Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-06, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. februar 2006síða 12

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 26 - 6. februar 2006 Í samband við at Norð­oyatunnilin skjótt letur upp, skipar Ráðið fyri Ferðslutrygd fyri kjakfundi í Miðla­ húsinum í Vágsbotni týskvøldið 7. februar klokkan 19.30 um tær broytingar, sum tunnilin kemur at hava við sær Ferðslutrygd Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Ferðsla og ferðslutrygd er nakað, sum hevur við okk­ um øll at gera. Um vit so eru til gongu ella koyra í ak­førum, er vit ein partur av ferðsluni. Tí er hetta eitt sera týdningarmikið evni, sum eisini hevur stóran áhuga millum fólk. Ikki minst tá hugsað verður um hvussu  álvarsligar fylgjur ferðsluvanlukkur hava fyri tær familjur og avvarðandi, sum verða meint rakt. Síðst í 60-unum og fyrst í 70-unum vaks talið av bilum í Føroyum við rúkandi ferð. Hetta hevði nógvar ferðsluvanlukkur við sær. Ráðið fyri Ferðslu­ trygd var stovnað í 1976. Hetta var ein tíð við nógv­ um sera álvarsligum ferðslu­ vanlukkum, sum t.d. í 1974, tá 13 fólk doyðu av ferðsluvanlukkum. Vega­ netið var als ikki klárt at taka ímóti tí alsamt vaksandi ferðsluni. Men hesi 30 árini er nógv hent, veganetið er vorðið nógv betri og tryggari, bilarnir hava so gott sum allar trygdarskipanir sum standardútgerð, og hug­ burðinum hjá fólki er eisini broyttur, bæði við upplýsing og við at børnini læra um ferðslu í skúlanum. Hetta hevur havt við sær, at hóast talið av bilum er fleirfaldað hesi 30 árini, hevur talið av ferðsluvanlukkum tíbetur ikki fylgt við. Men samanborið við grannalond okkara hava vit alt ov nógvar álvarsligar ferðsluvanlukkur, har fólk lata lív. . Í dag seta fólk stór krøv til ferðslutrygdina í sam­ band við útbygging av vega­netinum. Nú stórir part­ar av landinum verða samanbundnir við tunlum á landi og undirsjóvartunlum seta fólk stór krøv til ferðslu­ trygdina, eins og vit síggja tað í Leirvík í løtuni, har bygdafólkið setur sum ófrá­ víkiligt krav, at ferðslan gjøgn­um bygdina verður leidd á tryggasta hátt. Ov lítið av autoverju Í sambandi við 30 ára stovningardagin hjá Ferðslutrygd var stóra ­­ráð­ stevnan í Norð­urlandahúsinum tann 19. januar í ár, har m.a. Thomas Carlsson, fjøl­miðla­ leiðari hjá svenska ráðnum fyri ferðslutrygd NTF, helt ein sera áhugaverdan og tanka­vekjandi fyrilestur við 0- hugsjónini sum grandarlag. Thomas Carlsson kom nakrar dagar áðrenn ráð­ stevn­una og kunnaði seg um veganetið og ferðsluna í Føroyum, áðrenn hann skuldi halda fyrilesturin. Hann hevði nakrar viðmerkingar til til ymisk viðurskifti, m.a. undraðist hann á hvussu autoverjurnar er settar upp, hann dugdi ikki at skilja prinsipppið og nevndi m.a. at tað fyri tað mesta bara er autoverja á aðrari síðuni á vegnum, serliga har tað er høgt niður fyri, meðan tað í hinari síðuni, har bergveggur er, er eingin autoverja.Hann viðmerkti eisini at hann mangar staðir sá steinar, pelar og aðrar harðarlutir tætt við vegirnar. Um bilur rennur í teir fer hann í knús. Rennur bilur í ein sterkan pela, so endar pelin inni í hálvum bilinum, um ferðint.d. er 80 km/tEisini undraðist hann á, at tað er loyvt at koyra við 80 km/t, har til og frákoyringar til landsvegirnar eru. Av tí at bilar als ikki tola ein samanstoyt frá síðuni við so nógvari ferð verður tað í Svøriki gjørt soleiðis, at við vegamót, har tilkoyringar eru, er ferðmarkið í mesta lagi 50 km/t.Thomas Carlsson víst eisini á fleiri deyðsfellur, bæði á landsvegnum og í bygdum øki. Í samband við at Norð­ oya­tunnilin skjótt letur upp, skipar Ráðið fyri Ferðslu­trygd fyri kjakfundi í Miðlahúsinum í Vágsbotni týskvøldið 7. februar klokk­ an 19.30. Á fundinum verður fram­løga og kjakborð við luttøku av Landsverki, pol­itinum, umboði fyri Felagskommununa í Vágum og Ráðnum fyri Ferðslutrygd. Oyvindur Brimnes, stjóri í Landsverki, fer at vísa á vandamál og loysnir í sam­ band við øktu ferðsluna, tá Norðoyatunnilin letur upp. Jan Fossaberg og Jan Poulsen, løgreglumenn, fara at siga frá royndum í sambandi við ferðslumynstur og atburð fyri og eftir Vágatunnilin. Jákup Suni Lauritsen, borgarstjóri í Sørvágs kommunu, fer at greiða frá í hvønn mun ferðslan er broytt og háttar sær á Vágum, síðani undirsjóartunnilin læt upp. Jón Kragesteen, dagligur leiðari á RFF, fer at vísa á týdningin av upplýsing og fyribyrging í ferðsluni. Orðstýrari á fundinum verður Hilmar Jan Hansen. Ráðið fyri Ferðslutrygd: Kjakfundur um Norðoyatunnilin í Miðlahúsinum Thomas Carlsson, fjølmiðlaleiðari hjá svenska ráðnum fyri ferðslutrygd NTF, undraðist á hvussu tilvildarliga autoverjurnar eru settar upp. Fyri tað mesta er bara autoverja á aðrari síðuni á vegnum Mynd: Jens Kristian Vang Her gongur Tomas Carlsson í fótgangarateigin í R.C. Efeersøesgøtu millum virkisbygningin hjá Berg Motors og Ítróttarhøllina á Nabb, sum er ein av fleiri deyðsfellum Mynd: Jens Kristian Vang