Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-03, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. februar 2006síða 43

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 25 - 3. februar 2006 43 Søkt verður eftir tveimum starvsfólkum til eftirlitið á Suðurøki at byrja skjótast gjørligt. Høvuðsuppgávur Størvini fevna í høvuðsheitum um eftirlitsarbeiði og málsviðgerð innan meirvirðisgjald, skatt og toll, og at ummæla innkomin kærumál. Harumframt skulu loysast avgreiðsluuppgávur, s.s. fyrispurningar frá viðskiftafólki/vinnuni innan skatta- og avgjaldsøkið. Tey, ið sett verða, skulu kunna tola, at broytingar verða framdar í starvsinnihaldinum vegna broytingar á stovninum. Eisini skulu tey, ið sett verða, kunna ferðast til annað øki, tá ið tað er neyðugt. Førleikakrøv Umsøkjarar skulu í minsta lagi hava roknskaparligan førleika, t.d. Cand. Merc., HA, HD, HH ella líknandi útbúgving. Tað er ein fyrimunur, um umsøkjarar hava góðar málsligar førleikar og teldukunnleika. Røttu viðkomandi eru persónar, sum eru sjálvstøðug, arbeiðssom, fyrikomandi og duga at samstarva. Vit kunna bjóða Spennandi størv við nógvum avbjóðingum, sum samstundis eru fakliga krevjandi. 2 sjálvstøðug størv í góðum arbeiðsumhvørvi. Setanartreytir Lønar- og setanarviðurskiftir, sum eru treytað av starvsroyndum og útbúgving, eru eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag. Núverandi setanarøki er Suðurøki, men fevnir annars um Fíggjarmálaráðið og stovnar undir tí, og tann persónur, ið verður settur, skal kunna røkja tænastu á hesum støðum, um tað verður kravt. Nærri frágreiðing um starvið fæst við at venda sær til Toll- og Skattstovu Føroya, Suðurøki, Margret Joensen, økisstjóra, á tlf. 352600. Umsóknir Umsóknir við avriti av prógvum v.m. og upplýsingum um viðkomandi starvsroyndir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 1. mars. 2006 Toll- og Skattstova Føroya Postrúm 2151 FO-165 Argir Toll- og Skattstova Føroya 2 størv innan eftirlitsarbeiði Toll- og Skattstova Føroya er stovnur undir Fíggjarmálaráðnum, hvørs uppgáva er at fyrisita toll-, mvg-, kolvetnisskatta- og avgjaldslógirnar, inntøkuskattalógina v.m. og alla skuldarinnkrevjing hjá landinum. Stovnurin hevur 140 starvsfólk og er skipaður soleiðis, at planlegging og menning fer fram í Stýrinum á Argjum. Tær tríggjar økisskrivstovurnar, ið eru Suðurøki, Miðøki og Norðurøki røkja raksturin. Í Suðurøki starvast 12 fólk. Skrivstovan er á Tvøroyri. Heimasíða: www.tollskatt.fo E-mail: tollskatt@tollskatt.fo Umsóknir skulu verða Demich P/F í hendi í seinasta lagið 10. februar 2006 Lesið Sosialin