mikudagur 15. november 2000síða 9
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 220 - 15. november 2000
17
gult cyan magenta svart
16
Nr. 220 - 15. november 2000
gult cyan magenta svart
Karl Heri Joensen
býráðslimur
Í dag – dag Sameindu
Tjóða – eru 4 vikur til
kommunuval verður, og
valevnini gera nógv burt-
urúr, bæði við skriving í
bløðunum og á alnótini.
Hetta er eisini galdandi fyri
nógv av teimum, ið eru
uppstillaði til býráðsvalið í
Klaksvík. Fleiri av valevn-
unum koma við háfloygd-
um tonkum og gyltum lyft-
um, samstundis sum eftir-
metingar verða gjørdar av
farna valskeiði.
Fólkafloksleiðsla
Fólkaflokkurin hevur sein-
astu 20 árini sitið við leiðsl-
uni, undantikin er setan frá
1989 til 1993. Fráboðanin
hjá flokkinum nú uppundir
valið er, at teir stevna bein-
leiðis eftir formanssessin-
um til komandi setu.
Felags fyri tey bæði 8 ára
tíðarskeiðini, Fólkaflokkur-
in hevur havt leiðsluna er,
at bæði hava verið búskap-
arligar uppgangstíðir sum
sjálvdan áður. Felags hevur
eisini verið, at hóast inn-
tøkan so at siga hvørt ein-
asta ár setur met, og er
størri enn tað roknað hevur
verið við, so hevur komm-
unan ongan tøkan pening.
Gylt lyftir
Tað hevur áður eydnast
Fólkaflokkinum við gyltum
lyftum til borgarnar at fing-
ið stóra undirtøku til valini.
Dømi eru: Útstykkingar,
vegagerðir, góðshavn, út-
bygging av Ósaskúlanum,
mentanarhús, heilsumið-
støð, høvuðsumvæling av
svimjihøllini o. a. Fleiri
ferðir hava vít hoyrt í fjøl-
miðlunum, at nú verður far-
ið undir hetta arbeiði ella
hitt, men onki verunligt
hevur
komið
burturúr.
Treyðugt so, – uppundir val
eru altíð nakrar rembingar.
Nógvir borgarar undrast
á, at tað sást so lítið til ta
met stóru inntøku komm-
unan hevur havt seinastu
árini. Tað tykist ikki vera
samsvar millum stabba-
myndirnar í Norðlýsinum,
og tað sum sást, at borgarin
fær fyri pengarnar. Hvat
kann so verða orsøkin.
Stríðast við 80-ini
Vit stríðast framvegis við
lántøkuna frá 80-unum. Í
1989 hevði kommunan eina
skuld uppá 227 mill. kr., ov
við árslok 120 mill. kr.
Hesi seinastu 12 árini hevur
komman, – og tað er skatta-
borgarin, – goldið kr. 250
mill. kr. bara í rentum, – jú
tygum lósu rætt, – og tað
skulu nógvar 10’tals milj-
ónir gjaldast í rentuút-
reiðslum afturat, áður enn
skuldin er burtur. Lántøkan
í 80-unum kemur, áðrenn
hon er niðurgoldin, at
trykkja skattaborgaran í
minsta lagi eini 20 ár.
Hugsi tykkum hvat vit
kundu útbygt býin fyri upp
gjøgnum 90-ini fyri hesar
yvir 350 mill. kr., ið er
goldið í rentum og avdrátt-
um.
Ein stórur partur av tí,
sum borgarin hevur rindað í
skatti, er farin til lánsgjøld.
Okkurt árið eru uml. 45%
av kommunuinntøkuni far-
in til lánsgjøld, og seinastu
árini er parturin uml. 30%
av inntøkuni. Tað hevur tí
verið sera trupult at fylgt
við tíðini í nútímansgerð av
býnum, og eru vit tí í dag
eftirbátar á nógvum økjum.
Met høgur rakstur
Fólkafloksleiðslan í bý-
ráðnum hevur áður ikki
verið smæðin, at átala ta
bólnandi almenna virksemi
á landspolitiskum plani,
men rokniskapartølini vísa
at onki mætari er í Klaks-
víkar kommunu.
Nevnast kann, at rakstur-
in á fíggjarætlanini ár 2000
og ár 2001 hækkar frá 36
mill. kr. til 46 mill. kr., ið er
ein vøkstur uppá 28%. Tá
er ikki settur peningur av til
óvæntaðar útreiðslur, og
onki avlop er á fíggjarætl-
anini.
