fríggjadagur 3. februar 2006síða 42
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
42
Nr. 25 - 3. februar 2006
Landinspektørur ella
útskiftingarkandidatur
Søkt verður eftir landinspektøri ella útskiftingarkandidati at arbeiða í matrikulsins
umsiting og útskiftingini frá 1. mars 2006.
Førleiki
Ynskiligt er, at umsøkjarin hevur:
• Prógv sum landinspektørur, útskiftingarkandidatur ella líknandi
• Góðan teldukunnleika
• Góð samstarvsevni
• Kunnleika til føroyskt jarðarviðurskifti.
Setanarviðurskifti
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og
avvarðandi fakfelg.
Upplýsingar
Fyrispurningarum starvið kunnu setast Øssuri Midjord, stjóra ella Bjarna Hansen,
leiðara av matrikulsins umsiting.
Umsókn
Umsókn, saman við prógvum og møguligum viðmælum, skal sendast til:
Matrikulstovan
Postboks 327
110 Tórshavn
Umsóknir skulu vera Matrikulstovuni í hendi í seinasta lagi 15. februar 2006.
Matrikulstovan er stovnur undir Innlendismálaráðnum. Arbeiðsøkini á stovninum eru viðlíkahald av
matriklinum, marknasetingar, útskiftingar, uppmálingar, kortlegging og adressuskráir. À stovninum
starvast 15 fólk.
MATRIKULSTOVAN
Jónas Broncks gøta 25
Tlf. 357900
Postboks 327
Fax 357901
FO-110 Tórshavn
E-mail: post@matrikul.fo
Heimasíða: www.matrikul.fo
Ársaðalfundur
Ársaðalfundurin hjá Felagnum Tórshavn verður
sunnudagin 19. februar 2006 kl. 15.00 á Hotel
Hafnia.
Uppskot til mál, ið ynskjast viðgjørd á aðalfundinum,
skulu vera nevndini í hendi í seinasta lagi mikudagin
8. februar 2006. Dagsskrá fyri ársaðalfundin verður
send limum felagsins í brævi sambært viðtøkum
felagsins, og kann eisini lesast á www.kunning.fo
Nevndin