Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-06, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. februar 2006síða 11

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 26 - 6. februar 2006 11 Fortreytin fyri at endurgeva er, at tú endurgevur rætt- annars virður tú ikki við­ komandi og fremur órætt móti honum, sigur Jenis av Rana Í sambandi við sokallaðu fagnaðargonguna, ið var í Havn leygardagin, varð sum høvuðs-slagorð á heima­síðu og plakatum brúkt eitt ”citat” av kenda týska prestinum, Martin Niemøller. Alt gott um tað, men citatið, ið nýtt varð, var falsað. Martin, ið livdi í tíðar­ skeiðinum 1892-1984 var eitt framúr menniskja, alt lív sítt stríddist hann móti órættvísi, og hetta kost­aði honum frælsið. 1 juli 1937 varð hann tikin av nazistunum, fyrst sat hann í Sachsenhausen, síð­ ani í Dachau, haðani teir sameindu fríðaðu hann við krígslok. Hvat segði Niemøller? Niðanfyri er ensk útgáva av heimskenda citati Nie­ møllers. Her síggja vit, at tey, Niemøller nevnir, eru kommunistar, sosialistar, verkafólk, jødar- og so Nie­møller sjálvur. Men hóast hetta verður hann á heimasíðu, plakatum og í føroyskum bløðum eisini endurgivin fyri fylgjandi: so komu teir eftir teimum samkyndu\ men eg tagdi\ tí eg ikki var samkyndur. Hví hendan reinging? Kann hugsast at hetta eru enn eini ósannindi í røðini, sum m.a. til nú inniheldur pástandir sum at: millum 1500 og 5000 føroyingar eru homosexuellir, at flestu av hesum eru rýmdir úr Før­ oy­um vegna forfylging, at homosexualitetur er viðføddur, at homo­sexuali­ teur ikki kann lekjast- og vit kundu hildi á? Áhugavert hevði verið at frætt, hvørji tey eru, ið, eins og extremu mus­ limanir, ið eru um at seta eld á heimin, hava áhuga fyri slíkari spreiðan av ósannindum. First they came for the communists, and I did not speak out-- because I was not a communist; Then they came for the socialists, and I did not speak out-- because I was not a socialist; Then they came for the trade unionists, and I did not speak out-- because I was not a trade unionist; Then they came for the Jews, and I did not speak out-- because I was not a Jew; Then they came for me-- and there was no one left to speak out for me. (Niemöller, Martin , 1892-1984) rana@post.olivant.fo VIÐMERKINGAR Martin Niemøller og homosexualitetur Løgtingsmaður fyri Miðflokkin Jenis av Rana Ein tunnil eigur í prin­ sippinum bert at verða gjørdur, har lítil og eingin annar møguleiki er, og eisini at tað at koyra gjøgnum tunnil er eitt hitt keðiligasta, sum hugsast kann fyri tey, sum í bilinum sita og kanska serliga tey fremmandafólk, ið komin eru at skoða okkara føgru fjøll og tiltiknu lit­ føgru bygdaløg, skrivar Heini Olsen millum annað Tað vardi meg ikki, at eg 4 ár eftir at vera farin frá fyri aldur skuldi bera meg enn býttari at, enn eg nakrantíð í vanliga arbeiðislívinum fyrr haldi meg hava gjørt. Fyri ikki at troytta ein møgu­ligan lesara, skal eg fyrst greiða frá, hví eg eri komin til hesa margháttligu niðurstøðu: Júst trý ár eftir fráfar­ing­ ar­aldur fekk eg, eins og gjørt varð í sambandi við Vága­tunnilin, bræv frá Lands­verkfrøðinginum, dag­fest 19. juli 2000, um at dag­føra gamla geometriska forprosjektið frá 1987 til Norðoyatunnilin. Hetta var sanniliga hugalig