mánadagur 6. februar 2006síða 7
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 26 - 6. februar 2006
7
Fugloy: Hóast fólk kanska
ikki fáa eyga á nakran
framburð í Fugloy við
fyrsta eygnabrá, so verð
ur kortini arbeitt við eini
spennandi og øðrvísi ætlan,
sum skal verða fyri alla
oynna og alt fólkið.
Í seinastu útgávuni av
útoyggjablaðnum ”Glóðin”
verður nortið við ætlanina
at fara undir eitt sokallað
”marg-hús” í oynni.
Arbeitt verður í løtuni
við at prosjektera eitt slíkt
hús, sum m.a. skal kunna
hýsa bæði barnagarði og
einum bústovni fyri eldri,
umframt hava umstøður til
ferðafólk.
Hetta er ein verkætlan sum
fólk í oynni hava tikið stig
til saman við kommununi
og Útoyggjafelagnum.
Spennandi verður at
fylgja við í, hvussu hetta
arbeiðið fer at ganga í
framtíðini.
sb.
Argir: Hesa vikuna verður
árliga missiónsvikan hild
in í Kirkju- og Missións
húsinum á Argjum. Hvørt
kvøld verða møti undir
heitinum ”Jesus – tín frels
ari”.
Síðani missiónsvikurnar
byrjaðu í hesum húsinum
í 1975 hava øll tiltøkini í
samkomuni verið hildin her.
Men í hesi vikuni verður
somuleiðis vent aftur til
tað gamla møtistaðið, har
møtini byrjaðu í síni tíð.
Møtini byrja annars í
Kirkju- og missiónshús
inum í kvøld kl. 19:30,
men tá liðið er út á vikuna
verður farið oman í Argja
skúla at hava møtini. Møtini
um vikuskiftið verða tí
hildin á hesum staði.
Millum tiltøkini um
vikuskiftið er ein gospel
konsert, sum verður fríggja
kvøldið kl. 22, har bólkurin
Proclaim fer at spæla.
sb.
Kirkju- og missiónshúsið á Argjum verður karmur um enn
eina møtirøð í næstu viku
Aftur á slóðina
við møtum
Fugloyingar arbeiða við eini spennandi ætlan um eitt
”marg-hús” sum skal kunna nýtast til mong ymisk endamál
Spennandi ætlan
fyri alt fólkið
Hvannasunds
kommuna hevði eitt
uppskot um, hvussu
ein kann tryggja
eina trygga ferðslu
gjøgnum tunlarnar
á Borðoynni. Men
uppskotið hevur enn
ikki vunnið frama hjá
myndugleikunum
Tunlar
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Borðoy: – Fara tey bæði
bergholini á Borðoynni at
kunna slúka alla ta øktu
ferðsluna, tá Norðoyatunnilin
letur upp?
– Og ikki minst, hvussu
skal ferðslan skipast í øllum
Norðoyggjum í framtíðini?
Hetta eru spurningar, sum
nógv fólk í Norðoyggjum
seta sær í dag. Og helst er
tað so, at sama tal av svarum
man vera til allar hesar spurn
ingarnar.
Í annaðkvøld verður roynt at
svara nøkrum av hesum spurn
ingum, tá pallborðsfundurin
við heitinum ”Fyri og eftir
Norð oyatunnilin” er á skránni
í Miðlahúsinum í Vágsbotni.
Men ein annar av teimum,
sum hevur – ella hevði
– ætlanir um at geva sítt
boð til henda spurningin er
Hvannasunds kommuna.
Væntandi er, at rættiliga
nógv ferðsla fer at verða
gjøgnum
bygdirnar
í
kommununi um stutta tíð.
Spurningurin var, hvussu ein
kundi skipa hesa sum best.
Hóast kommunan er
lítil, so hevði bygdaráðið í
øllum førum gjørt sær sínar
hugsanir um hetta mál. Tey
sendu eitt ítøkiligt uppskot
til eina loysn, men uppskotið
fekk onga undirtøku.
– Vit duga at síggja, at
tunlarnir á Borðoynni megna
ikki alla hesa øktu ferðsluna.
Vandi er bara fyri, at proppar
fara at koma í.
– Hetta vita vit av royndum
tá grind er her hjá okkum.
