Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-06, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. februar 2006síða 10

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 26 - 6. februar 2006 Jógvan Sundstein, fyrrverandi, løgmaður tók í viku­ skiftisblaðnum tráðin upp frá sjónvarpskjaki fyrr í vikuni um pensiónsspurningin. Bakgrundin er tann, at arbeiðið við eini nýggjari pensiónsskipan er steðgað upp. Hetta, at arbeiðið er stegðað upp, er mikið spell. Pensiónsmálið var eitt høvuðsmálið undir samgongusamráðingunm, tá sitandi samgonga varð skipað. Hetta var eitt av aðalmálunum hjá Javn­aðarflokkinum og ein tungtvigandi orsøk til at fara upp í júst hesa samgonguna. Tað má tí koma flokkinum sera illa við, at nevndin, sum skuldi koma við uppskoti til eina nýggja skipan ikki hevur verið virkin tað seinasta árið. Hetta er sera óheppið, og kann hetta koma at merkja, at eingin nýggj pensiónsskipan kemur í gildi í hesum valskeiðinum. Hetta fer ikki bert at verða sera óheppið politiskt fyri teir trýggjar samgonguflokkarnar. Hetta er eisini sera óheppið fyri verandi og komandi pensionistar. Tað kann ikki bera til, at tað skal taka fleiri ár at koma við uppskoti til eina nýggja pensiónsskipan. Samgongan var jú samd um, at vit skulu hava eina skipan, sum stendur á trimum beinum: fólkapensión, samhaldsfesti og skipan t.d. gjøgnum eitt fakfelag og arbeiðsgevarafelag, sum so gera avtalu við LÍV ella peningastovn. Sum Sundstein vísir á, so hava vit longu í verandi skipan støði undir eini góðari framtíðarskipan. Tað er at lata fólkapensiónina fram­vegis verða skattafría, at økja gjaldið hjá tí ein­staka løntakaranum og arbeiðsgevaranum til sam­haldsfasta og so eggja løntakarunum til at gera egnar skipanir. Tað tykist sum tað møguliga er hetta triðja beinið, sum pínir. Um tað veruliga er so, at løntakararnir ikki megna at gera sjálvbodnar skipanir við avtalum, so má umhugsast at lóggeva fyri hesum. Tað var tað, sum hendi í Íslandi og merk­ir hetta, at tey, sum nú eru í góðum árum á arbeiðsmarknaðinum um 15-20 ár fara frá við eini av heimsins bestu pensiónsskipanum, alt meðan okkara løntakarar halta aftaná. Tað hastar veruliga við at fáa til vega eina nýggja føroyska pensiónsskipan. Henda kann, sum Sund­ stein vísir á, verða ein skipan, sum bygg­ir uppá eitt samanspæl av uppsparing av almenn­um pen­ ingi, egnum inngjaldingum og arbeiðs­gevara­inn­ gjaldingum. Í hesum høpi er tað, sum Sundstein eisini vísir á, neyðugt at ávísir tryggleikar og reglur eiga at verða skapt m.a. tí nøkur kunnu vera í vanda fyri at fella uttanfyri eina skipan við trimum beinum. Hetta er ábyrgdin hjá politiska myndugleikanum at síggja til, at framtíðar skipanin verður rættvís. Jú víst hastar tað, tí uttan mun til, hvat hetta endar við, so fara tað at ganga mong ár, áðrenn borgararnir fáa gleði av eini nýggjari skipan. Farast má undir arbeiðið av álvara her og nú. DAGSINS MEINING Sosialurin Pensiónsspurningurin VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Redaktiónssekreterur: Inna Törnroos inna@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­‑an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. – Í hesum døgum stend­ur Danmark einsa­ malt á odda at verja grundleggjandi vestur­ lendsku demokratisku rættindini mótvegis fanatiskum religiøsum islamistum. Men hvussu er statt í Føroyum við hesum sama ytrings­ frælsi? Verður tað í heila tikið brúkt, sum tað er ætlað? Annað enn at skriva fyri ella ímóti samkyndum? Ytringsfrælsið – ella skrivi- og talufrælsið, sum tað mang­­ulfult verður nevnt á før­­oyskum – er ein av grund­­arsteinunum undir vestur­lendsku demokratisku skip­anini. Hetta frælsið slepp­ur nú at standa sína roynd mótvegis fanatiskum religiøsum islamistiskum massamótmælum. Higatil hev­ur Danmark staðið einsa­­mælt á odda at verja hesi rættindi, tó í seinastuni varisliga stuðlað av norskum og fronskum fjølmiðlum og EU politikarum. Einoygdur tíðinda­ flutningur Men hvussu verður hetta frælsið nýtt í Føroyum, har fjølmiðlar og