Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-03, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. februar 2006síða 38

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 25 – 3. februar 2006 38 Misnýtsluviðgerð Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Myndir: Jens K. Vang Fyri fyrstu ferð ber tað nú til at taka fyrsta part av útbúgvingini sum misnýtsluviðgeri her í Føroyum. Í farnu viku vóru teir 12 næmingarnir í ferð við triðju eind av útbúgvingini. Hesir dagarnir vóru serliga intensir, við tað at næmingarnir átóku sær leiklutin sum misnýtarar við øllum tí, sum tað inniber. Seta seg orð á pínuna Ein av luttakarnum á skeiðnum er Fríbjørg Jacobsen, sum sein­astu fýra árini hevur starv­ ast sum sjúkrahjálpari á Blá­ krossheiminum. Hóast drúgvur royndirnar hevur Fríbjørg ofta saknað onkur amboð, so hon betri er før fyri at finna heilt inn til, hvat tað er, sum nívir misnýtaran. – Fyri at kunna hjálpa einum misnýtara, mást tú eisini duga at skilja, hví hann hevur so ilt við at tosa um tað, sum veruliga pínir hann. Besti mátin at gera tað er at grópa innan í tær sjálvum fyri á tann at vita, hvussu tað kennist, tá tínar svárastu kenslur skulu upp til yvirflátuna, so tað ber til at tosa um tær. Tað er ikki lætt, men tað er ómetaliga effektivt, sigur Fríbjørg, sum viðgongur, at seinastu dagarnir á skeiðnum hava kenst sera útlúgvandi. Sunnleif Jacobsen starvast eis­ ini á Blákrossheiminum. Hann er sjálvur fyrrverandi misnýtari og hevur í allar mátar kent neyðina hjá einum misnýtara á egnum kroppi. Hví heldur hann seg so hava tørv á einum skeiði, sum hesum? – Jú, eg kann saktans seta meg inn í støðuna hjá einum mis­nýtara. Slíkt gloymir tú ikki so lætt. Men tað merkir ikki tað sama, sum at eg saman við misnýtaranum altíð dugi at seta orð á tað, sum bilgist innan í honum og á tann hátt fái hjálpt honum betri. Har havi eg ofta kent meg ov stuttan – sum at eg ikki fekk verið har fyri misnýtaran, tá hann hevði mest brúk fyri mær, sigur Sunnleif. Hóast tað vanliga ikki er nakað, hann er serliga errin av, heldur Sunnleif tað avgjørt hava sínar fyrimunir í einum slíkum starvi at hava eina fortíð sum misnýtari. – Bara tað, at búfólkini á heimi­ num vita, at eg veit, hvussu mis­nýtsla veruliga kennist, ger tað ofta lættari fyri tey at loysa upp og byrja at tosa um sínar trupulleikar. Og júst tað, at tosa um pínuna er ofta størsti trupulleikin hjá teimum. Fyri tað fyrsta eru tey ikki ov von við, at nakar tímir at lurta eftir teimum. Hartil er pínan ofta so stór, at fá av okkum høvdu orkað at tosa um hana, um tað snúði seg um okkum sjálvi. Fakligan tryggleika Fríbjørg skoytir uppí, at fyri hana er tað eisini umráðandi at vita, at hon fakliga er á rættari leið í samrøðuni við ein misnýtara – Tað eru løtur í samrøðuni við misnýtaran, har eg steðgi á og helst ikki fari longur í dýpdina 12 føroyingar eru í løtuni í ferð við at útbúgva seg til misnýtsluviðgerar her í Føroyum. Ein liður í útbúgvingini er, at næmingarnir so at siga uppliva pínuna hjá misnýtaranum á egnum kroppi, fyri á tann hátt at kunna hjálpa honum best Í læru sum misnýtsluvið – Tað eru løtur í samrøðuni við ein misnýtara, har eg helst steðgi á, tí eg fakliga ikki kenni meg á nóg tryggari grund. Tað er ein av orsøkunum til, at eg nú taki hesa útbúgvingina, sigur Fríbjørg Jacobsen