Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-03, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. februar 2006síða 39

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 25 – 3. februar 2006 39 Misnýtsluviðgerð Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Mynd: Álvur Haraldsen – Eg síggi ongar bumsar long­ur í mínum starvi á Blákross­heim­ inum. Men eg síggi ein rúgvu av brotnum menniskjum, sigur Martin Kúrberg og leggur afturat, at hetta kemst ikki av, at tey, sum leita sær hjálp á heiminum hava broytt seg hesi árini, hann hevur starvast sum misnýtsluráðgevi. Heldur er tað fatanin hjá Martini av, hví summi gerast misnýtarar, sum er vorðin grundleggjandi øðrvísi, síðani hann byrjaði sína útbúgving sum misnýtsluviðgeri. Rúsurin altíð eina ørsøk Drúgvu royndirnar hjá Martini sum misnýtsluviðgeri hava sann­ført hann um, at viðgerðin í Føroyum sum heild er alt ov generell. Eisini er hon í støðum ov lagalig við tí úrsliti, at misnýtarin í stóran mun sleppur at bera at seg at, sum hann plagar heima, har familjan bara er skift út við starvsfólki á viðgerðarstovninum. – Tað sigur seg sjálvt, at hetta gevur ikki misnýtaranum tey neyðugu amboðini til at byrja eitt øðrvísi lív. Tí er tað eisini ofta bara ein spurningur um tíð, til hann rúsar seg aftur, sigur Martin. Hann vísir á, at grundleggjandi eigur øll viðgerð at hava sum mál at geva misnýtaranum nøkur amboð, so hann kann handfara pínu og mótgang á ein annan hátt enn við at rúsa seg. – Vit skulu minnast til, at ong­in í verðini drekkur seg frá familju og arbeiði fyri stuttleikar. Rúsurin hevur altíð eina orsøk. Tí er tað eisini ov lættkeypt at siga, at tað ikki hjálpir at drekka seg frá pínuni. Víst hjálpir rúsurin í fyrsta umfari – enntá so væl, at hann gerst størsti tryggleikin hjá einum misnýtara. Tí er tað eisini ofta so ómetaliga torført at røkka inn til hann, sigur Martin og leggur afturat, at hóast tað finnast nógv felags eyðkenni fyri misnýtarar, er tað altíð ein serstøk orsøk fyri, hví tann einstaki gjørdist misnýtari. Tess meir átroðkandi er tað viðgerin hevur vilja og førleika til at finna fram til, hví rúsurin gjørdist so týdningarmikil í lívinum hjá júst hesum persóninum. 40 ára gomul børn Martin minnir á, at ongin er føddur sum misnýtari. Einasti munurin á einum misnýtara og einum vælvirkandi borgara er, at kortini teir fingu í hondina frá barnsbeini av vóru ymisk. Kanska var misnýtarin so óheppin, at fyrimyndirnar sviku og ikki megnaðu at liva upp til sína ábyrgd. Tískil stóð barni ikki bara einsamalt við síni pínu. Tað hevði heldur ongan, sum vildi taka hana burtur – inntil tað møtti rúsinum. – Tað eru hesi brotnu menniskj­ uni, eg møti í mínum starvi, 40 ára gomul børn, um tú vilt, sum bilgjast inni við eini sorg, tey ongantíð hava fingið hjálp til at arbeiða seg ígjøgnum á ein nátúrligan hátt. Tí er tað har, viðgerðin má seta inn, áðrenn tað veruliga arbeiðið við tí góða lívinum kann byrja. Edrúskapurin er nevniliga ongantíð eitt endamál í sær sjálvum, sigur Martin Kúrberg. Viðgerðin í Føroyum ov generell – Viðgerðin av misnýtarum í Føroyum er sum heild alt ov generell. Tí er tað alneyðugt, at vit fáa fólk inn í skipanina, sum eru útbúgvin til at taka hond um tann einstaka, sigur Martin Kúrberg, sum herfyri tók prógv sum Misnýtsluviðgeri og psykoterapeut