mánadagur 6. februar 2006síða 13
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 26 - 6. februar 2006
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Teddy
Michelsen,
Tvøroyri, andaðist á
Suðuroyar Sjúkrahúsi
leygardagin 4. februar,
77 ára gamal. Farið
verður úr kapellinum á
Suðuroyar Sjúkrahúsi
mikudagin kl. 18. Jarð
arferðin verður hós
dagin kl. 13 úr Salem
á Tvøroyri. Tey, ið
vilja minnast Teddy,
kunnu lata eina gávu til
Salem Tvøroyri, konta í
peningastovninum.
Amalia
Højsted,
Langasandur, ættað
úr Dali, andaðist á
Eldrasambýlinum
í
Kollafirði leygardagin
4. februar, 85 ára gom
ul. Jarðarferðin verður
í kirkjuni í Haldarsvík
mikudagin
kl.
14.
Tey, ið vilja minnast
Amaliu, kunnu lata
eina peningagávu til
Eldrasambýlið í Kolla
firði, konta í Føroya
Sparikassa.
Jóhann Jákup Djur
huus, Selatrað, andaðist
í heiminum fríggjadagin
3. februar, 86 ára gamal.
Jarðarferðin
verður
úr kirkjuni á Selatrað
mánadagin kl. 13. Tey,
ið vilja minnast Jóhann
Jákup, kunnu lata eina
peningagávu til kirkjuna
á Selatrað, konta í pen
ingastovninum.
Andlát og jarðarferðir
Bárður Nielsen,
landsstýrismaður
í fíggjarmálum,
handaði á samkomu
fríggjadagin Hákuni
Thorkildshøj
heiðurstekin frá
Drotningini fyri
tænastu í 41 ár
Heiðurstekin
Tey munnu vera fá, ið røkja
sama starv í meira enn 40
ár. Hesin høgi tænastualdur
er tó veruleiki hjá Hákuni
Thorkildshøj, sum í samfull
41 ár hevur havt starv sum
pantifúti.
Fyri hesa longu og trúgvu
tænastu fekk 67 ára gamli
Hákun Thorkildshøj í Havn
heiðurstekin frá Margretu
Drotning, ta sonevndu
“Fortjenstmedaljen”.
Tað var Bárður Nielsen,
landsstýrismaður í fíggjar
málum, ið handaði Hák
uni Thorkildshøj heið
urstekinið. Handanin fór
fram á eini samkomu í
Fíggjarmálaráðnum fríggja
dagin.
Hákun Thorkildshøj byrj
aði í starvi sum pantifúti
1. august 1964, og hann
røkti hetta starv, til hann
1. oktober 2005 fór frá fyri
aldur. Hákun Thorkildshøj
var eisini deildarleiðari á
táverandi Skattadeildini,
men starvinum sum pantifúti
slepti hann ongantíð hesi
mongu ár.
Heiðursmerkið verður
veitt eftir 40 ára tænastu
hjá tí almenna. Medaljan
er persónlig ogn, og navnið
á hinum heiðraða er griv
ið inn í rondina á heiðurs
tekininum.
Hákun Thorkildshøj, Tórshavn:
Heiðurstekin fyri 41 ár sum pantifúti
Hákuni Thorkildshøj var á samkomu í
Fíggjarmálráðnum fríggjadagin heiðraður
fyri trúgva tænastu í 41 ár
Fríggjadagin 27. januar var prógv
handan á Føroya Handilsskúla, har 11
teldustøðingar fingu handað prógv. Tey
lesandi vóru:
Aftasta røð frá vinstru: Bogi
Frederiksen, Robin Kjeld, Uni
Johannesen, Rúni Poulsen, Eliesar
Wiegand og Reidar Beck.
Fremsta røð frá vinstru: Chris
Shields, Høgni Danielsen, Birgit
Sólbjørg, Annika Krossteig og Bjarni
Thomsen
Teldustøðingar lokið útbúgving
Kunngjørt verður at elskaði maður mín, pápi, verpápi
og abbi okkara
Teddy Michelsen
Tvøroyri
andaðist á Suðuroyar Sjúkrahúsi leygarkvøldið
4. februar 2006, 77 ára gamal.
Jarðarferðin verður úr Salem á Tvøroyri hósdagin
9. februar kl. 13.00.
Oda
Evi, Kristbjørg, Noomi og Diana
Tey, ið vilja minnast Teddy, kunnu lata eina gávu til Salem,
konto í peningastovnunum.
Hákuni Thorkildshøj saman við familjuni
Dagurin í morgin
7. februar. Rikard, deyður umleið ár 720. Enskur kongur,
sum gjørdi pílagrímsferð til Róm og Heilaga Landið, men
doyði longu á útferðini. Summi halda, at talan er um
Rikard Leyvuhjarta, sum doyði í 1199, men hann varð
ongantíð skírdur halgimenni. Germanskt navn, ið merkir
mikil, harður ella sterkur.
Internet Sosialur
www.sosialurin.fo
in