fríggjadagur 3. februar 2006síða 46
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
46
Nr. 25 - 3. februar 2006
Frá Miðvágs
Arbeiðarafelag
Ársaðalfundurin verður 3. mars.
Nevndin
Í sambandi við barsilsfarloyvi er eitt
tíðaravmarkað starv sum avloysari fyri
fulltrúa hjá Løgtingsins umboðsmanni
leyst at søkja. Starvið verður sett
skjótast gjørligt fyri tíðarskeiðið fram til
31. des. 2006.
Embætið
Umboðsmaðurin, ið virkar sambært
løgtingslóg nr. 60 frá 10. mai 2000,
fór undir virksemi sítt 1. mai 2001.
Uppgávan hjá umboðsmanninum er
at hava eftirlit við almennu fyrisitingini
undir heimastýrinum, herundir at
viðgera klagur frá borgarunum um
avgerðir v.m. Á skrivstovuni starvast
dagliga
umframt
umboðsmannin,
tveir løgfrøðiligir ráðgevar og ein
skrivstovufulltrúi.
Uppgávurnar
Arbeiðsuppgávurnar verða í høvuðs-
heitum:
• fyrireiking og viðgerð av innkomnum
klagum
• uppgávur í sambandi við eftirlits-
kanningar av málsviðgerðini á út-
valdum økjum, og
• kunningarvirksemi um fyrisitingarlig
evni og um virksemið hjá umboðs-
manninum.
Talan er um eitt rættiliga avbjóðandi
starv í tøttum samstarvi við umboðs-
mannin.
Setanartreytir
Tann, sum settur verður, skal hava prógv
sum løgfrøðingur. Stórur dentur verður
harumframt lagdur á royndir eftir lokna
útbúgving, og er tað ein fyrimunur, um
viðkomandi hevur starvsroyndir innan
almennu fyrisitingina.
Lønin er sambært sáttmála millum
Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og
Løgfrøðingafelag Føroya. Møguleiki er
fyri setan sum ráðgevi, um førleikin og
royndirnar eru til tess. Tann, sum settur
verður, má tola møguligar broytingar í
arbeiðsuppgávunum.
Umsóknir
Umsóknir við avriti av prógvum v.m.
skulu verða umboðsmanninum í hendi
í seinasta lagi mánadagin 6. februar,
kl. 12. Adressan er:
Løgtingsins umboðsmaður
Traðagøta 43
Postsmoga 2008
165 Argir
Allar umsóknir verða viðgjørdar í
trúnaði. Nærri fæst at vita um starvið
við at venda sær til Sólju í Ólavsstovu,
umboðsmann ella Johnhard Klett-
heyggj, ráðgeva á tlf. 358500.
Fulltrúi hjá
Løgtingsins umboðsmanni
Útróðrarbátur
til sølu
Um hóskandi boð fæst verður útróðrarbáturin M/B
»Osla«, Norðdepli, hervið lýstur til sølu við øllum
rættindum og loyvum, 106 fiskidagar.
Áhugað kunnu ringja á
tlf. 221489 ella 220086