Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-11-15, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. november 2000síða 8

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 220 - 15. november 2000 15 14 Nr. 220 - 15. november 2000 VIÐMERKINGAR Hanna Joensen Valevni á lista E Eg ynski so staðiliga, at hetta nýggja kommunuálit- ið leggur alla røkt av sjúk- um, brekaðum og eldri út til kommununa. Jú nærri borgarin er við stovnin, jú betri sæst, hvussu røktin skal gerast. Her í kommun- uni eru nógvar familjur, sum hava stóran tørv á hjálp, tá tað kemur til røkt- arkrevjandi fólk. Tá tey skulu hava hjálp skulu tey renna millum Al- mannastovu, læknar, sjúkrasystrar, heimarøkt, har tey vanliga verða send frá Per til Poul. Tað er til hesi fólk og teirra næstra- fólk, at orkan og fíggingin skal brúkast. Nógv hava tørv á røkt 24 tímar í sam- døgrið, og eingin familja kann klára hetta í longdini. Tí mugu allir hesir stovnar endurskoðast, samskipast og fáast at virka betri, so- leiðis at fyrisitingin ikki verður so fløkt fyri borgar- nar. Tí so leingi sumt er undir landinum, annað und- ir kommununi, verða tey sum hava tørv verða frus- treraði í eini støðu, sum er trupul nokk frammanund- an. Samskiftið millum borg- ara og kommunu er ikki nóg gott! Kommunan hevur nógv- ar, og góðar ætlanir um íbúðarbygging. Tað er fínt. Men mær dámar illa, at tað verður tosað um “eldra- íbúðir”. Tað eitur íbúðir til smærri húskir. Gomul fólk skulu ikki parkerast fyri seg í einum ávísum umhvørvi. Tey skulu búgva millum onnur, tey ungu og miðal- drandi, soleiðis at vit fáa eitt homogent mynstur. Men eg sakni at hoyra, at borgarnir verða tiknir við uppá ráð. Tað skal tosast meira við borgarnir, og ikki bert lata teir tosa við “skrankapávar”. Er tað nú gjørt pláss fyri eini kafe? Eru støð har børnini kunnu vera? Neystatrø er gomul traditión í Føroyum. Felags høli, har íbúgvarnir kunnu hittast til fundir og sam- komur, bæði privatar og felags? Smáting kanska, sum eru av allarstørsta týdningi. Og hetta veit borgarin á staðnum best. Takið borgararnir við uppá ráð – tá fáa vit eitt gott umhvørvi! Kommunan er okkara heima- beiti og eitt heimabeiti skal røkjast! Vetrarfriðing og fríðkan av Sjóvar kommunu Jónsvein Hansen Strendur Havi tosað við nógv fólk um vetrafriðing, og eru øll á einum máli um, at tað hevi verið ógvuliga gott, um vit kundu fing- ið bygdina vetrafriða, men tað kostar nógv kanska 5-6 mió. Nú er tað so at Sjóvar komm- una er saman sett av fleiri bygdum, so kundi verið atkvøtt um, hvat fólkið í hesum bygdum hildu um vetrafriðing? Varð meirilutið so kundi ein bygd verið vetrafriða hvørt ár t.d. Strendur ár 2002. Innan Glyvur 2003. Morskranes 2004. Kolbeinargjógv 2005. Selatrað 2006. Men fyrst mugu peng- ar fáast til vega t.d. í 2001 var avsett á fíggjar- ætlani 1,5 mió og 2002 1mió. og 1 mió. hvørt árið frameftir, til tað varð komið á mál við vetrafriðing. Tá høvgdu verið góðir møguleikar fyri at fríðka um bygdirnar við at gjørt fríðøkir við benkr- um og eitt sindur av trøðum uttan um. Eisini høvgdu fólk sloppið frá at gira seg inni, við stórum høgum garðum, sum ikki er nakað príði, um ein hugsar um, mun á einum garði, av hekk ella trøð- um ístaðin? Tað er sera umráð- andi, at fáa alt arbeiði gjórt liðugt runt bygdir- nar sum er byrja,stór sár eru eftir nógva staðin har arbeiðir hava verið gjørd, um Sjóvar komm- una skal hava nakran møguleika at kappast um at verða best