Betri fíggjarstðring
Fleiri ferðir havi eg, á bý-
ráðsfundum, víst á, at neyð-
ugt er við betri fíggjarstýr-
ing, og at neyðugt er at
kommunan hevur ein ávís-
an likviditet, men tað tykist
ikki sum at leiðslan skilur
hvønn týdning hetta hevur.
Vit eru nú komin inn í
eitt nýtt ártúsund, og er tað
mín vón, at hetta eisini skal
vera byrjanin til eitt tíðar-
skeið
hjá
Klaksvíkar
kommunu har tað verður
samsvar millum fíggjar-
orku og útreiðslur. Sum
politikari hevur tú skyldu
til at veita borgarunum
mest møguliga úrtøku fyri
hvørja goldna skattakrónu.
Sjálvstýrisflokkurin fer
framhaldandi at taka undir
við góðum verkætlanum,
men síggjast má í eyguni,
at alneyðugt er við priorit-
eringum
frá
politiskari
síðu, um borgarin skal fáa
sum mest burturúr hvørjari
skattakrónu.
Jan Gardar
valevni Sjálvstýrisfloksins
Sum eg havi nevnt í arðari
grein í blaðnum í dag, er
alneyðugt
at
vit
taka
avbjóðingarnar í samband
við undirsjóartunnilin í
stórsta álvara. Vit skulu
ikki óttast framtíðina men
heldur ikki vænta at alt
lagar seg av sær sjálvum.
Á tí mentunarliga og
sosialmentunarliga økinum
eru vit ikki og væl brynjaði.
Soleiðis er tað, sum
skuldi verða mentunarhá-
borg okkara Atlantis, koyrt
fallit. Tað má sigast at
verða meira syrgiligt enn
skomm at Klaksvíkin í ár
2000 ikki megnar at reka
eitt lítið hús sum Atlantis.
Her eigur býráði í størri
mun at verða við til at
styðja og stuðla uppundir,
soleiðis at húsið aftur fær
innihald og møguleika at
virka við sjónleiki, biografi
og mentunarligum átøkum
annars.
Her kundi verið rímuligt
at nevnt fleiri onnur ið
eisini eiga betur umstøður
uppiborið,
eitt
nú
málningalistin, tónleikurin
og onnur við. Eitt sum
eisini skal tryggjast er at
møguligur stuðul, ikki bert
fellur teimun í lut, sum tann
til einhvørja tíð sitandi bý-
ráðsmeiriluti dámar.
Í Klaksvík eru tvær
matstovur við skeinkiloyv-
ið og eitt alment dansistað
uttan skeinkiloyvið og eru
vit í dag stórliga eftirbátar á
hesum økinum. Ikki sigi eg
at vit skulu hava 15-20 ella
óavmarka
tal
av
skeinkiloyvum, men tað er
ein sannroynd at ungfólk í
hópatalið hvørt vikuskifti
leitar sær til Havnar av hesi
orsøk. Var tað ikki tá betur
at tey vóru her á staðnum?
Ella er tað í lagið bert vit
ikki síggja tað? Alternativi
er at setað aldursmark til
Dúgvuna og at lata verða
við
at
bora
und-
irsjóartunnilin.
Her eigur býráði at stinga
út í korti nýggjar leiðir
soleiðis at hálovaða fría
kappingin í ávísan mun fær
víðari rúmd á hesum økið.
Her eigur at vera og er
rúm fyri okkum øllum, bert
vit taka neyðugt fyrilit hvør
fyri øðrum.
Komandi býráð eigur at
seta sær nøkur mál, at gera
upp hvat vilja vit við hesum
býnum,
viðvíkjandi
vinnulívinum
sjálvandi,
men so sanniliga eisini
hvussu vit skulu menna og
styrkja okkara støðu á eitt
nú:
útbúgvingarøkinum,
mentunarøkinum, sosiala-
økinum, ítrottarøkinum og
sosial-mentunarøkinum,
bert fyri at nevna nøkur.
Hetta, soleiðis at vit, um
eini 5 til 10 ár, ung sum
gomul øll kunnu siga, í
Klaksvík – her er gott at
búgva tað, vil Sjálvstýris-
flokkurin.
VIÐMERKINGAR
Betri fíggjarstýring
Her eigur at vera rúm
fyri okkum øllum
Tíðindaskriv frá Javnaðar-
og Sambandsflokkinum:
Skattalætti
Javnaðarflokkurin
og
Sambandsflokkurin
hava lagt uppskot fyri
tingið um skattalætta.
Uppskotið er fyrsti part-
ur av fleiri skattalógar-
uppskotum, sum eftir
ætlan skulu koma í gildi
á nýggjárinum. Hini
uppskotini, sum koma
seinni, hava til endamáls
at hækka serliga pensi-
ónistafrádráttin í skatta-
lógini og at lækka ser-
liga avgjaldið á brenni-
olju.
Skattastigin fyri lág,
og miðalinntøkur skal
broytast, og barnafrá-
drátturin í landsskattin-
um verður hækkaður úr
4.000 upp í 6.000 krón-
ur. Hetta eru høvuðs-
broytingarnar í nýggja
skattalógaruppskotinu,
sum Javnaðarflokkurin
og
Sambandflokkurin
leggja fyri tingið.
Í krónum merkir hetta,
at
føroyingar
skulu
gjalda umleið 84 mió.
krónur minni í skatti. Av
hesum eru 26 mió krón-
ur hækkaður barnafrá-
dráttur, meðan 58 mió
krónur eru beinleiðis
skattalætti.
Í gildi á
nýggjárinum
Fólkaflokkurin boðaði
frá í september, at hann
fór at koma við einum
uppskoti um skattalætta
fyri tey næstu 10 árini.
Hetta uppskotið skuldi
fáa gildi frá fyrst kom-
andi ári. Men nú, tveir
mánaðir seinni, er fram-
vegis
einki
uppskot
komið. Javnaðarflokkur-
in og Sambandsflokkur-
in hava tí avgjørt at
leggja eitt líknandi upp-
skot, sum tað hjá Fólka-
flokkinum fyri tingið
nú, so tað kann koma í
gildi á nýggjárinum.
Samanborið við upp-
skotið hjá Fólkaflokkin-
um gevur andstøðuupp-
skotið meira skattalætta,
enn uppskot Fólkafloks-
ins. Tó hevur andstøðan
val, ikki at lóggeva fyri
eitt heilt tíggju-áraskeið
undir einum, men heldur
at taka eitt ár í senn.
Lógartekniskt er upp-
skotið hjá andstøðu-
flokkunum sera einfalt,
og tí halda folokkarnir
tað ikki vera neyðugt við
eini langtíðarætlan, ið
einans byggir á meting-
ar.
Fleiri uppskot
koma seinni í ár
Í næstum fara Javnaðar-
flokkurin og Sambands-
flokkurin at leggja fleiri
onnur uppskot fram,
sum hava til endamáls at
lætta um hjá teimum,
sum ringast eru fyri. Tal-
an er um at hækka ser-
liga pensiónistafrádrátt-
in í skattalógini, og at
lækka serliga avgjaldið á
brenniolju.
Landsstýrismaðurin í und-
irvísingarmálum, Tórbjørn
Jacobsen, hevur sett eina
nevnd, sum skal gera til-
mæli til eina virkisætlan
um KT-nýtslum á vinnu-,
miðnáms- og hægri skúlun-
um.
Í mars 1998 handaði ein
arbeiðsbólkur landsstýris-
manninum tilmæli um KT í
fólkaskúlanum, sum nú er
sett í verk við m.ø. KT-dep-
linum. Nevndin, sum nú er
sett, skal, sum eitt framhald
av arbeiðinum hjá KT-
nevndini í fólkaskúlanum,
koma við tilmæli um,
hvussu útbreiðslan av KT-
nýtsluni, ikki minst í náms-
frøðiligum høpi, kann økj-
ast munandi meira á vinnu,
miðnáms- og hægri skúlun-
um.
Í KT-nevndini fyri vinnu,
miðnáms- og hægri skúlar
eru umboð fyri skúlarnar
og KT-depilin. KT-nevndin
er biðin um at handa lands-
stýrismanninum álit í sein-
asta lagi 1. mars 2001.
Í nevndini eru: Petur
Zachariassen, Fróðskapar-
setur Føroya, formaður,
Naina Jaocbsen, Studenta-
skúlin og HF-skeiðið í
Eysturoy, Linjon Jacobsen,
Tekniski skúlin í Klaksvík,
Doris Djurhuus, Handils-
skúlin á Kambsdali, Regin
Ellingsgaard, KT-depilin,
Heri Kragesten, Føroya
Læraraskúli,
Marianna
Norðoy, Sjúkrasystraskúli
Føroya, Hans Andrias Dam
Joensen, Undirvísingar- og
Mentamálastýrið, er knýtt-
ur at nevndini sum skrivari.
Tíðindaskriv
Virkisætlan um
KT-nýtslu í skúlunum
VI‹MERKINGAR
Umstøður teirra eldru
Hallbjørg Hansen
Kambsdalur
Alternativir bústa›ar-
møguleikar:
Fuglafjar›ar kommuna skal
vera eitt sta›, har ta› er gott
at búgva – eisini tá ein
ver›ur gamal.
