Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-06, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. februar 2006síða 9

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 26 - 6. februar 2006 9 Fríggjakvøldið varð náttarguðstænasta hildin á Glyvrum, og er hetta ein nýggj­ ur máti at brúka kirkjuna uppá, sum er vorðin alt van­ligari í okkara grannalondum. – Talan um eitt serligt slag av gudstænastu við meditativum inni­ haldi, har innihaldið er eksistentielt-teo­log­ iskt, sigur Meinhard Bjartalíð, prestur Fólkakirkjan Theodor E. D. Olsen theodor@sosialurin.fo Meinhard Bjartalíð er ein prestur, sum brýtur upp úr nýggjum. Í okkara grannalondum er tað vorðið alt meira vanligt at hava sokallaðar náttarguðstænastur og at lata kirkjudyrnar upp aðrar tíðir enn bert sunnumorgnar til ta vanligu guðstænastu. T.d. hevur Dómkirkjan í Keypmannahavn guðstæn­ astu hvørt fríggja- og sunnu­ kvøld umframt tær vanligu guðstænasturnar. Fríggjakvøldið var náttar­ guðstænasta hildin í Glyvra Kirkju, og sjálvur metir Meinhard Bjartalíð, at hetta man vera fyrstu ferð har í øk­inum, at skipað verður fyri slíkari guðstænastu. Tiltakið byrjaði klokkan 22 og endaði út ímóti mid­ nátt. Meinhard Bjartalíð greiðir frá, at tað, sum gav íblástur til hesa náttarguðstænastu og innihaldið, var sálmur eftir tað núlivandi norska sálmaskaldið, Svein Elling­ sen, sum snýr seg um at vaka í heimsins nátt og trúgva í myrkrinum. Meinhard Bjarta­líð hevði fingið Alex­andur Kristiansen at umseta sálmin til høvið, og var sjálv týðingin saman við skránni fyri tiltakið prentað í snøggum faldara. Eisini lósu sjey leikfólk upp bønir, umframt at tekstir úr Bíbliuni eisini vórðu lisnir. Fyri hvørja bøn, ið bleiv lisin, varð eitt livandi ljós tendrað. Harumframt luttóku Kór Glyvra Kirkju og Ungdómskórið á Glyvrum. Tilveran í fokus Undir guðstænastuni varð dentur lagdur á kvirru. Hetta varð m.a. gjørt við at lata stillan, meditativan orgultónleik ljóma í kirkjuni í nakrar minuttir, meðan fólk kundu biðja eina bøn, gruna um bíbliutekstirnar, tey júst høvdu hoyrt, lata kirkjurúmið tala ella savna inntrykkini frá degnum ella arbeiðsvikuni, sum nú var við at leggja saman hendur, greiðir prestur frá. – Hetta kann vera ein kvalitativ mótvekt til allan orðastreymin í okkara luth­ ersku kirkju, sigur Meinhard Bjartalíð um hendan serliga háttin at nýta kirkjuna. Sjálv prædikan var stutt, men hevði støði í sálminum, sum Alexander Kristiansen hevði týtt, og sum snýr seg um hendingina í Getse­ mane, har Jesus biður læru­­sveinarnar vera hjá sær ta náttina. Sostatt var súmbolikkurin við ljósum aftur við bønum, umframt teksturin um at vaka, sera greiður, og myrkrið kann tulkast sum ótti, vónloysi, hugtyngd og onnur døkk viðurskifti í lívinum. – Í sálminum hjá Svein Ellingsen, sum varð brúktur hetta kvøldið, “Onkur má vaka”, verður sagt, “Harri tú myrkrið tendrar”, og at gera vart við henda ljósa og vónríka veruleika var eitt av endamálinum við náttarguðstænastuni, sigur Meinhard Bjartalíð. Gamla altartalvan í Glyvra Kirkju, ið nú hong­ ur í nýggjara partinum av kirkjuni, og sum hevur undir­ tekstin “Vakið og biðið”, varð somuleiðis tikin við upp í prædikuna. Eisini nýtti prestur Sálm 139, har reglan “myrkur og ljós eru jøvn fyri tær” verður nevnd. “Guð ferðast á markinum millum ljós og myrkur, har vit javnan eru stødd”, sum tað eisini verður tikið til í sama sálmi. – Sostatt er talan um eitt serligt slag av gudstænastu við meditativum innihaldi, har innihaldið er eksistentielt- teologiskt, sum Meinhard Bjartalíð. Kyndilsmessa riggar til høvið Tað er longu langt síðani, at tað varð avgjørt, at nátt­ ar­guðstænastan varð