúlin
Sum fleiri ferðir nevnt varð
skaldskapur helst upprunaliga
borin fram sum sangur, vísa
ella kvæði. Dylan umboðar,
eins og Wolf Biermann, Regin
Dahl og Kári P., hesa fornu og
ríku skaldskaparfatan. Mikil
sangari er hann ikki, um vit líkna
hann við Caruso ella Stefan
Islandi. Viðhvørt ljóðar røddin
spent, sum megnar hon ikki sína
uppgávu, og tá ið hann syngur
”Every Grain of Sand” (á Shot Of
Love), ljóðar málið – so løgið tað
tykist, tá ein hugsar um, at hetta
er ein av hansara væleydnaðu
tekstum – mishátt, næstan
trúttandi. Og kortini megnar
hann at bera nakrar av sínum
tekstum – eitt nú ”Love Minus
Zero / No Limit” og ”Desolation
Row” – fram við sterkari, vakrari
og rúmari rødd.
Hann er tó fyrst og fremst
ein óvanliga fínur, neyvur,
kensluborin og inniligur tolkari,
sum tekstir sum ”Corinna,
Corinna”, ”Girl Of The North
Country” og ”Visions Of
Johanna” eru ógloymandi dømir
um. Um ”Not Dark Yet” er
at siga, at henda framførsla,
bæði sum tekstur, vokalt og
hvat fylgispæli viðvíkir, er eitt
meistaraverk, sorgblíð, bersøgin,
ósentimental, meditativt
drálandi og samstundis fínliga
klantrut sum ”Cello” eftir J.H.O.
Djurhuus:
— —
Leyvið dettur, dettur,
frost og stormur kvettir –
brátt er einki
leyvsblað eftir.
— —
Nógv verður í dag tosað og
skrivað um ”kanon”. Málið er
viðkomandi, men – av tí at øll
listarfatan í eini ávísari vídd er
persónlig og subjektiv – torført
at viðgera. Var eg lærari, hevði
tó ikki ivast í á onkrum sinni
at farið við næmingunum inn
í Dylanstovu. Ein kann royna
at ímynda sær, hvussu tað
hevði kenst, um tey gomlu
skaldini høvdu sangrødd, sum
teir megnaðu at tolka síni verk
við, so at ein kundi hoyrt T.S.
Eliot borið fram Four Quartets,
Baudelaire Le Crépuscule du
soir ella Goethe Die Braut von
Korinth. Í slíkum ljósi eigur
Dylan at verða sæddur, og
upplivingar av hesum slag hevur
hann at bjóða.
BÓKMENTIR
Dylan, Bob: Lyrics 1962-2001.
Simon & Schuster. London 2004.
Gray, Michael: Song & Dance
Man III. The Art of Bob Dylan.
Continuum. London New York
2000.
Herdman, John: Voice Without
Restraint: Bob Dylan´s Lyrics
and Their Background. Paul
Harris Publishing. Edinburgh
1982.
Heylin, Clinton: Dylan Behind
the Shades. Penguin Books.
London 1991.
Kamban, Hanus: Ein veingjað
Cordelia. Í ”Eyðvinur. Heiðursrit
til Eyðun Andreassen”. Ritstj.:
M. Marnersdóttir, J. Cramer
og A. Johansen. Føroya
Fróðskaparfelag. Tórshavn 2005.
Marqusse, Mike: Chimes of
Freedom. The Politics of Bob
Dylan´s Art. The New Press.
New York London 2003.
Ricks, Christoper: Dylan´s
Visions of Sins. Ecco. New York
2004.
Dylan, kanska grundandi yvir lívsins stóru spurningar. Myndin er tikin
í 1983
William Blake (1757-1827), skaldið og sjónarmaðurin,
hvørs farvegur sæst í »Every Grain Of Sand