røkta bygd í Føroyum so má nógv gerast. Magni Dalsgaard valevni til býráðsvalið í Havn Havnin skal vera betri at búgva í, tvs. alemnna tænastustøi skal hækkast áskúlaøkinum, barna- garsøkinum og eldraøki- num. Havnin skal vera vakrari at búgva í, tvs. at fríðkast skal um komm- unalu bygningarnar og kommunalu økini Tað eru 28 ár síðani eg fyrstu ferð stillaði upp fyri javnaðarflokkin til býráðsval í Havn, so mín politiska sannføring er ikki nýliga ákomin. Havnin stendur fyri stórum avbjóingum tey komandi árini, tí skal javnaðarflokkurin hava minst eitt umboð afturat í býráðið – hetta skal tú sum veljari gera nakað við. Eg eri føddur og upp- vaksin her í Havn. Spyr tú hvørji míni hjartamál eru, er svarið: Havnin skal verða betri og pen- ari at búgva í! At vera býráðspolitik- ari, er at skula taka støðu til 1000 ymisk mál, á nevndarfundum, ella á býráðsfundi, tá er tað gott at vita út frá hvørj- um grundsjónarmiði tú skalt taka avgerðina. Onkur segði við meg: »Eg hevði stemma uppá teg, hevði tú bara ikki veriðuppstillaður fyri javnaðarflokkin« . Hetta er skuffandi, tí eg meini at javnaðarflokkurin er tann rætti flokkurin at stemma uppá til øll væl, hinvegin, um tú vilt hava at eg skal koma í býráð- ið – so stemma uppá meg – á lista C. Havnin skal vera betri og vakrari at búgva í ARNBJØRN MADSEN Valevni Tjóðveldisfloksins Valrøða fólkafloksins á Rás 2! Eitt sum eg serliga hefti meg við var, at Jan Christi- ansen kom inn á skattapro- sentið. Hann segði m.a., at teir vildu arbeiða fyri at skattapr. í Havnini skuldi niður við _ prosentið, sum svarar til 10 mill. Hava vit ráð til hetta? Hvussu skulu vit megna hetta, tá ið so nógv stór mál liggja fyri framman? Sjálv- ur nevndi hann ansingar- stovnar, eldrabýli og búset- ingar. Men tað eru nógv onnur mál sum eru líka so átrokandi sum hetta, og sum er sera kostnaðar mik- ið. Eg kann nevna m.a. skúlar, ringvegir, eystara kajøki og ikki minst komm- unuskuldin, sum skal gjaldast niður. Hann kom eisini inn á, at valevnini ikki áttu at gjara ov nógv út. Hesum eri eg samdur við honum í, men eg haldi heldur ikki at vit vælevni eiga at lova skatta- lætta nú. Kunnu vit sann- føra borgarnar um, at vit vilja gera øll hesi stórmál sum liggja fyri framman, samstundis sum vit lova teimum ein skattalætta? Hesum ivist eg stórliga í. Eg eri sannførdur um, at rættast er at gjalda skuldina niður skjótast gjørligt. Tá ið hetta er gjørt, kunnu vit seta skattapr. niður. Valið 2000 Hans Biskopstø valevni hjá Fólkaflokkinum Sum er, fer ferðslan til og úr Havnini eftir Hvíta- nesvegnum gjøgnum Hoy- vík. Orsakað av vaksandi fólkatalinum í høvuðs- staðnum og vaksandi ferðsluni sum heild fer trýstið á hetta vegastrekkið at vaksa komandi árini. Fyri í størri mun at leiða ferðsluna uttan um bygt øki, verður ein ytri ring- vegur at gera av Sand- víkum gjøgnum Hoyvíks- hagan til íbinding í ring- vegin við Oyggjarvegin. Hesin ringvegur varð projekteraður longu seinast í 80-unum. Vegalongdin er 3,9 km. Ætlanin var, at henda vegagerð skuldi fylgja Kollafjarðartunlin- um, ið var liðugur og opnaður í 1992. Men fíggjarkreppan gjørdi, at soleiðis kundi ikki verða. Á løgtingsins langtíðar løguætlan sæst, at Uttari ringvegur í Tórshavn er normeraður at fáa 10 milli- ónir kr. um árið frá 2006 til 2009. Sum trailaraferðslan veksur nú, er hetta alt ov leingi. Málið eigur at verða tikið fram nú og vurderað av nýggjum, soleiðis at ar- beiðið upp á Ytra ringvegin kann verða boðið út sum skjótast. Fólkaflokkurin hevur sum mál at halda áfram við ringvegagerðini. Ytri ringvegur H.