Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-11-15, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. november 2000síða 11

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 220 - 15. november 2000 21 gult cyan magenta svart 20 Nr. 220 - 15. november 2000 Jan Christiansen Vit munnu øll verða sand um, at rætt er at brúka tær orkukeldur, sum ið dag fara fyri skeyti, um rímuligur økonomiur er í hesum. Tað kann vera vatn,vindur ella hitin frá eini brennistøð. Hetta er eisini hugsan fólkafloksins, og verður avlopshitin frá brennistøð- ini á Sandvíkihjalla brúktur til upphitan av húsunum í Hoyvíkshaganum. Sjálv skipanin roynist væl, men kortini er ávís ónøgd millum brúkararnum av fjarhitaskipanini. Hvat er so grundin til hesa ónøgd? Svarið er, eftir mín- um tykki, fyrst og fremst manglandi samskifti mill- um brúkararnar og fjarhita- felagið. Kommunan hevur kravt, at brúkararnir eru knýttir at fjarhitaskipanini og frátekur sostatt borgar- unum, í ávísum býarparti, sjálvi at velja veitara av hita til húsini. (monopolstøða). Prísurin er ov høgur og ógreiður meta brúkararnir, og vilja nágreinuliga fáa at vita, hvussu hitafelagið kemur til kostnaðin, ið hitin verður seldur fyri. Tað má sigast vera eitt rímuligt krav, serliga tá hugsað verður um, at kommunan hevur tilskilað, at fjarhita- brúkararnir ikki skulu rinda meira, enn um teir nýttu olju sum brenni. Eg ætli ikki her at meta um, hvør hevur rætt, fjar- hitafelagið ella brúkararnir, men rættast má uppá sam- skiftið millum partarnar. Tað at stórur partur av borgarum í býnum ganga runt við fatanini av, at teir verða órímuliga viðfarnir av kommununi, má fáast av vegnum. Fáast má í lag fundur millum partarnar, so at møguligar miskiljingar kunnu fáast av vegnum, so at vit kunnu fáa nøgdar brúkarar av fjarhitaveiting- ini. Um eingin semja fæst, millum fjarhitafelagið og brúkararnar, um ásetanina av prísinum fyri fjarhitan, so síggji eg einastu ráðini verða, at heitt verður á fakfólk, um at kannað prísásetingina. Fyriskriftin má verða, at brúkararnir av fjarhita, ikki rinda meira fyri hitan enn restin av býn- um ger. Ikki má tað henda, at fjarhitaveitingin ikki fram- haldandi verður útbygd, so at enn størri partur av av- lopshitanum hjá brenni- støðini kemur til rættis, til frama fyri umhvørvinum. Elin Tausen Valevni fyri Miðflokkurin Eitt av hjartamálum mínum er, at tað skal verða møgu- ligt fyri samkomur og kirkjur at taka lut í samfel- agssligum uppgávum, sum t.d. barnagarðum, frískúl- um, búðstaðartrupulleikum o.ø. T.d. kann nevnast arbeiði sum Frelsurnarherurin ger fyri tey heimleysu. Hetta er hóast alt ein uppgáva hjá samfelaganum at taka sær av, men har tað vísir seg at samstarvið millum sam- komu og býráð at roynist væl, tó uttan at nøkta tørvin hjá teimum heimleysu til fulnar. Í hesum sambandi vil eg viðmæla at stuðil verður latin Blákross cafeéini, so at tað er møguligt hjá teim- um at røkja tær uppgávur sum tey hava set sær fyri. Tá ein hoyrir um hvussu væl cafeéin verður vitja, er tað keðiligt at hoyra at orsaka av manglandi stuðli, at tað skal verða neyðugt at skerja niður á upplatingar- tíðin o.a. Eg haldi á samma hátt, sum virkir og stovnar