fríggjadagur 3. februar 2006síða 40
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
40
Nr. 67 - 9. apríl 2005
Advokatskrivstovan
Halgir Winther Poulsen, adv.
Fróða Patursson, adv.
Óla Jákup Kritoffersen, adv.
Christian Andreasen, adv.
Niels Winther Poulsen, adv.
Jógvan E. Winther Poulsen
Fr. Petersensgøta 9 • 100 Tórshavn
Tlf. 311145 • Fax 311525
e-mail: jura.@jura.fo
Til sølu
Vegna Sp/f Lyftútleigan undir konkurs verða hesar
ognir lýstar til sølu:
•
Scania 92 lastbilur við krana, árg. 1988, skrás.
nr. JM 780
•
Scania 113 H lastbilur uttan krana, árg. 1991,
skrás. nr. VM 587
•
BMW 324 persónbilur, árg. 1990
•
Ein bingja
Til sølu
Vegna P/f Vestfelli undir konkurs verða skip
felagsins lýst til sølu:
,,Vesthav” OW 2038, BT 306 og NT 107
,,Vestfisk” OW 2363, BT 189 og NT 59
,,Vestborg” XPUA, BT 160 og NT 48
Skipini verða lýst til sølu undir einum og fyri eitt
samlað boð. Møgulig boð skulu vera undirritaða í
hendi saman við treytaleysari váttan um fígging
í seinasta lagi fríggjadagin 10. februar 2006, kl.
12.00. Fyrivarni verður tikið fyri at velja og vraka
millum innkomin boð.
Nærri fæst at vita við at venda sær til Óla Jákup
Kristoffersen, advokat, e-mail ojk@jura.fo ella Elin
Svínoy, e-mail els@jura.fo
Sandoyar Barna-
verndartænasta
Við hesum verður søkt eftir leiðara til Sandoyar
Barnaverndartænastu, sum umfatar kommunurnar
í Sandoynni og Skúvoyar kommunu.
Starvið, ið er hálvtíðarstarv, verður at seta so skjótt
sum gjørligt, eftir at umsóknarfreistin er úti - ella
so skjótt sum tilber eftir uppsagnarfreist í einum
verandi starvi.
Starvið krevur eina hóskandi, miðallanga útbúgving.
Um umsøkjarin harumframt hevur royndir innan
barnaverndarøkið, er tað ein fyrimunur.
Skrivstovan hjá Barnaverndartænastuni verður í
Húsavík.
Starvið verður lønt eftir sáttmála við avvarðandi
fakfelag.
Umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði, og freistin at
søkja er úti 11. februar 2006.
Umsóknirnar skulu stílast til:
Sandoyar Barnaverndartænastu
v/ Hanusi undir Leitinum
230 Húsavík
Søkt verður eftir
fólki til Dagtilhaldið á Strondum at byrja 1. mars
2006.
Arbeiðstíðin verður 10 tímar um vikuna, við eini
royndartíð til 30. juni 2006.
Nærri fæst at vita um starvið á tlf. 447158.
Umsóknir skulu vera kommunuskrivstovuni í hendi
í seinasta lagi 15. februar 2006.
Sjóvar kommuna
Skúlavegur 10 · 490 Strendur
Søkt verður eftir
fólki til alibrúk okkara á Fuglafirði
Í sambandi við nýggja útseting av sílum á Fuglafirði,
verður við hesum søkt eftir tveimum røskum
fólkum. Einum alara og einum alaralærlingi.
Alari
Til starvið sum alari er tað ein fyrimunir, um
tú hevur royndir at arbeiða við aling, men er
hetta tó ikki nøkur treyt. Hevur tú eginleikar
sum nærlagni, røkiskap, evni til at samskifta og
í felagsskapi at røkka settum málum, so er tað
tær vit møguliga leita eftir. Væntað verður at
tú kanst arbeiða sjálvstøðugt, dugir at nýta bát
og hevur ein ávísan førleika í at arbeiða við tog-
verki. Arbeiðið er vanlig arbeiðstíð, umframt at tú
kemur at verða í eini vaktarskipan. Løn sambært
avtalu.
Alaralærningur
Hevur tú áhuga í at útbúgva teg sum alara, so
er ein spennandi møguleiki her. Væntað verður,
at tú ert sjálvstøðugur, arbeiðssamur, røkin og
hevur stóran áhuga í at arbeiða við livandi fiski.
Læran er skipað við praktiskum arbeiði og við
skúlagongd á fiskivinnuskúlanum í Vestmanna.
Høvuðsarbeiðið er røkt av fiski, men tú kemur
eisini at arbeiða við togverki og neti, umframt
øllum tí tekniska útbúnaðinum, ið er á alistøðini.
Løn sambært sáttmála.
Um hetta er nakað fyri teg, so send eina skrivliga
umsókn saman við prógvum og møguligum
viðmælum skjótast gjørligt til:
Vestlax
Postboks 82, 410 Kollafjørð,
Fax 477002, Tlf. 477000 ella
e-mail: leif@vestlax.fo
Umsóknarfreist: 8. februar 2006