áheitan, og á páskum 2001 varð liðnað verkið handað Landsverkfrøðinginum í ein­ um bóklingi, sum fevndi um bæði møgulig og eftir mínari áskoðan eisini ómøgulig hug­ skot (merkt 4-8), hetta av tí, at eg vildi gera vart við, at hugsað hevði verið um bæði líkt og ólíkt, hetta í staðin fyri at halda fast um tað, eg helt vera frægast. Hitt kundi ligið at tikið til, um nakar spurdi. Úrslitið varð, at teir 5 høv­ uðsmøguleikarnir at føra ferðsluna um Leirvíkar bygd lutaðu bæði fólk á staðnum og sjálvt bygdarráðið, fyri ikki at tala um lands­politikk­ ararnar, sundur í næstan líka nógvar bólkar, sum talið á uppskotum. Aftrat hesum er frá aðrari síðu komið eitt hugskot aft­urat, sum fevnir um ein hálvavegna undirsjóvartunnil við pumpum og øllum, sum til undirsjóvartunnil hoyr­ ir, lagdan antin fram við kaikantinum ella í mítt upp­ skot (6) eftir gamla veg­num millum kirkjuna og havn­ arlagið. Sjálvur var eg ongantíð í iva um, at uppskot (5), veg­ urin oman fyri bygdina var, ikki bara tað frægasta fyri bygdina, men tað einasta rætta. Í sínari tíð varð undir bygd­arplansarbeiðinum ein umfartsvegur lagdur oman fyri bygdina nøkulunda har, sum gamli veltingarvegurin liggur; men lá hann í so høgt, og varð hann tí lagdur undir brattan nakað niðari. Óljóðið frá ferðsluni fer sum kunnugt uppeftir og nervar tí ikki bygdina niðan­ fyri. Verður seinni bygt oman fyri vegin, ber brattin upp­ fyri, so óljóðið heldur ikki órógvar oman fyri henda vegin, ið eg meti sum sannan fong fyri bygdina. Vegurin hevur íbinding í báð­um endum til økið oman­fyri, hetta afturat eini rúmligari smogu undir veg­ num á miðjuni. Tað eg havi frætt, hev­ ur eins og við hinum hug­ skotunum, verið arbeitt víð­ ari í smálutum við vegnum oman fyri bygdina, og er hann eftir øllum at døma nú vorðin munin betur enn mítt gamla forprosjekt. Henda leiðin letur bygdina liggja í friði í staðin fyri at órógva niðara partin og forða fyri framtíðar útbygging og nýtslu av stórum parti av havnarlagnum og økinum fram við strondini. Onnur leið verður kanska ikki nøkur beinleiðis van­ lukka fyri bygdina, men í hvussu er stórt spell, og ov seint er at halda um reyv­ina tá fratað er, fyri at nýta eitt av okkara rámandi orðatøkum. Klaksvíkarmegin gjørdist tíbetur lítil og eingin orða­ dráttur um upprunaliga tunnilsmunnan og vegirnar har á leið. Undir kjakinum má ikki gloymast, at tunnil í prin­ sippinum bert eigur at verða gjørdur, har lítil og eingin annar møguleiki er, og eisini at tað at koyra gjøgnum tunn­ il er eitt hitt keðiligasta, sum hugsast kann fyri tey, sum í bilinum sita og kanska serliga tey fremmandafólk, ið komin eru at skoða okkara føgru fjøll og tiltiknu litføgru bygdaløg, sum lívga seg fjall­ ana millum - Leirvíkar bygd eitt hitt besta dømi í so máta. Ferðandi hava mangan biðið okkum varðveita fjølbroyttu litirnar. Eftir tí, sum nú er frammi, fara tey ferðandi eins og skjútlar ørkymlandi hol úr holi í staðin fyri í friði og náðum at sleppa at njóta ta fríu náttúru, sum okkum er handað at umsita, og kanska sleppa at steðga ein dag ella tveir í hesum hugna bletti. heinifo@post.olivant.fo Nú prísurin aftur gongur upp, verður spent bein fyri fiskimonnum okkara, sigur Tummas H. Thomassen millum annað í lesarabrævi Sat og lurtaði eftir