skulu hava møguleika at seta á stovn sín egna ansingar- stovn, skulu samkomur hava møguleika at seta á stovn ansingarstovnar og frískular, tá ið tann lógin verður broytt. Tað er sera vanligt í lond- unum runda um okkum at samkomur hava barnagarð- ar, sum byggja á bíbilskt grundstøði, og haldi eg at tíðin er komin at vit í Tórs- havnar kommunu, eisini lata upp fyri hesum møgu- leika. Hetta hevði verið við til at minka um bíðilistan, og givið foreldrum ein val- møguleika til at lata børn síni koma í eitt umhvørvi har bíbliunar orð verður hildið fram dagliga. Hetta er eitt mál sum eg ynski at arbeiða fyri. Ynskir tú hendan møguleika til tíni børn, set so kross við Miðflokkin. Anna Dahl-Olsen Valevni til býráðið Býráðspolitikarar skulu veljast til at umsita sosialu viðurskiftini í Havnini. Kommununar í dag um- sita og hava endaligu á- byrgdina av fleiri týdning- armiklum sosialmálum. Býráðsarbeiði er ikki bara vegagerðir, havnaútbygg- ingar og aðrar tekniskar veitingar. Hetta er tann minni parturin. Tann størri parturin snýr seg um sosial- mál so sum skúlamál, eldramál, heilsumál, barna- ansing, mentan, umhvørvi og so fíggjarmál. Býráðsarbeiði er at skapa trivna í nærumhvørvinum, at skapa møguleikar hjá tí einstaka at kunna velja og virka. Býráðspolitikkur skal stimbra vælferðina hjá tí einstaka við tiltøkum sum viðkemur nærum- hvørvinum. Eitt nærumhvørvi har familjur, kvinnur og menn trívast. Kvinnur hava ofta eitt annað sjónarmið til sama mál enn menn. Tí skulu ikki bara menn rað- festa, kvinnur skulu eisini verða við til at raðfesta fíggjarkarmarnar til ein- støku málsøkini. Kvinnur hava skyldu til at taka lut í býráðsarbeiðinum. Ein betri javnvág millum kvinnur og menn í býráðn- um hevði verið rættari, tá ið vit hugsa um, at størsti parturin av býráðsarbeið- inum umfatar sosialmál. Men kvinnur skulu ikki sita í býráðnum, bara tí tær eru kvinnur. Jákup Suni Joensen býráðsvalevni á lista A Í valgrein í bløðunum vil sambandsmaðurin vera við, at landspolit- ikkarir ikki prioritera landsvegin av Oyra- reingjum og út á Signa- bø. Tað er rætt, at undan- farnu landspolitikkarar ikki hava megnað til annað enn at skriva um henda trupulleika. Men núsitandi sam- gonga hevur sett sær fyri at loysa tann akutta tørv- in hesum viðvíkjandi. Í løgtingsfíggjarlóg fyri 2001 stendur soljóð- andi: Oyrareingir Í 2000 vóru játtaðar kr. 400.000,- og er tað mesta av hesum nýtt til keyp av lendi. Ætlanin er, at 1,5 mió. kr., sum eru avsettar í 2001, skulu nýtast til umbygg- ing av snaringini á Oyra- reingjum og verður ar- beiðið útboðið í 2001. Og somuleiðis stendur í fíggjarlógini: Trygdartiltøk, størri ábøtur. 2 bussteðgipláss í Kollafirði og gontutunn- il á Hvítanesi. Upplýsast kann, at fyrispurningar eru lagdir fyir landsstýrismannin í vinnumálum Bjarna Djurholm hesum við- víkjandi, og er enda- málið, at borgarin fær at vita, hvat víðari kemur at henda í nevndu mál- um. Generelt kann sigast, at tað altíð tekur rúma tíð at fáa slík arbeiðir í gongd á landsplani. Undirritaði fer annars at ynskja Terja Davidsen eitt gott val. Høgni Mikkelsen valevni Sambands- floksins til Tórshavnar Býráð Í 1999 var eldraár, har nógv var tosa um