mánadagur 6. februar 2006síða 15
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 26 - 6. februar 2006
15
longur
Hvørja ferð tilhaldið
er opið fer Óluva
Dalsenni frá húsum.
– Her er gott at vera,
og her hittir ein altíð
onkran at práta við,
sigur henda 78 ára
gamla kvinnan
Eldrahugni
Klaksvík: – Í dag havi eg
sett mær trý ting fyri: Eg
ætli mær at binda, fáa mær
ein góðan drekkamunn og so
spæla nøkur popp. Telduna,
hana tosi eg minni um.
– Ja, og so práta vit sjálv
andi eisini nógv, sigur 78
ára gamla Óluva Dalsenni
úr Klaksvík.
Hon er ein av teimum
trúføstu í tilhaldinum, og
kemur higar fýra ferðir um
vikuna.
Henni dámar sera væl at
røra seg. Og er veðrið gott,
so gongur hon bæði frá hús
um og aftur til hús síni á
Skáltavegi.
– Tað tekur ein hálvan
tíma hvønn vegin. So slíkar
dagar fái eg nógva motión
og nógva fríska luft.
– Vit trena til at ganga
gjøgnum Norðoyatunnilin,
sigur henda kvinnan, sum
aldur illa sæst á.
Dagin fyri høvdu hon og
fleiri onnur frá tilhaldinum
verið ein gongutúr í
býnum.
Teimum, ið dáma at ganga
túrar, sleppa tað so ríkiliga!
Óluva Dalsenni hevur
havt sína føstu gongd her
í tilhaldinum tey seinastu
fimm árini.
Hon er sera fegin um
henda møguleikan at hitta
onnur.
– Eg eri einsamøll í húsi,
og tí er gott at koma higar
fyri at hitta onnur. Her er
altíð onkur at práta við.
– Og er man heldig, so
kann man eisini fáa okkurt
nýtt mynstur at binda frá hin
um, sigur hon.
At henni dámar væl at
binda, er skjótt at staðfesta.
Stokkarnir ganga so týttir,
samstundis sum hon prátar
við hinar kvinnurnar við
borðið.
– Jú, hetta tilhaldið er alle
tiders, sigur hon.
Til Bergens
Tilhaldið í Klaksvík hevur
fasta skrá hvørja viku. Men
av og á gera tey kortini
ymiskt, sum ikki stendur á
hesi skránni.
Nógv av teimum eldru
síggja í løtuni fram til
dagøarnar 16. til 20. mars.
Tá fer tilhaldið nevniliga
eina ferð til Bergens.
Tekningarlistin er komin á
veggin, og har standa í løtuni
16 nøvn. Men tey vænta, at
tá avtornar verða tey helst
eini tríati í tali.
– Um eg fari við? Sjálvandi
geri eg tað, sigur Óluva.
Mánadagin: Kl. 14: Fimleikur. Kl. 16: Sangur
Týsdagur: Kl. 9:30: Gongutúrur. Kl. 11: Vit lesa bløðini.
Kl. 12: Døgurði
Mikudagur: Kl. 13:30: Telda
Hósdagur: Kl. 10: Fimleikur. Kl. 11: Telda. Kl. 13:30: Vit lesa
bløðini.
Drekkamuður er at fáa hvønn dag. Møguleiki er at gera
yniskt handarbeiði, spæla kort, bobb, kánus o.a. Bløðini
eru altíð til taks. Hvønn dag enda vit við andakt og sangi.
Vikuskráin fyri Sóljuna
– Her er altíð
onkur at práta við
– Mær dámar væl at binda. Og ein góður drekkamunnur er heldur ikki at forsmáa, sigur 78 ára gamla Óluva Dalsenni
(vinstrumegin á myndini)
her. Annars er áhugi hansara
eisini at læra seg meiri um
teldur.
Her í tilhaldinum eru fleiri
farteldur og ein borðtelda,
og tær skuldu gjarna verðið
brúktar. Mikudagur er nevni
liga teldudagur.
– Eg ætli mær at læra meg
eitt sindur um teldurnar.
Vita, um tað riggar.
– Ein er væl aldri ov gamal
til at læra nakað nýtt, ha?!
Svar uppá spurningin fær
hann ikki, tí nú verður rópt
á hann:
– Kom nú, Hjalmar! Nú
fara vit at byrja, sigur henda
kvinnan, Óluva av navni.
Hjalmar drekkur tað sein
asta úr koppinum, og er so
til dystin fúsur.
Tey eru fýra rundan um
borðið, so tey kappast móti
hvørjum øðrum, tvey og tvey
saman. Hesa ferð eru tað
menninir móti kvinnunum.
– Vit klára altíð eini 2-3
popp-spøl ein slíkan dag.
– Tað er so gott at røra
seg!, sigur Óluva.
Hetta umfarið av whistinum var ikki so áhugavert, tí allir
høvdu nolað. Men hugaligir eru teir
Hóast ein er lammaður í aðrari síðuni, so finnast hent hjálpitól
til hansara, ið dámar at spæla kort