mánadagur 6. februar 2006síða 8
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 26 - 6. februar 2006
Marknaðarrák
Farna vika var sera hendingarrík
á
fíggjarmarknaðunum.
Teir vórðu tó ikki ávirkaðir
av rokinum um Danmark í
Miðeystri. Miðbankarnir báðu
megin Atlantshavið hildu fund,
hagtøl vóru góð sum væntað
og amerikanska arbeiðs
marknaðarfrágreiðingin var
eisini hampulig, hóast hon ikki
var eins góð og væntað. Tó so,
hon vísti ein sterkan og sunnan
arbeiðsmarknað. Seinastu
tríggjar mánaðirnar eru komin
í miðal 229.000 nýggj størv,
og hetta er væl oman fyri tað,
sum skal til fyri at fylgja við
vøkstrinum í fólkatalinum. Tí
fara marknaðirnir komandi
vikurnar at hava eyguni eftir
onkrum tekni fyri lønartrýsti.
Um týðilig tekin verða um
lønartrýst, fara íleggjarar at
óttast fyri inntøkum hjá virkjum
umframt rentuhækkingum.
Í januar hækkaði miðal tíma
lønin 3,3% í mun til í fjør.
Renturnar støðugar
Hóast eina rúgvu av týdningar
miklum
kunngerðum,
hevur
hendan
seinasta
vikan verið friðarlig á láns
brævamarknaðinum. Danska
10-ára rentan sveiggjaði
millum 3,45%-3,50%. Útlit
eru fyri, at renturnar fara at
hækka.
Vónbrot frá Volvo
Norðurlendsku partabrøvini
lækkaðu 0,9% fríggjadagin, og
heili 22 av teimum 30 feløgum
í vísitalinum FTSE Norex 30
lækkaðu hendan dagin. Størstu
lækkingina á 9% stóð Volvo
fyri. Úrslitið hjá Volvo í 4. ársfj.
lækkaði óvæntað 15% í 2,98
mia SEK. Orsøkin er, at Volvo
hevur nýtt stórar upphæddir
at gera lastbilamotorarnar
umhvørvisvinarligari. Volvo,
ið er størsti lastbilaframleiðari
í Evropa, fær nógvar bílegg
ingar í løtuni. Tey á Volvo
eru bjartskygd um fyrru
hálvu av 2006, men vænta
eisini at bíleggingarnar fara
at lækka nakað í seinnu hálvu
av árinum. Ein eigur tí ikki at
leypa á leistum og keypa Volvo
partabrøv í løtuni.
Hesa vikuna
Marknaðirnir fara væntandi
at sodna arbeiðsmarknaðar
frágreiðingina. Haraftrat fer
gongdin í ávísan mun at verða
tengd at oljuprísinum. Nú
verða fleiri og fleiri roknskapir
kunngjørdir. Áhugaverdasti
roknskapurin hesa vikuna
verður frá Cisco Systems, ið
framleiðir beinarar og aðra
telduútgerð. Úrslitið hjá Cisco
kann ávirka partabrøvini hesa
vikuna.
Lønirnar hækka í USA
Vika 6 2006
Donsk 10-ára renta
Vísital fyri norrøn partabrøv
Gjaldoyru
Íløgufeløg
Kursur
+/- %
Kursur
+/- %
USD
621,04
0,6%
Lánsbrøv í DKK
102,53
-0,1%
JPY
5,22
-0,7%
Evru Lánsbrøv
171,70
-0,2%
GBP
1.094,35
0,3%
Norrøn Partabrøv
111,59
1,9%
NOK
92,93
0,6%
Altjóða Vøkstur
74,52
2,1%
Broytingar eru útroknaðar í mun til fyri viku síðan. Myndirnar vísa gongdina seinastu 3 mánaðirnar.
3,20%
3,40%
3,60%
06/11
07/12
07/01
1000
1040
1080
1120
06/11
07/12
07/01
– Profetatekningarnar
hava sett eld í ein
heilan heimspart.
Men spurningurin
nú er, um tað snýr
seg um tekningarnar
ella nakað heilt annað
sigur Jóannes Eides
gaard, løgmaður í eini
viðmerking til støðuna
í Miðeystri, har víð
gongdir muslimar
hava sett eld á fleiri
danskar sendistovur.
Løgmaður fylgir
væl við gongdini og
viðgongur, at soleiðis
sum málið hevur
útviklað seg, verður
tað ikki lætt at loysa
Muslimar
Jan Müller
jan@sosialurin
Danski uttanríkisráðharrin
hevur heitt á danir um at fara
úr Sýrialandi. Løgmaður
vísir á, at sum partur av ríkis
felagsskapinum so er henda
áheitan eisini galdandi fyri
føroyingar, sum kunnu vera
í Sýrialandi. -Vit eru danskir
ríkisborgarar, og tí meti
eg, at áheitanin frá danska
uttanríkisráðharranum at
taka seg úr Sýrialandi eisini
fevnir um føroyskar ríkis
borgarar.
Landsstýrið hevur sum
so ikki viðgjørt málið. Man
hevur higartil mett hetta sum
eitt internt mál fyri Danmark.