eldra- íbúðir. Í mars mánaða sama ár var eitt hugna- kvøld í tilhaldinum í Havn, har nógv fólk var komið saman. Hetta kvøldið varð tosað um hvussu gjørt skuldi verið fyri at fáa tilvega íbúðir til eldri fólk. Ein av gestarøðarun- um var borgmeistarin í Havn. Hann segði á hesum fundi, at nú fór ikki at ganga alt ov long tíð, so vóru eldraíbúðir klárar at flyta inn í. Í Degi og Viku sama ár síggja vit stjóran í Húsalánsgrunninum standa uppi í Berja- brekku, har hann fortel- ur, at ein ella annar grunnur skuldi byggja íbúðir til eldri fólk og fólk við breki. Sjálvur haldi eg at hetta er ein skilagóð loysn, men nú eru skjótt tvey ár liðin, har tosað var um hetta, og ongar íbúðir eru at síggja enn. Hvussu hevði verið, um minni varð tosað og meira arbeitt, tí sum øll vita, so er íbúðartørv- urin stórur á hesum øki. Hetta er eitt málsøki, sum eg hevði arbeitt nógv fyri, um eg bleiv valdur. Fjarhiti Barnagarðar og Frískúlar, ið byggja á bíbilskt grundstøði Kvinnur og býráðspolitikkur Eldraíbúðir v. m. Nær koma tær? Aftursvar til Terja Davidsen VIÐMERKINGAR Sløkkili›sstø›in, Undirsjóvartunnil VIÐMERKINGAR Peningurin skal fylgja barninum Steinbjørn O Jacobsen, varaborgarstjóri skrivar Nú so nógv hevur veri› umrøtt at gera seg tilrei›- ar her nor›i í samband vi› ger› av undirsjóvar- tunnil um Leirvíksfjør› hev›i eisini veri› áhuga- vert at nomi› vi› Klaks- víkar Sløkkili› og um- stø›ur hennara. Vit vita, at tá tunnilin er komin ver›a stór krøv sett í samband vi› bjarg- ingar og sløkkili›sút- ger›, og her noy›ast vit longu nú at gera okkum tilrei›ar til hesa avbjó›- ing, tí ey›vita er, at ta› skulu útger›ir og um- stø›ur til hetta. Vit hava í dag eina sløkkili›sstø› vi› sera dugnaligari manning, sum alt samdøgri› eru til rei›ar at tra›ka til, tá bo› eru eftir teimum og hetta kennist trygt. Men tá vit hugsa um framtí›ina, sum vit altí› eiga at gera, so mugu umstø›urnar betrast og í samrá› vi› sløkkili›i› ver›ur gjørd ein ætlan yvir tørvin á hesum fyri okkum øllum ney›uga stovni›. Vit hava júst fingi› eina Trygdarmi›stø› vi› Bor›oyavík á høgum stø›i› og hetta er ein ógvuliga spennandi verk- ætlan, sum vi› gó›um fólki› nú er farin av álv- ara til verka undir gó›um umstø›um og henda ætl- an hevur fingi› gó›a undirtøku frá brúkaran- um. Hesa verkætlan hev- ur Klaksvíkar B‡ rá› skor›a væl undir. Tá nú Trygdarmi›stø›- in er løgd á hesum høg- liga sta›, fari› eg at mæla til at arbei›a mi›- víst vi› at byggja eina n‡ ggja Sløkkili›sstø› uppi vi› Bor›oyavík tætt vi› munnan til undirsjóv- artunnilin ella vi› Ídna›- arøki› har, so hesir bá›ir stovnar av praktiskum grundum kundu samar- beitt um ymiskt. Lati› okkum ver› a skjót á sjóvarfallinum so vit ikki missa hetta av hondum, men ver›a til- rei›ar í Klaksvík at taka› okkum av hesum. Lati› okkum Klaksvíkskinkar sum so mangan ver› a fyrst og fremst. Verandi sløkkili›sstø› fer› um stutta tí› ikki at kunna h‡ sa øllum teim- um ambo›um, útger›um, sløkkili›sbilum og tí skei›virksemi› sum krevst, til at standa út- búgvin, um okkurt ver›- ur áfatt. Á fíggjarætlanini fyri komandi ár er meiri peningur settur av til at útvega sløkkili›num betri umstø›ur, men hetta røkkur stutt, tá hugsa ver›ur um