sett at vera fríggjadagin 3. februar, men sum dagurin nærkaðist, gjørdist tað greitt, at hetta var sjálvur dagurin eftir kynd­ilsmessu, og hetta kundi ikki hóskað betur, heldur Meinhard Bjartalíð. Kyndilsmessa, ið annars er ein gomul mariumessa til minnis um vitjanina hjá Mariu í halgidóminum 40 dagar eftir føðingina - sum eisini var vanligt hjá jødiskum kvinnum - varð í katólskari tíð hildin við bæði kertum og ljósum. Kynd­ils­ messa eitur á latíni Missa candelarum, sum kemur av candela, ið merkir vaksljós, og tí hevur ljósið altíð havt ein serligan týdning fyri hendan dagin. Dagurin varð annars tikin av sum frídagur í danska ríkinum í 1770, men siðurin við ljósi helt sær langt upp í tíðina. T.d. verða øll ljósini, ið skulu brúkast í kirkjuárinum í katólsku kirkjuni, vígd hendan dagin. Náttarguðstænastan var væl vitjað. Eini hálvt­trið­­hundrað fólk í øllum aldri nýttu høvið at brúka kirkjurúmið á hesum alt­er­nativa tíðarskeiðnum av samdøgrinum fríggja­ kvøldið. Spurdur, um hetta tí er nakað, tey ætla at endurtaka, svarar Meinhard Bjartalíð játtandi, og nevnir, at kynd­ ils­messa kundi verið eitt hóskandi høvi. Hergeir Nielsen met­ ir tað ikki vera rætt at siga, at málið um muhammed-tekn­ ingarnar er danskt burtur av og ikki rakar Føroyar. Hann metir, at vit sum danskir ríkisborgarar eisini kunnu fáa ampa av hesum uutanlands, og tí heldur hann, at Landsstýrið átti at kunna seg um støðuna UTTANRÍKISMÁL Theodor E. D. Olsen theodor@sosialurin.fo – Hetta málið rakar Føroyar, og tað undrar meg stórliga, at Føroya Landsstýri ikki hevur viðgjørt tað. Tann 29. mars í fjør varð Fámijinsskjalið undirskrivað, har tað verður sagt, at vit skulu kunnast um øll trygdar- og uttanríkismál, ið hava við Føroyar at gera, tí sum partur av Danmark hava vit brúk fyri hesum, sig­ur Hergeir Nielsen, ið er framsøgufólk í uttanlands- og trygdarmálum hjá tí størsta andstøðuflokkinum, Tjóðveldisflokkinum. Løgmaður hevur gjørt nógv burtur úr Fámijinsskjalinum, sigur Hergeir Nielsen, og tí heldur hann t a ð vera løgið, at tað ikki verður brúkt í hesum førinum. – Men tey, sum sita í sam­ gongu nú, vilja ikki umsita uttanríkismál, sigur Hergeir Nielsen, sum leggur afturat, at hóast uttanríkismál eru danskt málsøki, so merkir tað ikki, at tey ikki kunnu viðgerast í Føroyum. – Tað er ótrúliga ússaligt, at Landstýrið ikki er kunnað eins og uttanríkispolitiska nevndin í Fólkatinginum, sigur Hergeir Nielsen, sum ikki metir nakað annað land í longri tíð hava verið fyri slíkum ágangi, sum Dan­ mark er í løtuni. Hann sigur, at Tjóðveldisflokkurin ikki hevur viðgjørt málið enn, men fer at taka tað upp. Hergeir Nielsen metir, at tá donsk mál verða rakt, so rakar hetta allar danskar ríkisborgarar og harvið eisini føroyingar. Hann nevnir at føroyingar sigla kring allan knøttin, eins og teir eisini ferðast um allan heim, og tí er hetta eitt mál sum rakar okkum. Framsøgufólk Tjóð­veld­ is­floksins nevnir í sama viðfangi, at uttan­lands­nevnd­ in í Løgtinginum í hesum døgum arbeiði við einum máli, um loftrúmið yvir Før­oyum skal brúkast til amerikonsk hernaðarflogfør. Hesum ætlar Hergeir Niel­sen, ið er limur í nevndini, at mótmæla, tí sum hann sigur, so vita vit ikki, um vápn, fangar ella annað, sum vit ikki vita um, er umborð. – Nú áttu vit at brúkt Fámjinsskjalið Ljósið í fokus í náttarguðstænastuni Náttarguðstænastan í Glyvra Kirkju var væl vitjað. Eini hálvttriðhundrað fólk í øllum aldri nýttu høvið at brúka kirkjurúmið á hesum alternativa tíðarskeiðnum av samdøgrinum fríggjakvøldið – Tað er ótrúliga ússaligt, at Landstýrið ikki er kunnað eins og uttanríkispolitiska nevndin í Fólkatinginum, sigur Hergeir Nielsen