journalistar skuldu gingið á odda at gjørt brúk av hesum rættindum? At tíðindabløð sum Sosial­ urin og Dimmalætting velja at føra ein einoygdan tíðindaflutning, er teirra val og teirra rættur at velja, við tað at tey eru privatir fjølmiðlar, men spell er, at t.d. serliga Dimmalætting í síni roynd at leggja frástøðu millum seg og Sambandsflokkin, sum hon í eina øld hevur stuðlað, fer so langt yvir í fullveldisgrøvina, at hon als ikki kann sigast at flyta fram óheftan tíðindaflutning. Men allarverst er, at al­ mennu fjølmiðalarnir – Út­ varp Føroya og Sjónvrap Før­­oya ella Kringvarpið, sum tað nú eitur – sum sam­ bært lóg eru pliktað at føra óheftan tíðindflutning, als ikki livir upp til hesa áset­ ing. Útvarpið sekritariat fyri Tjóðveldisflokkin? Kringvarpið er so heft at full­veldishugsjónini og Tjóð­veldisflokkinum, at tað er hesum miðli fyri at takka, at smámál, sum Tjóð­ veldisflokkurin roynir at føra seg fram við, og sum aðrastaðni neyvan høvdu verið tikin upp á tungu, verða blást upp til at verða stórmál, sum seta dagskránna. Tak eitt nú mál sum hvør, ið hevði skrivað taluna hjá Margrethu drottning og fráboðanina hjá donsku stjórnini til ST. Í málinum um drotningataluna fór útvarpið so langt, sum at biðja um innlit áðrenn Tjóðveldisflokkurin gjørdi tað. Útvarpið var við øðrum orðum eitt sekritariat fyri Tjóð­veldisflokkin? Tak eitt mál sum uppblásta íslendska íløguvirksemið, sum vit vita alt um frá Kring­varpinum, men sunna danska búskapin, sum er ein av heimsins sterkastu, hoyra vit onki um. Donsk tíðindi eru sera sjáldsom og serliga positiv tíðindi, men nagtivu fáa vit av og á. Ja, Kringvarpið loyvir sær enntá at hava aktivar tjóð­veldispolitikarar sum leiðarar. Fjølmiðlaábyrgdarlógin manglar enn Tað, ið ger tað møguligt hjá Kringvarpinum fram­hald­ andi at lívga um tjóð­veld­ ishugsjónina er manglandi fjølmiðlaábyrgdarlógin. Hesa lóg stóðgaði Tjóð­ veldisflokkurin, tá ið hann kom framat í 1998. Hóast løg­tingsins umboðsmaður fleiri ferðir hevur átalað mangl­andi lóggávuna, hendi onki. Hví? Síðan nýggja samgongan kom í Tinganes, hevur ver­ ið sagt alment – seinast frá Jógvani við Keldu – at lógaruppskotið skuldi leggjast fram á ólavsøku 2005, men enn er onki upp­ skot komið á tingborð! Nær ætlar nýggi lands­ stýrismaðurin í lógarmálum, Jacob Vestergaard, at lggja uppskotið fram? Hví bora føroyskir journalistar ikki? Hví bora føroyskir journal­ istar ikki í veruligum málum, sum t.d. hvussu kundi før­ oyska samfelagið verið, um blokkniðurskurðurin – sum higartil hevur kostað føroyingum beinleiðis 1,5 mia. kr. og við multi­plika­ tiónsfaktorinum nærri 4 mia. kr. – ikki var framdur og hvussu kundi føroyska sjúkrahúsverkið verið, um tað hevði fingið somu upphædd í blokkinum, sum tað fekk í gomlu refusións­ skipanini – hetta kostaði sjúkra­húsverkinum 1, 0 mia. kr. í tíðarskeiðinum 1988- 98, so nú man tátta væl í 2 mia. kr. Hví fylgir eingir føroyskur journalistur upp upp á mál, sum t.d. tá Jóhan Dahl noyddist at leggja frá sær sum landsstýrismaður í fiskivinnumálum, men sum tað síðan vísti ikki at verða nøkur haldgóð grundgeving fyri? Eru føroyskir journalistar veruliga so undirbráttligir, at teir ikki tora at brúka ytringsfrælsið? Jú, ein er tó, sum í fult mát brúkar tað og tað er Óli P. Tøkk fái hann fyri tað! Óbrúkta ytringsfrælsið Johan Petersen Við nýggju krøvunum í sambandi við postútbering, skulu helst heilt nógv húsarhald flyta postkassar og keypa sær nýggjan ella annað slag av postkassa. Tí havi eg hesa áheitan á vardu verkstøðini í landinum, Postverkið og onnur, ið hava møguleikan at taka avgerð um tílíkt: Kunnu tey vardu verk­støð­ ini í landinum, sum framleiða so nógv annað skilagott, ikki framleiða postkassar, ið lúka nýggju krøvini? Tað hevði verið møguleiki at gjørt eina dygdarvøru, ið lýkur krøvini til føroyska veð­­urlagið. Tað hevði ver­ið kærkomin inntøka til verk­ støðini. Og tað hevði verið føroysk fram­leiðsla til gagns fyri sam­felagsbúskapin. Postkassar og vard verkstøð Løgtingsmaður Høgni Hoydal