tær veldugu avbjó›ingar sum standa fyri framman. Álvur Kirke Valevni Mi›floksins til b‡ rá›svali› í Havn Í Havnar kommunu er stórur tørur á barnaansing. Tá eini ung hjún giftast og byggja sær hús, so er hetta ein so stór fíggjarlig byr›a, at bæ›i noyast út at arbei›a, um tey vilja ella ikki. Hetta ger, at tey ikki hava møguleika at passa børn síni um dagin. Summar mammur vilja gjarna arbei›a úti, men summar vildu heldur veri› heima hjá børnunum, - um ta› var fíggjarliga møgu- ligt. Ta› ber væl til at rokna úr, hvussu nógv eitt vøggu- stovu- ella barnagar›spláss kostar, - og hvussu stórur kommununar partur er. Galdandi skipan er órætt- vís! Tey, sum fara út at arbei›a, og fáa vøggustovu- ella barnagar›spláss, fáa tvær inntøkur, og fáa har aftrat stóran part av vøggu- stovu- og barnagar›spláss- inum goldi› av kommun- uni. Tey, sum einki vøggu- stovu- ella barnagar›spláss fáa, mugu sjálvi passa síni børn, ella gjalda onkrum, fyri at passa tey. Um nú peningurin fylgdi barninum, so fekk mamm- an ein reellan valmøgu- leika. Hon kundi valt at ar- beitt heima, og hon kundi valt at arbeitt úti. Henda møguleika hevur hon ikki í dag. Henda skipan hev›i eis- ini ført vi› sær, at trørvurin á vøggustovu- og barna- gar›splássum hev›i mink- a›, tí nakrar mammur høvdu helst valt at veri› heima hjá børnum sínum. Mi›flokkurin vil virka fyri, at slík skipan ver›ur veruleiki. Vel tí Mi›flokkin, lista H. Rasmus Magnussen valevni Sambandsfloksins í Tórshavn Ein máti at bjó›a seg fram til kommunuval er at lova ymiskar loysnir, sum tokkast fólki. Ta› ver›i seg barnagar›ar, ansingarpláss, bátahavnir, arbei›spláss o.a. Ta› er tó greitt, at skulu lyftini halda, má ein meiriluti fáast fyri uppskot- inum, sjálvur er tú bara ein av trettan, og ikki minst – alt skal gjaldast. Øll b‡ -/bygdará› í land- inum hava sum a›almál at geva sínum borgarum tey bestu korini fyri at trívast. Solei›is er eisini í Tórs- havnar kommunu. Und- anfarin b‡ rá› hava k‡ tt seg fyri at tryggja sínum borg- arum hesi kor. Sum heild haldi eg, nógv er hent á røttu lei›. Men, sum vit vita, er í nógvum førum langt eftir á mál. Hetta for›ar tó ikki fleiri av gomlu og n‡ ggju valevn- inum í komandi valskei›i at lova at fáa rættlag á alt ta›, sum enn liggur á láni. Ta › er sjálvandi upp til tykkum, sum veljarar at trúgva teimum. Lættast er sjálvandi at lata vera vi› at lova naka› sum helst, tí so kann ein ikki heingjast uppá, at hava lova› hettar ella hatta. Eitt mál, sum eg vildi lagt dent á, er at tryggja smáídna›inum í kommun- uni gó› kor. Her í komm- ununi eru nakrar stórar fyritøkur, sum dominera› bílætinum. Alt gott um tær, og eru tær eitt stórt aktiv fyri kommununa, me›an smáídna›urin ikki er so sjónskur. Rundan um Havnina eru kommunur, sum geva sín- um smáídna›i sera gó›ar umstø›ur at menna seg. Ta› ver›ur gjørt vi› millum anna› at útvega grundøkir, sum virkini antin keypa ella leiga til ein lagaligan prís. Hesin smáídna›urin fær gó›ar umstø›ur at mennast og skapa varandi arbei›s- pláss. Hetta eigur eisini at vera gjørt í Tórshavnar komm- unu. Vi› ta›, at so nógv almenn arbei›spláss eru her á sta›num, tykist mær, at smáu vinnuvirkini hvørva, og tí ikki hava bestu