Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-03, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. februar 2006síða 45

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 25 - 3. februar 2006 45 Arbeiðshandskar til øll endamál - bæði á sjógvi og landi Landsins størsta úrval frá eingangshandskum til fóðraðar Japan-handskar Beinleiðis frá framleiðara Sosialurin 311820 spf Lastbilar til sølu Scania 143/450 við retardara, 6x2, árg. 1991, presendingslast við alu-botni. Scania 143/450, árg. 1989, Schmitz frystilast árg. 1996, kontainara-festir. Volvo F10 við telma-bremsu, árg. 1986, bjálv. glastr. kassi, skjóti/-faldi lift 2500 kg. 390.000 km. Tlf. 212104 Leys lærarastørv á Sjúkrarøktarfrøði- skúla Føroya 2 tíðaravmarkaði lærarastørv fulla tíð frá 15. mars 2006 til 31. januar 2007 2 lærarastørv eru leys at seta á skúlanum frá 15. mars ella so skjótt sum til ber. Lýsing av størvunum Arbeiðið sum lærari á Sjúkrarøktarfrøðiskúlanum fevnir m.a. um undirvísing í sjúkrarøkt, vegleiðing í sambandi við uppgávuskriving og verkætlanir. Arbeitt verður í tøttum samstarvi, bæði í toymi, innan samlaða lærarahópin, við kliniska partin av útbúgvingini og við aðrar samstarvspartar. Útbúgvingin er í støðugari broyting og menn- ing. Sum lærari á skúlanum ert tú við í menn- ingararbeiðinum, og fært soleiðis ávirkan á útbúgvingina og lærarastarvið. Faklig krøv Sjúkrarøktarfrøðingur við viðkomandi víðari- útbúgving á master ella kandidatstøði. Sjúkrarøktarfrøðingur við viðkomandi víðari- útbúgving á diplomstøði ella sjúkrarøktarfrøðingur við hollum royndum innan undirvísing, hevur eisini møguleika at søkja. Førleikakrøv • Kunnleiki til føroysku útbúgvingina til sjúkra- røktarfrøðing á bachelorstøði • Royndir innan undirvísing • Góð samskiftis- og samstarvsevnir • Kunnleiki til føroysk viðurskifti Lønar- og setanartreytir: Størvini verða sett sambært sáttmála millum Fíggj- armálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktar- frøðingar. Nærri fæst at vita um størvini við at venda sær til virkandi rektara á tlf. 304599 lokal 1170 ella 315950 Umsókn við CV og prógvum skal sendast til Sjúkrarøktarfrøðiskúla Føroya Eirargarður 14 B FO-100 Tórshavn Merkt: umsókn Umsóknin skal vera skúlanum í hendi seinast 15. februar 2006. Frá S & K felagnum Aðalfundur felagsins verður í Havn á Hotel Tórshavn leygardagin 18. februar 2006 kl. 19.30. Dagsskrá sambært lógum felagsins. 1) Frásøgn formansins frá farna ári 2) Roknskapur til góðkenningar 3) Val av nevndarlimum og tveimum tiltakslimum 4) Val av formanni 5) Innkomin uppskot 6) Ymiskt 7) Lógarbroytingar. Uppskot er frá nevndini. S & K felagið