Á. Simonsen Háttvirdi uttanríkisráð- harrin Niels Helveg Peter- sen heldur ikki, at føroy- ingar hava nógv at geva NATO ella »Partnership for Peace« , vegna lítlu stødd okkara. Sæð í ljósinum av hesum úttalilsum kundi tad verið áhugavert, at hugt uppá verjupolitisku avrikini hjá Helveg, og »Radikale venstre« seinastu 60-70 ár- ini. Flógvakríggið og kaldakríggið Undir flógvakrígnum í 1991 var talan um, at Dan- mørk skuldu gera sítt lítla fyri at knógva Saddam Hussein og Irak. Talan var um at senda lítla herskipið »Olfert Fischer« til Pers- araflógvan fyri at vísa Danebrog-flaggið. Helveg og »Radikale venstre« drógu orðaskiftið: »um Danmørk veruliga skuldi senda krígsskip og manning avstað til Persara- flógvan?« út í æsir. Tá »Ol- fert Fischer« so einaferð kom fram var flógvakríggið mest sum liðugt. Harafturat fór manningin á »Olfert Fischer« í verkfall, í eini roynd fyri at bøta um mat- rasjónirnar!!! Hvat mundu hinir sameindu halda um hetta? Práta um at gera fyri skommum… ! Í 1980-unum eydnaðist NATO at knógva War- szawa-hernaðarsamgong- uni, men at hetta eydnaðist í verki, kann so ikki til- skrivast Helveg og »Radi- kale venstre« . Uffe Elle- man Jensen, sum var uttan- ríkisráðharri dana í 80-un- um, mátti ferð aftaná ferð møta reyður og flóvur upp í NATO-høvuðsborgini í Bruxelles við: »det danske forbehold« ímóti rakett- skjøldrinum hjá frælsu vestanveldunum. Ein meiri- luti í danska fólkatinginum við Helveg og »Radikale venstre« á odda, bankaðu Uffa og fýrsmærustjórnina uppá pláss, gjøgnum øll 80- ini. Erhard Jacobsen, cent- rumdemokratur segði tað so rámandi á sinni: »Havde det været op til det Radi- kale venstre, havde det danske forsvar været reduc- eret til kun at omfatte Tivoligarden!« Uffe greiddi frá á sinni í Læraraskúla- høllini, hvussu illa hann hevði tað við »det danske forbehold« hjá Niels Hel- veg Petersen. Heimskríggj og áðrenn Svartasti bletturin hjá »Radikale venstre« , eru tó árini 1940-43. Erik Sca- venius (1877-1963) uttan- ríkisráðharri hjá »Radikale venstre« juli 1940 til nov- ember 1942 gekk av fullum huga inn fyri samráðingar- og samstarvspolitikkinum við Nazi-Týskland. Sca- venius var enntá bæði for- sætis- og uttanríkisráðharri 1942-43, tá brot loksins kom ímillum donsku stjórnina og týska herset- ingarvaldið. Í 30-unum løgdu sviar og norðmenn ætlanir fram fyri dønum um eina felags verjuætlan, men ein meiri- luti av donskum politikar- um við Scavenius á odda, sópaðu hesa ætlan av borð- inum. Ein av avleiðingun- um var at danski herurin bara kláraði at berjast ímóti týskinum, í smáar 3 tímar. Norðmenn harafturímóti bardust (herurin) manniliga í 2 mánaðir. »Jamen Norge er meget større!« siga radikalir, júmen teir vóru færri og fátækari. At hinir sameindu hildu lítið um hendan innsatsin hjá serliga radikala Scavenius, sást tá 50-ára dagurin fyri D-dagin var hildin í Norður-Frak- landi; 6. juli 1994. Noreg var boðið við vegna sín stóra krígsinnsats, men Danmørk var ikki boðið við, fyrst og fremst takkað verið Scavenius og »Radi- kale venstre« . Churchill vitjaði ikki Danmørk fyrr enn í 1950. »Endelig kom hann« skrivaði eitt danskt dagblað um vitjanina hjá Churchill. At Churchill drálaði so leingi við at vitja Danmørk eftir kríggið, kann fyrst og fremst skriv- ast uppá floksfelagan og undangongu-mannin hjá Helveg. At Danmørk kom uppí