Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-06, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. februar 2006síða 5

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 26 - 6. februar 2006 5 – Ætlanin er ikki á nakran hátt at taka kommunurnar av ræði. Talan er bert um at seta eina nevnd at gera eitt tilmæli. Eftir at nevndin hevur gjørt sítt arbeiði, verð­ur tað upp til kommunurnar ígjøg­ num SEV ella av­varð­ andi landsstýrismann gjøgnum lóggávu at taka næstu stig­ini, sigur Kári P. Høj­ gaard, løgtingsmaður SEV Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Sjálvstýrisflokkurin hev­ur nú skotið upp, at løg­ting­ið tekur undir við, at lands­ stýr­ismaðurin saman við komm­ununum setir eina nevnd at kanna fyrimunir og vansar við at skipa SEV frá kommunalum felagsskapi til partafelag. – Hetta verður gjørt, nú greitt er, at leiðslubygnaðurin í SEV er ótíðarhóskandi, sigur flokkurin. Skotið verður upp, at nevnd­in verður mannað við ein­um umboði fyri hvønn flokk á tingi, ein­ um umboði fyri Føroya Komm­­­unufelag, einum fyri Kommunusamskipan Før­ oya, tveimum umboðum fyri stýrið fyri SEV og fýra umboðum fyri umboðsráðið hjá SEV. Flokkurin skjýtir eisini upp, at landsstýrismaðurin velir formannin, og at nevndin sjálv velir næst­for­ mannin. Arbeiðssetningur Sjálvstýrisflokkurin skjýtir upp, at landsstýrismaðurin í vinnumálum í seinasta lagi 1. apríl 2007 fær frágreiðing handaða um møguleikarnar at umskipa SEV til partafelag – og um á hvønn hátt hetta kann gerast.  – Kannast skal, á hvønn hátt umskipanin kann fara fram, hvønn ognarlut ein­støku kommunurnar eiga at fáa, hvussu lokala brúk­araumboðanin kann varð­­veitast gjøgnum um­ boðs­ráðið, atlit til við­kom­ andi lógg ávu og lands­ myndugleikar. Nevndin skal eisini kanna avleiðingar fyri brúkaran, umhvørvi og veitingartrygd. Flokkurin heldur, at nevnd­in eisini eigur at út­greina fyritreytirnar fyri framhaldandi konsessión til SEV. Viðmerkingar Uppskotsstillarin, sum er Kári P. Højgaard, heldur, at SEV við eini umskiping kann fáa ein meira hóskandi og vanligan leiðslubygnað, har hvør einstøk kommuna kann gera av, um hon fram­ haldandi vil binda pening í elframleiðslu – ella, um hon heldur vil selja partabrøvini og í staðin gera íløgur í aðrar tænastur til sínar borgarar. – Ætlanin er ikki á nakran hátt at taka kommunurnar av ræði. Talan er bert um at seta eina nevnd at gera eitt tilmæli. Eftir at nevndin hevur gjørt sítt arbeiði, verður tað upp til kommunurnar ígjøgnum SEV ella avvarðandi lands­stýrismann gjøgnum lógg ávu at taka næstu stigini, sigur løgtingsmaðurin. Kommunalur meiriluti Kári heldur, at undir øllum umstøðum fáa kommurnar høvi til at úttala seg, bæði í sambandi við nevndararbeiði og tey møguligu stig, ið tikin verða, eftir at nevndar­ arbeiðið er liðugt. – Eisini er greitt, at komm­unurnar hava grund­ lógartrygg jaðan ognarrætt til SEV, og tað tí undir ong­um umstøðum verður tal­an um annað enn at um­hugsa umskipan av ogn­ ini hjá kommununum frá íognarfelag til partafelag. Uppskotsstillarin vísir á, at kommunurnar sambært uppskotinum eisini koma at hava meirilutan í nevndini – við 8 av 14 limum Einskiljing Kári P. Højgaard vísir ann­ ars á, at nógvir kommunu­ stýrislimir í seinastuni hava sett spurnartekin við, um tað framhaldandi eigur at verða ein kommunal uppgáva at veita el-orku til alt virksemi í landinum. – Í hesum einskilj­ingar­ tíðum er lítið at ivast í, at SEV uttan iva hevði havt betri møguleikar at røkt sítt virksemi, um felagskapurin varð einskildur. Hann sigur, at nógvar landsuppgávur verða lagdar út á kommunurnar, tí ásannað verður, at hesar best verða røktar í nærumhvørvinum. – Hetta setur stór fígg jarlig krøv til kommunurnar, og tað eru alt fleiri, sum ásanna, at uppgávurnar eru so krevjandi, at kommunur hava valt at legg ja saman í størri eindir. Kári Højgaard vísir á, at nógvir kommunalpolitikarar eru av tí áskoðan, at kundu teir selt sín part í SEV, høvdu teir havt meira pen­ ing til at røkt aðrar komm­ unalar uppgávur, eitt nú til útstykking, skúlaverk, barna­ ansing og annað. Sjálvstýrisflokkurin: Mælir til at SEV fær ein meira tíðarhósk- andi leiðslubygnað Kári Højgaard, løgtingsmaður, sigur, at nógvir kommunal­ politikarar eru av tí áskoðan, at kundu teir selt sín part í SEV, høvdu teir havt meira pening til at røkt aðrar kommunalar uppgávur, eitt nú til útstykking, skúlaverk, barnaansing og annað Mynd: Vilmund Jacobsen – Í hesum einskiljingartíðum er lítið at ivast í, at SEV uttan iva hevði havt betri møguleikar at røkt sítt virksemi, um felagskapurin varð einskildur, heldur Kári P. Højgaard, løgtingsmaður Tiltak Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í annaðkvøld skipar bóka­ savnsnevndin hjá Leirvíkar kommunu fyri einum áhugaverdum tiltaki í stovu 5 í Leirvíkar skúla. Á hugnaløtuni fara Arni Vatnhamar og Eirikur Just­ inussen at hugleiða um lívs­ leiðina við serligum atliti til krígsárini, 1940-1945. Hetta verður ein hugna­ løta, har Monica Stauss Joensen og Jóannes Joensen eisini fara at spæla tónleik í steðginum. Í sambandi við tiltak­ið verður eisini ein drekka­ munn­ur at fáa. Tiltakið í Leirvíkar skúla byrjar klokkan 20, og øll eru vælkomin. Krígsárini á Bóka­savninum í Leirvík Bókasavnsnevndin í Leirvík hevur javnan skipað fyri tiltøkum, og nú týskvøldið verður enn eitt áhugavert tiltak í skúlanum í Leirvík Mynd: Vilmund Jacobsen