Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-06, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. februar 2006síða 14

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 26 - 6. februar 2006 Tilhaldið Sóljan í Klaksvík er ætlað teimum eldru. Og tey eldru fegnast eisini um hetta staðið, her tey hittast fýra ferðir um vikuna. Tiltøk eru bæði innanveggja og uttan­ veggja, og í næsta mánaði verður leiðin løgd til Noregs Eldrahugni Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Klaksvík: Klokkan er far­ in at nærkast trý henda seinna­partin mikudagin í til­haldinum Sóljuni. Enn eru bara nakrar heilt fáar konur og ein einstakur maður komin higar. Tær sita og práta við eitt borð, meðan hann lesur í einumhvørjum tíðarriti. Tónleikur ljóðar úr fløgu­ spælaranum, men annars er rættiliga friðarligt og fólka­ tómt, - enn, væl at merkja. Um lítla løtu vita tey kort­ ini, at fleiri fara at koma – kanska eini 20-25 aftrat. Hóast opið er frá kl. 13:30, so verður klokkan oftast 15 áðrenn tey øll eru komin. Tey koma oftast ein og ein, og soleiðis gongur eisini í dag. Hurðin gongur nakrar ferðir, og nú fara borðini so smátt at fyllast við eldri, hugnaligum klaksvíkingum og árnfirðingum. Her hava tey so sanniliga møguleika at hugna sær. Høl­ini eru kanska heldur trong ein dag, tá øll møta, men hugnanum bilar kortini einki. Ikki víðgongdir Nú hoyrist eitt prutl uttanfyri, og løtu seinni kemur ein eldri maður inn. Hann lítur seg íkring eina løtu fyri líkasum at tjekka av, hvør er komin higar í dag. Hann nærkast tí eina borð­ inum. – Nå, árnfirðingar farnir í býin í dag?!, spyr hesin fryntligi og fyrikomandi mað­urin. – Nú, hvat gera tey har yviri í dag? Teir báðir kennast, og hin svarar bara: – Eg skal siga tær akkurát sum tað er, at eg sá ongan í morgun. Ikki ein einasta ein, sigur hann. Innkomni klaksvíkingurin tekur ímóti svarinum, og sig­ ur so: – Nú so. Nei, vinurin. Vit eru ikki so víðgongdir long­ ur. Prátið gongur eina løtu aftrat. Nú kemur leiðarin fyri tilhaldið, Mamy og bjóðar heitt kakao og bollar. Hetta er fast punkt á skránni mikudagar. Og slíkt er ikki at forsmáa! Aldur og aldursbrek Ein annar av monnunum við borðið er 76 ára gamli klaksvíkingurin, Hjalmar Waag Høgnesen. Hann, árnfirðingurin og innkomni klaksvíkingurin hava nógv at práta um. Prátað verður um veður, vind, aldur, aldursbrek og dagsins mál í næststørsta býi okkara. Hjalmar er komin her í eina tíð – onkutíð regluliga og til aðrar tíðir av og á. Fyri hann er Sóljan eitt kærkomið høvi at hitta onn­ ur fólk. – Her er gott at vera. Eg hitti altíð onkran at práta við. Og so eru tað eisini bløðini, sum eg kann lesa her, sigur Hjalmar. Hóast tað er lýtt í veðrinum í dag, so er ein heitur koppur av kakao ikki av vegnum. Jú, tær báðar Mamy og Marita eru óførar at skipa fyri. Ein passiar Teir tríggir við borðið verða avbrotnir enn eina ferð. Hesa ferð er tað ein av eldru konunum sum spyr, um teir ikki vilja hava fleiri av vælsmakkandi bollunum. Teir taka allir av. – Deiligir bollar, sigur ein teirra. – Teir eru altíð so góðir her. Innkomni maðurin nikkar samtykkjandi, fær sær tann seinasta bitan í munnin og ger seg til at fara. – Nei, nú fari eg. Eg ætlaði ikki at vera so gamal her í dag. Tað er bara so gott at fáa ein passiar við nakrar skilamenn soleiðis av og á. Hann fer yvir til granna­ borðið fyri at siga teimum farvæl. Her sita fýra mans og spæla kort. Ein teirra er komin higar júst í hesum ørindum. Kortspælið gongur sína gongd. Ein whistur er á skránni, men hetta umfarið er ikki so áhugavert, tí allir hava nolað. Hann prátar við teir eina løtu, og fer síðani út aftur í góðveðrið. Læra nakað nýtt Klokkan er framvegis ikki meiri enn 4 og seinnaparturin bara hálvrunnin. Tann eina av kvinnunum fer afturum ein vegg, og løtu seinni er bobb-spælið komið fram. Hjalmari dámar væl at bobba, og er ofta við í dysti – Vit eru ikki so víðgongd Hóast tað er lýtt í veðrinum, so er altíð gott við einum heitum koppi av kakao og einum góðum práti aftur við Bæði Óluvu og Hjalmari dáma væl at spæla bobb. Í dag vóru tey í hvør sínum parti