NATO seinni, var nokk ikki »Radikale venstre« fyri at takka. So um føroyingar lima seg inn í NATO, so tørvar okkum ikki at gera og geva nógv, fyri at gera tað betri enn Niels Helveg Petersen og »Radikale venstre« . Um hálvan mei 1945 oysti Churchill av hjarta sínum í bretska undirhúsinum og hálovaði føroysku sjó- monnunum fyri teirra krígsinnsats. Mudi Chur- chill ikki fegnast um, at teir føroysku sjómennirnir ikki vóru undir veingjunum hjá Scavenius og »Radikale venstre« undir krígnum? P.S. Trý lond leiktu fót- bóltslansdystir (vinardyst- ir??) ímóti Týsklandi árini 1940-43. Hesi vóru Kro- atia, Svørríki og … Dan- mørk. Eitt lítið groteskt dømi um politisku avrikini hjá »Radikale venstre« . Segði onkur: »Lay down like a dane« . Daniel Lydersen Vit mongu, sum eru í fræls- ishópi føroyinga, fegnast um tað arbeiði, sum er framt av Føroya landsstýri. Tit hava fingið nógv, nógv meira á skaftið, enn tit egentliga tora at hugsa. Alt hetta arbeiði, tit hava gjørt, er als ikki til fánýtis. Minn- ist til: Hetta skuldi so eina- ferð gerast. Hendan pros- essin mátti fremjast. Og nú er 1. partur farin afturum. Tá vit nú í dag líta aftur um bak, so er tað serliga eitt, sum vit skulu leggja merki til, og tað er: At Poul Nyrup Rasmussen hevur ongantíð í veruleikanum lovað okkum nakað. Hevði komið til skarpskeringar, so hevði Nyrup heldur ikki sjálvur gingið við til 4 ára skiftistíð. Men hann dittaði sær til at brúka hetta tal, bert tí at júst hetta vildi fella eina fólkaatkvøðu í Føroyum. Jú, Nyrup kann siga hvat ið honum lystir. Hann hev- ur tveir brandsterkar menn aftan fyri seg í Føroyum – nevniliga Jóannes Eides- gaard og Edmund Joensen. Nakað heilt annað er, at eg stúri fyri at tað verða hesir báðir, sum koma at vinna komandi løgtingsval – og kanska sita í samgongu í eini 8 ár, hvør veit? Tá verður ikki tosað um blokkstuðul uppá 1,3 milli- ardir, men heldur 2 og 3, kanska 4 milliardir um árið. Klára teir tað, eru føroying- ar »ferdigir« sum fólk longu í ár 2010. Tað hevur ongantíð rikið so hart á kíkinum reint tjóðskaparliga í Føroyum sum í dag. Men tað skulu so Helena, Anfinn og Høgni eisini hava tøkk fyri, at tey hava pressað burtur úr teim rasistisku dønum, at føroyingar eru ikki eitt fólk og ikki ein tjóð. Edmund góði, mær dámdi einki víðari andlits- úttrykkið á tær á sjónvars- skíggjanum í gjárkvøldið, tá hatta kom fram. Tit og danir verja somu borg – trúgvi at javnaðarmenn eru meira modernaðir – plaga so at vera. Men júst hetta, sum her er komið fram, er tað mest ræðuliga, eg nakr- antíð havi hoyrt. Nú eru føroyingar faktiskt danir. Og Føroyar eru ikki Føroy- ar. Soleiðis sær danska fólkatingið – og sambands- menn væl eisini – uppá støðuna. Føroya landsstýri eigur miklan heiður fyri at hava hálað hendan veruleika burtur úr dønum. Má siga fyri meg, at hesi viðurskifti havi eg als ongantíð hugsað um. Havi helst bert hildið, at hetta var so natúrligt, at vit vóru føroyingar og høvdu okkara egna land. Míni ráð til Helenu, An- finn og Høgna skulu verða: Hugsið tykkum um, áðrenn tit gera nakra fólkaatkvøðu í Føroyum. Dugi ikki í skrivandi løtu at síggja, hví hon er so um- ráðandi! Og tað næsta (sum tit sjálvir eisini siga): Fremjið fullveldið við eini skiftistíð uppá 20 ár. Leggið ein slagplan, sum tit so koyra ígjøgnum løg- tingið sum løgtingslóg. Og fáið okkum rættin »heim aftur« , sum vit hava mist, hetta at vit eru eitt fólk, land og tjóð. Koyrið hetta ígjøgnum