kor at mennast og standa seg í kappingini. Var› hugsa› meira um hesi vi›urskifti, kundu kanska fleiri av teimum bøtt um heldur vánaligu hagtølini fyri útflutning, sum onkur b‡ ur hevur hug at skjóta Havnini í skógvarnar. Hetta er eitt av málunum, sum liggja mær á hjarta. Smáídna›urin hava gó› kor Regin av Steinum valevni fyri Tjó›veldis- flokkin til b‡ rá›i› 8. december 1988 var kommunuval um alt landi›. Dagin fyri stó› henda l‡ singin í Sosialinum: »Útbjó›ing. Vegna Argja Kommunu ver›ur jør›- arbei›i í samband vi› útbygging av Argja skúla hervi› bo›i› út alment. Arbei›i› umfatar útgraving og planering. Arbei›i› er ætla› at byrja medio febru- ar 1989. Sí›sti dagur at bi›ja um útbjó›ingartilfar er fríggja- dagin 06.01.1989 hjá P/F Trónda Fuglø M. A. A. móti ve›haldsgjaldi upp á 1.000,-, sum ver›ur at flyta á konto 440.344.9 í Føroya Banka ella at senda sum krossa›ur kekkur, á›renn útbjó›ingartilfair› ver›ur útfl‡ ggja›. Seinasta freist at seta fram spurningar í sambandi vi› útbjó›ingartilfari› er fríggjadagin 20.01.1989. Tilbo› ver›a latin Argja Kommunu í afturlatnum brævbjálva merktur út- bygging av Argja skúa í seinasta lagi fríggjadagin 27.01.1989 kl 14, har tey tá ver›a upplatin. Bjó›andi kunnu vera hjástødd vi› upplating« Undirskriva› P/F Trónd- ur Fuglø arkitektur M.A.A. Eftir vali› hoyrdist ikki eitt kis um nakra útbygging, og nú eru næstan 12 ár li›in, og einki gjørt. Jú, sum ein ney›loysn vóru tvær stovur bygdar vi› fótbóltsvøllin, men ta› var so skjótt, so vóru tær tiknar til frítí›ar- skúla. Sí›ani hevur skúlin hjálpst vi› “ fyribilsloysn- ir” , sum eru vor›nar var- andi loysnir, men nú fer ikki at bera til longur. Her kann nevnast, at eitt nú ser- stovur ver›a n‡ ttar til van- liga undirvísing osfr. Trongu karmarnir hóska ikki á nakran hátt til eitt nútímans skúlaumhvørvi, og øllum kunnugt er væl skúla›ur ungdómur fram- tí›in. Bygdin veksur og harvi› eisini barnatali›. Vit skulu minnast til, at skúlabygn- ingarnir eru einki broyttir sí›ani sí›st í sjeyti árunum, tá i› ni›ari skúlin, N‡ ggi skúli, var tikin í brúk. Tá var skúlin ætla›ur til ein vanligan bygdarskúla, men sí›ani er eisini framhalds- deild, 8. – 10. flokkur, komin afturat. Minnist meg rætt, var útbyggingin mett til einar 18 – 20 mill. kr. 1. sept. í ár vóru 17 skúlaflokkar og 332 næm- ingar í Argja skúla. Saman vi› barnaansingini er útbyggingin av skúlan- um tey mest átrokandi málini fyri búsetingina og trivna›in á Argjum, men onnur stórmál - eitt nú ringvegurin og bátahylurin – hava sjálvandi eisini stór- an t‡ dning fyri bygdina. Argja skúli He›in Mortensen b‡ rá›slimur og valevni til b‡ rá›i› á lista B Ein effektiv og tí›arhósk- andi umsiting er fortreyt- in fyri eini vælvirkandi kommunu. Hjá einum tænastustovni eru hølis- vi›urskiftini av stórum t‡ dningi, seinastu tí›ina er munandi bøtt um hesi vi›urskifti, men enn eru trupulleikar at loysa. Trongligt er í gomlu Havnini, og tí má hvørt stig umhugsast sera væl. Men b‡ rá›sfyrisitingin má og skal hava gó›ar umstø›ur, tí hetta er ein tænastustovnur fyri teg og meg, sum skal virka, veglei›a og hjálpa. Tí skal tænastuvirksemi› hjá kommununi setast høgt fyri borgarans besta! Fyrisitingin