mánadagur 6. februar 2006síða 6
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 26 - 6. februar 2006
Tekningarnar av
Muhammed profeti
eru bara ein partur av
frágreiðingini um tað,
sum hendir í hesum
døgum, og Danmark
gjørdist offur fyri
innanhýsis ósemjum í
muslimska heiminum
og jarnbrot hjá teim
um, sum vilja hava
eina uppgerð við
Vesturheimin
Tað eru ikki bara tær tólv
tekningarnar hjá Jyllands
postinum, sum fáa uppøstar
mannamúgvur at brenna
danska flaggið í gøtunum
í Miðeystri og aðrastaðni
og at seta eld á danskar
sendistovur í Damaskus og
Beirut. Tekningarnar vóru
bara svávulpinnurin, sum
bleiv brúktur til at festa í
við.
Tað sigur Jørgen Bæk
Simonsen, lektari á Carsten
Niebuhr-stovninum
á
lærda háskúlanum í Keyp
mannahavn.
– Tey, sum standa fyri ófrið
inum í Libanon, eru kanska
tey, sum vóru misnøgd við ta
loysnina, sum bleiv vald, tá
borgarakríggið har endaði. Tí
kann talan vera um kristnar
kreftir ella tann muslimska
høgravongin, sigur hann við
danska sjónvarpið.
Miðeysturserfrøðingurin
Helle Lykke Nielsen er samd
við Jørgen Bæk Simonsen.
– Tey, sum halda, at hetta
bara snýr seg um átrúnaðar
lig viðurskifti, mistaka
seg fullkomiliga, sigur
hon. Helle Lykke Nielsen
heldur, at í summum
londum brúka stjórnirnar
og víðgongdar kreftir
Muhammedstekningarnar
til egið gagn. Hon samanber
støðuna við ein fótbóltsvøll
við nógvum leikarum, men
ongum bólti.
– Tekningarnir eru bólt
urin, og tá hann kom inn
á vøllin, fóru fleiri aftan á
honum fyri at vita, hvussu
tey kundu fáa sum mest burt
ur úr honum, sigur Helle
Lykke Nielsen við danska
sjónvarpið.
Hon vísir eisini á, at
støðan hevur leingi verið
spent í fleiri av teimum
arabisku londunum við
stríði ímillum stjórnirnar
og víðgongdar kreftir og
innanhýsis ósemjum ímill
um teir víðgongdu felags
skapirnar. Við Muhammeds
tekningunum hava partarnir
funnið eitt, sum teir kunnu
semjast um, men hendan
semjan verður ikki drúgv.
– Tey fingu eitt felags
mál á einum silvurfati,
og nú kunnu tey standa
lið um lið og finnast at
einum pinkulítlum landi.
Men hendan gleðin verður
stokkut, tí málið umfatar
nú eisini onnur lond so sum
Frakland, og fleiri av hesum
londunum hava ongan áhuga
í at keglast við Evropa, tí tað
kann geva teimum álvars
samar trupulleikar, sigur
Helle Lykke Nielsen.
Ikki bara Danmark
Tær mest víðgongdu islam
istisku kreftirnar eru til
reiðar at brúka hvørt høvi til
at virka fyri einari uppgerð
ímillum tann muslimska
heimin og Vesturheimin,
og vesturlendskir diplomat
ar eru á einum máli um,
at tekningarnar av Muham
med profeti komu sum ein
gáva úr erva hjá hesum
kreftum. Tað legði danski
uttanríkisráðharrin eisini
dent á á tíðindifundi sunnu
dagin:
– Tað snýr seg ikki bara
um Danmark. Hetta er vorð
ið ein kreppa, sum er eitt
álop á samstarvið ímillum
tann arabiska heimin og Vest
urheimin. Hetta er vorðið
ein kreppa, har tey, sum ikki
vilja vita av nýskipanum,
demokratii og samstarvi
ímillum mentanir, eru farin
út á gøturnar at gera um seg,
segði Per Stig Møller.
Í fleiri londum hava leið
andi politikarar eisini gjørt
vart við, at málið snýr seg
ikki bara um eina ósemju
ímillum tey arabisku londini
og Danmark, men allan
Vesturheimin. Talsmaðurin
hjá Hvítu Húsunum segði í
gjár, at USA stendur undir
lið Danmarkar og Evropu
í hesum máli, og NATO-
aðalskrivarin, Jaap de Hoop
Scheffer, segði, at eisini har
fær Danmark fullan stuðul.
Vesturlendskir diplomatar
siga sambært Berlingske Tid
ende, at stjórnirnar í londum
sum Sýrialandi, Egyptalandi
og Saudiarabia spæla eitt
vandamikið spæl, eydnast
tað teimum ikki at doyva
vreiðina um tekningarnar.
Kanska hevur trýstið vestan
eftir longu havt sína ávirkan.
Í hvussu er hevur libanski
innanríkisráðharrin lagt frá
sær.