– Nú hetta sær út til at kunna
útvikla seg til bæði eitt og
annað mugu vit fylgja við,
um støðan versnar komandi
dagarnar, og um tað fær
avleiðingar fyri Føroyar og
føroyingar.
Sjálvur heldur løgmaður
ikki, at man hevur hugsað
avleiðingarnar, tá tekning
arnar fóru í blaðið. Og stjórnin
hugsaði heldur ikki um hesar
avleiðingar, tí Anders Fogh
Rasmussen helt tað ikki vera
neyðugt at hitta sendiharrarnar
úr arabisku londunum, sum
allir søgdu við hann, at tað
hevði verið skilagott at tosa
saman. Teir dugdu longu tá at
síggja vandan.
Jóannes
Eidesgaard
heldur fyri, at tá virði fyri
millardir og mannalív standa
uppá spæl kann man loyva
sær at spyrja, um man hevur
røkt frælsisskylduna sum so.
Spurningurin er, um man
ikki er farin ov langt.
Løgmaður viðgongur, at
tað, sum nú hendir í Mið
eystriv er ein óhugnalig
avleiðing av eini í okkara
verð óskyldari hending. -
Eg trúgvi ikki nógvir danir
eru dotnir av stólinum, tá teir
sóu tekningarnar fyri fýra
mánaðum síðani.
Stjórnin hevur hildið fast
uppá grundlógartryggjaða
pressufrælsið, og tað haldi
eg eisini, at man skal. Men
her fáa vit so ein samsanstoyt
millum tvær mentanir, tí man
hevur ikki givið sær fær um,
hvat hetta kundi útloysa.
Løgmaður ivast í um
tað eru tekningarnar, sum
eru orsøkin til tað, sum nú
hendir. Um tað ikki er ein
innilæst kreppa, sum hevur
verið á veg í fleiri ár, og har
tekningarnar bara hava verið
dropin, sum fekk bikarið at
flóta yvir.
– Vit hava so mong dømi
í søguni um, at tað er ein
ella onnur kanska ikki
so álvarssom hending,
sum útloysir óavmarkaðar
atfinningar ella støður. Taka
vit fyrsta verðinskríggj, so
var tað eitt morð í Sarajewo,
sum útloysti tað.
Tað er ein útrúligur munur
á mentanum og politiskum
skipanum í okkara og teirra
heimi, og tí er tað eisini
okkara skylda til at skilja
teirra mentan. Danmark hevur
nógv samstarv við Miðeystur,
og skal man halda fram við tí
má man eisini skilja tey ein
samstarvar við.
So væl at tekningarnar
áttu ikki at farið í blaðið?
– Vit minnast hvussu vit
vórðu forfylgt orsakað av
grindadrápinum. Føroyingar
skiltu als ikki, at nakar
skuldi hava ilt av tí, tí tað var
nakað, sum vit høvdu gjørt í
øldir. Men úrslitið av ølllum
gjørdist, at vit tóku í egnan
barm og drápið bleiv betur.
Skal samstarvið millum
Vesturheimin og muslimska
heimin útbyggjast og betrast,
so er tað neyðugt við nógv
størri forstáilsi millum part
arnar, hvussu hesir báðir part
arnir eru skrúvaðir saman.
Men skal man sensuera
seg sjálvan og ikki prenta
slíkar tekningar?
– Tað haldi eg ikki, at
man skal. Ávísirnar mugu
sjálvar meta um tað, men
tað liggur eisini ein ábyrgd
á pressuni. Stjórnin skal
á ongan hátt inn at hava
eftirlit við tí, sum kemur
í bløðini. At muslimski
heimurin ikki skilur, at vit
hava eitt dómsvald, sum
setir mark fyri, hvat kemur
í bløðini, vísir, hvussu stórur
munurin er á hesum báðum
heimum.
– Hvat vil løgmaður siga
til føroyingar, sum eru úti í
muslimskum londum og sum
hava danskt pass?
– Eg kann ikki siga ann
að enn, at øll mugu sjálvi
kunna seg um hvar tað er
trygt at vera. Og har hevur
uttanríkisráðið eina heima
síðu, sum fylgir við alla
tíðina.
Løgmaður viðgongur,
at vit betala eisini ein prís
fyri at vera saman við Dan
mark, um ikki vinnan so
sivilir føroyingar, ið ferðast
úti í verð. Sjálvandi eiga før
oyingar at taka fyrivarni og
fylgja við tí, sum hendir.
Nú blað í Grønlandi hevur
prentað profetatekningarnar
spurdu vit hvat hann sigur
til, um eitt blað í Føroyum
vil prenta tekningarnar.
– So er tað teirra val. Men
frælsi krevur eisini ábyrgd.
Løgmaður sigur, at skulu
vit samstarva við hesi lond
ini mugu vit eisini skilja og
góðtaka teirra verð. Tað kann
ikki vera okkara uppgáva at
reformera teirra verð, nú
vit eru farin inn í tað allar
heilagsta hjá teimum.
Løgmaður fylgir støðuni í Miðeystri
Skal vesturheimurin framhaldandi hava stórt handilsligt
samstarv eystureftir, er eisini neyðugt, at vit skilja teirra
mentan, heldur løgmaður, Jóannes Eidesgaard