við serligum atliti til misnýtslu – Ein viðgeri má hava vilja og førleika at finna fram til, hví rúsurin gjørdist so týdningarmikil í lívinum hjá júst hesum persóninum, hann situr yvir av, sigur Martin Kúrberg, misnýtsluviðgeri á Blákrossheiminum gerar av ótta fyri at gera okkurt skeivt og kanska meir skaða enn gagn. Tí gevur hendan úbúgvingin mær eisini ein týðandi fakligan tryggleika, sigur Fríbjørg. Sambært Jesper Grübach, skeiðsleiðara, krevur tað altíð neyvt fakligt innlit í misnýtslu, um tú skalt skalt hjálpa einum misnýtara aftur á føtur. – Sum eg havi sagt fyrr, tað er ikki nokk at hava eitt stórt hjarta í einum slíkum starvi. So leingi ein misnýtari er fangaður í misnýtsluni, sigur og lovar hann hvat sum helst, fyri ikki at verða settur andlit til andlit við pínuna. Um tey, sum royna at hjálpa, lata hann blíva við at tosa uttan um, kunnu tey óviljað verða við til at fasthalda honum í misnýtsluni, sigur Jesper. Júst hetta við manipulatiónini hevur verið eitt av evnunum á skeiðnum hesuferð. Í bólkum hava luttakarnir skiftst um at átaka sær leiklutin sum misnýt­ ari og viðgeri fyri á tann hátt at avdúka, nær misnýtarin roynir at smoyggja sær uttanum. Hetta vísir seg typiskt við at misnýtarin byrjar at gera ovurhonds nógv burturúr onkrum óviðkomandi, í eini roynd at draga uppmerksemið burtur frá tí, tað veruliga snýr seg um. Í bólkunum brúka luttakarnir soleiðis hvønn annan at læra seg at seta røttu spurningarnar og halda hvørjum øðrum fast, sjalvt um “misnýtarin” stríðist við hond og fót at sleppa undan. Burtur við knaganum Umframt fólk, sum vanliga starvast við misnýtsluviðgerð, eru eisini onnur við á skeiðnum, sum ikki beinleiðis eru partur av viðgerðarskipanini. Róa Midjord starvast dagliga í stuðulskipanini fyri sálarsjúk, har alsamt fleiri hava eina sokallaða dupulta diagnosu, tvs bæði eru sálarsjúk og misnýtarar. – Sjálvt um mín uppgáva ikki er at virka sum viðgeri, kann eg ikki loyva mær at lata eyguni aftur fyri pínuni, ein sálarsjúkur roynir at doyva við rúsinum. Har kann eg so vónandi verða millumliðið, sum syrgir fyri, at hann fær røttu hjálpina fyri misnýtsluna. Men tað kann eg bara, um eg sjálv fái rúmað hansara misnýtslu, sigur Róa. Umframt Róu eru eisini fleiri avvarðandi hjá misnýtarum við á skeiðnum. Tey fægstu geva sær far um, at tey avvarðandi oftast hava tað líka ringt sum misnýtarin. – Kanska verri, tí vit hava jú ikki rúsin at doyva okkum við, sum ein av teimum tekur til. Hon leggur bersøgin afturat, at í eini familju, har ein er misnýtari, verður samveran oftast so sjúklig, at tey avvarðandi missa evnini at døma um, hvat er rætt ella skeivt at gera í støðuni. – Higartil havi eg verið knag­ in, allar umberingar og rætt­vís­ geringar fyri at rúsa seg vórðu hongdar á. Skal eg verða til nakra hjálp og sjálv yvirliva, má eg sleppa úr tí leiklutinum – og tað er millum annað tað, er læri her, sigur ein av teimum avvarðandi. Hesi, sum nú taka hesa grund­ út­búgvingina, verða liðug í apríl mánað. Men gongst, sum ætlað, verður seinni møguleiki at taka alla trý ára útbúgvingina í Misnýtsluviðgerð og psykoterapi í Føroyum. – Tað, at eg sjálvur eri fyrrverandi misnýtari, merkir ikki tað sama, sum at eg dugi at seta røttu orðini á pínuna hjá øðrum. Tað er millum annað tað, eg læri á hesum skeiðnum, sigur Sunnleif Jacobsen