ST! Gongur tað ikki, má væl saktans onkur annar instansur vera, sum vit kunnu brúka? Duga tit at bera henda boðskapin út til Føroya fólk við komandi løgtingsval, so vinna tit valið!!! Tapa tit, so er tað tí, at tit ikki hava kunnað fólkið nóg væl. Áðrenn eg gevist, fari eg líka at svara einum spurn- ingi vegna Edmund Joen- sen og Jóannes Eidesgaard, sum teir ikki tordu at svara Øssuri í sjónvarpinum í gjárkvøldið: Jú, tit báðir. Danska fólkatingið ræður einsamalt í Føroyum. Tað er ikki neyðugt at ringja til ein jurist um hetta. Slíkt vita væl næstan allir føroy- ingar. Og tað er júst hetta, sum vit frælslyntu vilja hava broytt. Á Viðareiði hin 27. okt. Helveg og »Radikale Venstre« hava lítið at vísa á í verjupolitikki! VIÐMERKINGAR Samráðingarúrslit Tórhallur Áslaksson valevni Tjóðveldis- flokksins Í okkara grannalondum eru reglugerðir ið tryggja fólki við breki mannsømulig kor, bæði viðv. bústaðarmøguleik- um og atkomumøguleik- um. Við tí pensión, og teimum treytum ið eru fyri at fáa pensión, hev- ur ein brekaður í dag ongan lívsins kjans at byggja sær hóskandi bú- stað. Fyri at fáa pensión, skalt tú fyrst hava brúkt alla tína ogn, tvs inni- standandi í peninga- stovnum og kontantan pening. Og tá tú so ikki kann klára teg sjálvan fíggjarliga, kannst tú fáa pensión. Bankin for- langar eginkapital, men hann er jú brúktur, so hvussu skal tú nú keypa ella byggja tær húskilig- an bústað?? Eg spyrij bara. Tórshavnar kommuna eigur í øllum útstykk- ingum at seta 3 til 4 grundstykkir av til bygging av búðstøðum til allar bólkar av brek- aðum. Umframt at gerða leiguíbúðir til hesi. Hesi grundstykkir kunnu leigast fyri 1 kr um árið. Kommunan skal eisini arbeiða fyri, at Bankar og Húsalánsgrunnurin veita bíligari lán til inn- rættan av íbúðum í veg- hædd, um hesar lúka krøvini til bústaðir fyri brekað og eldri fólk. Eg nevndi í byrjanini reglugerðir og atkomu- viðurskiftir. Sjálvur havi eg arbeitt við hesum málið, í Ráðgevandi bygginevndini hjá MBF, men har er ov lítið kom- ið burturúr, orsaka av at landsins mynduleikar ikki síggja atkomuviður- skiftini hjá brekaðum sum nakað problem, annars høvdu teir nokk gjørt nakað við tað. Landsstýrið vil ikki lýsa eina kunngerð, ið tryggjar atkomumøgu- leikarnir hjá brekaðum til almennar og alment atkomuligar byggningar, handlar skrivstovur o.l. Kunngerðin er gjørd og eg fari at arbeiða fyri, at hendan kunngerð verður gjørd galdandi í Tórs- havnar Kommunu so- leiðis at kommunan er ein kommuna fyri øll. Set tí X við eitt av val- evnunum á lista E, t.d meg! Atkomuviðurskiftir og bústaðir til brekað Heðin Mortensen býráðslimur sambands- valevni til Tórshavnar býráð Skattatrýstið skal ikki upp. Skatturin skal nið- ur. Tað skal løna seg at arbeiða, og tað skal loysa seg at spara. Tað skal loysa seg at reka vinnu og skapa virði í samfelagnum. Skatturin skal verða borin rættvíst. Rættvísi hava vit altíð ráð til; og nú hava vit eisini ráð til ein skattalætta fyri øll. Arbeiðsinntøka eigur ikki at ávirka avlamis- og fólkapensjón, og hesar pensjónir eiga ikki at verða skattaðar. Tað er skammiligt, um okkara eldru, sum hava skapt øll virði í hesum samfelag, sum vit njóta væl av, á teirra eldru árum skulu brandskatt- ast, tí tey eru virkin og royna at spaða til fram- haldandi uppbygging av samfelagnum. Vit skulu ávirka landsmyndugleikarnar so, at skattliga býtið millum land og komm- unu verður broytt til, at kommununar partur verður størri. Skattamál