UTTAN ÚR HEIMI
Stríðið snýr seg ikki bara
um tekningar og átrúnað
Mótmælismaður vísir sigurstekinið uttan fyri ta brennandi donsku sendistovuna í Beirut
Mynd: Reuters
Fiskimenn snýta illa
Fiskiveiðieftirlitið í Dan
mark hevur varhugan av,
at danskir fiskimenn fiska
nógv meiri tosk, enn teir
hava loyvi til, og at teir
brúka allar snildir fyri at
snýta eftirlitið.
Varastjórin í Fiskiveiði
eftirlitinum, Claus Wille,
sigur við Politiken, at fiski
menninir fylgja gjølla við,
hvar menn hjá eftirlitinum
eru, og at siga hvør øðrum
frá. Tann nýggja skipanin
við fylgisveinaeftirliti virk
ar heldur ikki, til skipini
sløkkja tólini, so eftirlitið
ikki kann síggja, hvar tey
eru stødd. Claus Wille sigur,
at tað er næstan einki mark
fyri, hvat fiskimenninir
kunnu finna uppá, og tí er
orsøk til at rópa varskó nú,
sigur hann.
Tøl hjá ICES vísa, at í
2004 fiskaðu danir næstan
20.000 tons meiri av toski í
Eystrasalti, enn teir høvdu
loyvi til, og at tann ólógligi
fiskurin bleiv seldur fyri
slakar 200 milliónir krón
ur.
Formaðurin í danska
f iskimannafelagnum,
Flemming Kristensen,
ásannar, at danir veiða
meiri tosk, enn teir hava
loyvi til. Men hann heldur,
at tað er ES fyri at takka,
tí kvoturnar hjá teimum
donsku skipunum eru alt
ov smáar, sigur hann.
Prestur myrdur
Tann 60 ára gamli katólski
presturin Andrea Santano
varð skotin uttan fyri eina
kirkju í turkiska býnum
Trabzon
sunnudagin.
Presturin, sum var ættaður
úr Italia, varð skotin, beint
eftir at hann hevði havt
messu í kirkjuni, siga turk
isku myndugleikarnir.
Eygnavitni hava greitt
løgregluni frá, at tað var
ein ungur maður, sum
skeyt prestin, og við hjálp
av einari tekning av mann
inum leitar løgreglan nú
eftir honum.
Turkisku myndugleikar
nir hava fordømt morðið,
men teir vilja ikki siga,
um tað kann hava sam
band við stríðið um
Muhammedstekningarnar
hjá
Jyllandspostinum.
Tekningarnar hava eisini
elvt til vreiði í Turkalandi.
Stjórnin hevur fordømt tær,
og sunnudagin gingu fleiri
hundrað fólk mótmælis
gongu í Istanbul. Mann
sterk løgreglulið forðaðu
tó fyri ófriði.
Vandamiklir fangar flýddu
Altjóða
løgreglusam
starvið, Interpol, stendur
tilbúgvið, eftir at 23 fangar
eru flýddir úr einum fongsli
í Jemen.
BBC veit at siga, at Inter
pol metir fangarnar vera
eina hóttan ímóti øllum
londum. 13 teirra verða
sagdir at hava tilknýti til
yvirgangsfelagsskapin al-
Qaeda, og at teirra millum
er maðurin, sum skipaði fyri
álopinum á amerikanska
herskipið ”USS Cole”
í 2000. Ein annar skal
hava havt samband við
atsóknina at franska tanga
skipinum ”Limburg” í
Persaflógvanum í 2002.
Sambært BBC eydnaðist
tað teimum 23 monnunum
at flýggja ígjøgnum ein
140 metrar langan tunnil,
sum teir høvdu grivið úr
fongslinum til eina mosku.
Har eydnaðist tað teimum
at fjala seg ímillum fleiri
hundrað fólk, sum júst
høvdu verið í moskuni til
bønarhald.
Kvinnur sum biskupar
Anglikanska kirkjan er nú
til reiðar at skifta orð um
at loyva kvinnum at virka
sum biskupar. Í síðsta
mánað fekk kirkjan eina
frágreiðing, og har var
niðurstøðan, at kvinnur
eiga at sleppa at virka sum
biskupar.
Í 1992 varð samtykt, at
kvinnur skuldu sleppa at
virka sum prestar í angli
konsku kirkjuni, og tvey
ár seinni vórðu tær fyrstu
settar í starv. Síðani eru
nógvar komnar afturat, og
í dag er sætti hvør prestur
kvinna.
Nú skal so støða takast
til, um kvinnur eisini skulu
sleppa at vera biskupar.
Tær konservativu kreftirnar
innan kirkjugátt halda, at
tann ovasti andaligi leið
arin hjá kirkjuni eigur
at vera ein maður, sjálvt
um sjálvur kirkjuleiðarin,
Elisabeth drotning, er
kvinna. Ovasti andaligi
leiðarin er erkabiskupurin
í Canterbury.