Fyri fólk, i› eru komin
upp í árini eiga umstø›ur at
ver›a skaptar fyri, at hesi -
um tey ynskja ta› – kunnu
hava a›rar bústa›armøgu-
leikar. Ta› hevur ikki veri›
si›venja í Føroyum higartil
at flyta úr sínum egnu hús-
um, fyrr enn ein er noyddur
til hetta av t.d. heilsuávum,
men mugu vit tó ásanna, at
ta› í framtí›ini ver›ur tørv-
ur á, at útvega smærri bú-
sta›ir, antin til leigu ella til
keyps til borgarar, i› ikki
longur orka at sita í sínum
stóru húsum.
Havandi millum anna›
hetta í huga er ætlanin at
fara undir at kanna møgu-
leikarnar fyri alternativari
íbú›arbygging.
Samb‡lir:
Fyri tey, i› ikki longur
klára seg sjálvi heima vi›
hús, er kommunan farin í
gongd. Naka› er gjørt á
hesum økinum. Vit hava
fingi› eitt eldrasamb‡ li›,
i› øll fegnast um. Serliga
kunnu vit gle›ast um, at
hetta liggur á einum øki›,
har i› nógv lív er rundan
um. Har kunnu tey gomlu
eyglei›a børnini, i› spæla á
dagstovninum.
Veruleikin er tó, at tørv-
urin fyri plássum er langt
frá nøkta›ur enn. Hetta
hevur í løtuni vi› sær, at ta›
er bert ein partur av teim-
um, i› eru allar ringast fyri,
i› higartil eru sloppin inn.
Vit skuldu helst fingi›
nøkur pláss aftrat næsta ár.
Vit hava eisini ásanna, at
øll gomul og veik hava ikki
sama tørv, tí er ney›ugt at
kanna a›rar møguleikar,
t.d. at finna útvegir fyri at
tey, sum eru dement, eisini
kunnu fáa eina vir›iliga
tilveru uttan at vera til
ampa fyri onnur.
Røktarheim:
Samb‡ lir eru upprunaliga
ikki rokna› at ver›a røkt-
arheim. Tí ver›ur framveg-
is ney›ugt at hava í huga
útbyggingar á tí økinum.
Hetta gerst ikki hjá einari
kommunu einsamallari. Vit
halda tó ikki, at ta› er rætt
at blíva vi› at vaksa um
verandi røktarheim í Eyst-
uroynni, men at rættara
loysnin heldur er at finna
eitt anna› sta› at byggja á,
og má ta› endiliga ikki
ver›a á nøkrum útja›ara.
Avgerandi er, at ta› liggur
so høgligt sum gjørligt hjá
teimum
avvar›andi
og
ø› rum at koma til.
Fíggjarligu karmarnir:
Vit ásanna, at ta› er í nær-
umhvørvinum,
tú
best
kanst fylgja vi› tørvinum
hjá øllum borgarunum. Tá
kommunurnar hava yvir-
tiki› alt eldraøki›, og har-
vi› eisini alla fíggjarligu
ábyrgdina av hesum, skuldi
bori› væl til at skipa so
fyri, at peningur ver›ur
settur av til at útbyggja
hetta vi›.
Richard Danielsen,
Fuglafir›i
Øll vita vit og hava
merkt,
hvussu
oljan,
hetta sum okkum tørvar
so nógv í okkara dagliga
húsarhaldi, er farin upp í
seinastuni, solei›is, at
hon nú kostar so nógv,
sum ongantí› fyrr. Ja, vit
hava hoyrt um, hvussu
skipini ikki hava rá› til at
gjalda hesa olju, tí hon er
vor›in so ógvuliga d‡ rur
postur í tí dagliga rakstr-
inum, summi skip liggja
tí ta› loysir seg ikki at
fara út at fiska. Og tá
gjalda skipini ikki av-
gjaldi›, og ta› er teimum
væl unt.
Man ikki mangur vi›
mær undrast yvir, at á
hesa so d‡ ru olju ver›ur
áhaldandi lagt hetta stóra
avgjald á húsarhaldini.
Man skuldi trú, at ta›
skuldi veri› øvugt, men
so er ikki. Nei, ta› var
solei›is
herfyri
at
avgjaldi› minka›i, tá i›
oljuprísurin
hækka›i,
men hetta broyttu okkara
fólkavaldu menn, so-
lei›is at nú ríkur prísurin
uppeftir.
Hvat
hugsa
hesir menn fyri sær. Ta ›
haldi eg ikki er ein órími-
ligur spurningur men
heldur
ógvuliga
vi›-
komandi.
Óskiljandi