Og tí er ikki óhugsandi, at
sama skilið verður tá allir
teir fremmandu bilarnir fara
at koyra hendavegin, sigur
Júst Poulsen, borgarstjóri í
Hvannasunds kommunu við
Sosialin.
Ferðsluproppar
Í Hvannasunds kommunu
síggja tey greitt, hvørja ávirk
an ið Norðoyatunnilin fer at
fáa fyri hetta norðasta økið
í landinum.
Hetta álvarsmálið mátti
takast upp til viðgerðar,
og varð gjørt á fundi fyri
sløkum ári síðani.
Úrslitið av hesum var, at
kommunan sendi snøgt sagt
eitt uppskot til Landsverk
um, hvussu ferðslan kundi
skipast í Borðoyatunlunum
– t.v.s. teimum sum verða
nevndir Árnafjarðartunnilin
og Hvannasundstunnilin.
Í hesum uppskoti leggur
kommunan upp til, at
Landsverk ger okkurt við
ferðslutrygdina gjøgnum
báðar tunlarnar. Tí, sum teir
siga, tað kemur ofta fyri, at
ferðsluproppur er í tunlunum.
Ljósregulering
Í skrivinum, sum er dagfest
18. mai 2005 verður m.a.
sagt, at sum støðan er í dag
er nógv ferðsla gjøgnum
tunlarnar, - og um summarið
uppaftur meiri.
– Okkara uppskot er tí, at
fáa tunlarnar ljósreguleraðar,
soleiðis at teir verða eins
rættaðir, er ítøkiliga upp
skotið frá kommununi.
Kommunan legði í bræv
inum somuleiðis dent á,
at neyðugt var við skjótari
avgerð, og ikki minst, at henda
skipanin mátti royndarkoyrast
áðrenn Norðoyatunnilin lat
upp.
Kannast nærri
Hóast uppskotið var einfalt
og greitt, so fekk kommunan
ikki undirtøku frá Landsverki
til ætlanina.
Víst varð á, at tað ikki
lá nøkur ætlan um at gera
ljósregulgering fyri tunlar
nar, men at teir fóru at kanna
møguleikan fyri um hetta
kundi gerast.
– Vísir hetta seg at gerast
neyðugt, skulu vit sovítt gjør
ligt gera tær reguleringar
sum eru neyðugar, segði
Landsverk í svari sínum.
Hóast nógvir mánaðir
eru farnir síðani og nú eru
bert fáir mánaðir eftir til
Norðoyatunnilin letur upp,
so er einki hent á hesum
økinum.
Ljóskurvar kunnu forða
proppum í tunlum
Nógv ferðsla er longu nú gjøgnum tunlarnar á Borðoynni. Og hann verður neyvan minni, tá Norðoyatunnilin letur upp
Økt ferðsla gjøgnum Hvannasund
Sambært einum yvirliti frá Landsverki um ferðsluna
norðanvert Hvannasundstunnilin, so vísir henda
eina greiða øking í ferðsluni tey seinastu árini.
Í 2000 koyrdu 728 bilar í miðal eftir hesum
vegastrekkinum um dagin, meðan talið í 2004 var
hækkað heilt upp í 916.
Greitt er, at í ár verður hetta talið nógvar ferðir størri!
FAKTA
Ferðsluóhapp í tunlum
Eitt yvirlit yvir ferðsluóhapp við fólkaskaðum á føroysku
vegunum. Her verða bara tikin við ferðsluóhappini í
tunlunum.
Har einki árstal er nevnt, hevur einki ferðsluóhapp við
fólkaskaða verið í nøkrum tunli:
1990: 2 (Norðskálatunnilin og Kunoyartunnilin)
1992: 3 (Kollfjarðartunnilin, Leirvíkartunnilin og
Hvannasundstunnilin)
1994: 1 (Norðskálatunnilin)
1995: 1 (Hvannasundstunnilin)
1996: 2 (Kollfjarðartunnilin og
Hvannasundstunnilin)
1997: 1 (Kollfjarðartunnilinn)
1998: 2 (Sumbiartunnilin og Kollfjarðartunnilinn)
1999: 1 (Leynatunnilin)
2001: 1 (Kollfjarðartunnilinn)
2002: 2 (Norðskálatunnilin og Leirvíkartunnilin)
2005: 3 (Leynatunnilin, Norðskálatunnilin og
Árnafjarðartunnilin)
Kelda: Landsverk
FAKTA