útvarp Føroya eitt kvøldi, tá fundur hevði verið um livrar og so sjálvandi kryvjimaskinuna. Var ikki sørt bilsin av at hoyra leiðaran á Føroya Fiska­virking práta um, hvussu vánalig góðskan á upsanum var blivin, síðan kryvjimaskinan er komin umborð á partrolaran. So má man spyrja? Hvussu vánalig var góðskan, áðrenn maskinan kom? Seinastu 6 árini hevur man siglt við partrolara undir Før­oyum, og sum flest øll vita, hava øll pørini fiskað nógvan upsa, uppá stutta tíð, helst stór hál frá 250 til 600 kassar. Tað er jú tað ið neyðugt er, tá prísurin er so vánaligur, at fiska nógv og skjótt. Áðrenn maskinan kom um­borð, skuldi ikki bara fisk­ast, fiskurin skuldi eis­ ini blóðgast, kryvjast og leggjast undir ís, fyrsta hálið kanska eini 250 til 300 kassar (smáur upsi) bløðgaðu vit uppá eini 4-5 tímar og so einar 4 tímar at reinsa, tað vil siga 8 tímar frá tí, at vit høvdu hálað, til fiskurin var undir ísi.....( allar helst super kvalitetur?) Nú var aftur klárt at taka næsta hálið inn, so nú fara somu menn, ið júst hava arbeitt í 10 tímar út í eitt, aftur undir at bløðga o.s.fr. nú tekur tað ikki 8 tímar at fáa fiskin undir ís, men kanska nærri 10 til 12 tímar. Aftaná at fiskurin hevði ligið í pavninum í 3-4 tímar, kom einki blóð úr honum, tá man bløðgaði hann. Tá byrjaði hann at stívna og var ringur at arbeiða við. Tá hann so hevði ligið í bløðgip­ avninum í aðrar 4-5 tímar, byrjaði hann at moltna. So­leiðis helt tað fram, hál eftir hál. Hetta er nakað, ið eg gangi út frá, at Guðrið veit alt um. Men nú vaknaði før­ oyingurin, hann góðtók krivji­ maskinuna, og sjómaður­ in slapp at arbeiða undir meira rímiligum sømdum. Væl nøgd­ir fara allir aftur at reinsa, væl vitandi um, at nú fór alt at taka helvtar tíð t.v.s. 300 kassar eru undir ísi aftaná 3 til 4 tímar, tað kundi ikki veri betri fyri fisk og fólk. Allar afturmeldingar hava verið, at fiskurin er fyrsta floks kvalitetur, og hava vit so livað í tí góðu trúgv. Um summarið hava vit haft trupulleikar av, at fiskurin er ov bleytur, men síðsta summar við kryvjimaskinu, høvdu vrakaranir á orði, hvussu góður fiskurin var. Men stokkut var gleðin sum vera man hjá okkum sjómonnum, nú hoyra við í útvarpinum at fiskurin er so vánaligur, at hann kostar fiskavirking milliónir av kr? Hvat er trupulleikin? Dan­ ir hava brúkt maskinuna síðan 1979 og norðmenn tað sama. Norð menn fiska nógvan upsa, teir brúka bara maskinu og fáa til tíðir ein prís uppá 9-10kr/kg, har vit sjáldan koma uppá 5 kr/kg. Nei, fiskimenn Føroya fólks, nú haldi, eg vit skula standa saman og mótmæla gongdini ímóti okkara ar­beiðsplássum, tey hava so ilt av okkum sjómonnum. Nú byrjar at ganga betri aftur, prísurin er farin nakað upp, og so verður spent bein fyri okkum, sum hava stríðst á havinum í øll hesi ár við sera vánaligum prísum. Kanska tað eydnast teimum at leggja flotan við, at eingin meira hevur hug at sigla undir Føroyum, ið jú ikki altíð er so tespiligt, hvat gera tey so? Álvaratos, so haldi eg, at tit lærdu hava gingið alt ov stutt í skúla, tit skuldu fortsett, til tit blivu pensionerað. p.s (Ella kundu tit komi við okkum ein túr á hávetri.) Kryvjimaskinan og fiskimenn Heini Olsen Tummas H. Thomassen Norðoyatunnilin – í báðum endum Lesið -har tað hendir -so eru tit við!