Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-03, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. februar 2006síða 44

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

44 Nr. 25 - 3. februar 2006 Les meira um størvini á www.torshavn.fo/leysstorv T Ó R S H A V N A R K O M M U N A Leys størv í Tórshavnar kommunu www.torshavn.fo er at síggja á Býarbókasavninum, í Snarskivuni og í Kunningarstovuni Pedagogur til serstovuna „Bólið“ í Øksnagerði Stuðulsfólkaskipanin í Tórshavnar kommunu søkir eftir pedagogi til serstovuna „Bólið“ í Øksnagerði at byrja 10. april 2006 fyri pedagog í barnsburðarfarloyvi. Starvið er 35-40 tímar um vikuna Umsóknarfreist: Mánadagin 27. februar 2006 Setanarviðurskifti: Starvið er eitt stuðulsfólkastarv og verður lønt sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið, F K A og K A. Pedagogur til Frítíðarskúlan Túgvuna Frítíðarskúlin Túgvan søkir eftir einum pedagogi at arbeiða 30 tímar um vikuna at byrja skjótast til ber. Umsóknarfreist: Mánadagin 20. februar 2006. Setanarviðurskifti: Starvið verður sett sambært sáttmála við Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevara- felag Føroya. Starvsfólk til Tjarnargarð Søkt verður eftir sjúkrarøktarfrøðingi og heilsurøktara til farloyvisstørv at byrja 1. mars 2006 til 1. oktober 2006. Umsóknarfreist: Mánadagin 20. februar 2006. Setanarviðurskifti: Løn og setanartreytir sambært sáttmála hjá avvarðandi yrkisfelag. Les meira um størvini á www.torshavn.fo/leysstorv Tú hevur dirvið – vit hava starvið www.torshavn.fo er at síggja á Býarbókasavninum, í Snarskivuni og í Kunningarstovuni Tórshavnar kommuna søkir eftir leiðara 40 tímar um vikuna til Barnagarðin á Velbastað, at byrja 1. mars 2006 ella eftir avtalu Vit bjóða - eitt áhugavert starv í einum nærumhvørvi, har náttúran hevur stóran leiklut í gerandisdegnum og har spælið fyllir nógv - møguleika at seta dám á stovnin - møguleika fyri ráðgeving - møguleika fyri eftirútbúgving Vit vænta at tú - ert útbúgvin pedagogur - hevur leiðsluroyndir - kanst arbeiða sjálvstøðugt og taka avgerðir - hevur hugsjónir um virksemi í einum dagstovni - hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag, við virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum, foreldrum og starvsfeløgum - kanst virka í góðum samstarvi við starvsfelagar og foreldur - dugir væl at samskifta, bæði innan – og uttanhýsis - ert opin fyri møguligum bygnaðarbroytingum - hevur teldukunnleika á brúkarastøði Setanarvíðurskifti løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Katrin Petersen, sam- skipara ella Jákup Simonsen, deildarleiðara tlf. 302010. Umsókn saman við viðmælum, royndum og upplýsingum um útbúgving skal vera Tórshavnar kommunu, Postboks 32, 110 Tórshavn í hendi í seinasta lagi mánadagin 20. februar 2006. T Ó R S H A V N A R K O M M U N A Leiðari til Barnagarðin á Velbastað Umboðsmannaval Sambært grein 28 í høvuðssamtyktini verður lýst til umboðsmannaval hósdagin 2. mars 2006. Veljast skulu 3 umboð fyri Tvøroyri, 2 fyri Hvalba og 1 fyri Fámjin. Uppskot um umboð skulu skrivliga vera sjúkrakass- anum í hendi í seinasta lagi 16. februar 2006. Suðuroyar Norðari Sjúkrakassi www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo