Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-06, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. februar 2006síða 16

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 26 - 6. februar 2006 Nógv fólk – onkur metti 1000, onkur annar eini 1500 – møttust leygardagin við Sjónleikarhúsið í Havn fyri at fagna føroyskum fjølbroytni, virðing og tolsemi Theodor E. D. Olsen Myndir: Álvur Haraldesen Við trummuleikarum á odda varð gingið oman í Steinatún, har Páll Danielsen segði nøkur orð, sum fekk fólk at hugsa um, at øll eru ikki líka. Síðani varð farið oman eftir mentanargøtuni í Havn, Tórsgøtu, nú gongugøtan er stongd og fær nýggjar flísar. Á Vaglinum var sokallað talukór, felagssangur og ymisk tiltøk, ið fekk fólk at hugsa um líkleika og munir okkara millum. Tiltakið var skipað sum eitt stuttligt og litríkt innslag í føroyska fólkaræðið, og hýrurin var góður í mið­ býnum hendan dagin. Fólk vóru biðin um at taka í hondina í hvørjum øðrum, og tað hendi meira enn so, at fjøldin aktaði boðini, tá frásøgufólkið eisini heitti á fundarfólkið um at geva hvørjum eitt klemm. Í øllum førum varð høvuðsrøðarin Gott Føroya fólk. Skjótasti vegur millum tvey menniskju er eitt smíl. Men leiðin kann vera drúgv og illgongd. At byggja brúgv millum einstaklingar og bólk­­ar í sama lítla landi við ymiskum sjónarmiðum, kann vera trupult. Tað krevur hepna hond og endurnýgging av amboðum. Nøkur vanlig fólk – nakrar grasrøtur hava valt at gera tað við at fagna margfeldinum og tí fjølbroytta, og geva okkum eina hugfarsliga løtu saman her í dag. Takk fái tey og vælkomin øll. Eg eri ósamdur í øllum, tú sigur, men eg vil til mín deyð verja tín rætt til at siga tað. Hesi kendu orð eigur Vol­taire, ið livdi í 1700-tali­ num, og sum stríddist ímóti tvørrandi tolsemi í landi sín­ um Fraklandi. Seinastu árini eru vit vorð­in óloysiliga bundin at altjóðasamfelagnum. Virð­ ing fyri sjónarmiðunum hjá øðrum og øðrvísi hugsandi er lyklaorðið fyri at sleppa uppí. Tað er eisini mikil vinn­ ingur, um vit læra okkum at mýkja og brýna okkum, læra at hugsa og orða okkum. Tað kann vera lívsneyðugt, áðrenn vit gáa um tað. Og ikki ber til at tiga við afturvirkandi megi. Hetta hevur skund, tí broyt­ ingar henda við rúkandi ferða altjóðapallinum, og í mong­um førum – eisini her hjá okkum. Tað tykist, sum tað var í gjár, at dámligi italiumaðurin Gianfrango, ið gjørdi italsk-føroysku orða­bókina, varð útvístur úr Føroyum. Og longu nú sóknast løgmaður júst eftir fólki sum honum, tá hann í røðu til landsins leiðarar í farnu viku segði: Skulu vit røkka málinum, hava vit brúk fyri øllum fólkum. Kvinnum og monnum, hvítum og svørt­um, samkyndum og hin­kyndum, ungum og goml­ um. Virðing fyri sjónarmiðum annara er ikki bert alneyðug globalt. Tað er eins týdn­ ing­ar­mikið og avgerandi lokalt millum flokkar, og í flokkum, í felagsskapum og millum menniskju. Oyggjabúgvar eru tiltiknir fyri at vera individualistar. Teigurin í stólinum er ynd­ isteigur hjá blaði, ið hvørja viku kemur í hvørt hús. Mong sera ymisklig fólk skulu m.a. svara: Hvat er størsta hóttan móti heimsfriðinum? Og hvørjum søguligum persóni vildi tú fegin møtt? Svarini hjá øll­ um bera á sama borðið. Fundamentalisma, Fanat­ isma (trábeitni) og intole­ ransa svara tey flestu til 1. spurning, og 2. spurningur er næstan uttan undantak svar­ aður við: Nelson Mandela, Móðir Theresa, Mahatma Gandhi ella líknandi per­ sónum. Ongin Gallupkanning, men hetta sigur nógv. Størsta hóttanin er tvørrandi tolsemi og virðing fyri øðr­ vísi hugsandi. Og mest hug­takandi menniskju eru tey, ið tala virðing og frið, mildni og hjálpsemi millum menniskju, og sum hava empatiskan førleika – nevniliga evni at duga at seta seg inn í støðuna hjá øðrum. Her skal ikki gloymast, at øll vóru trúgvandi í tí andaliga heimi, tey vóru borin inn í, og at henda trúgv ikki var forðing fyri teirra víðskygni og tolsemi. Tey vóru í praksis ímyndin av mannarættindum og næstrakærleika. Teigurin í stólinum er part­ ur av okkara søgu og mentan, og eg loyvi mær at halda, at hetta sigur rættiliga nógv, og at vón er fyri okkum sum eitt fólk. Føroyar eru fyri øll, og demokratiið tryggjar øllum trúar­frælsi. Tað merkir, at øll eiga rætt til at útinna sína trúgv á tann hátt, tey vilja. Guðstrúgvin er grundarlagið undir samfelagnum og hev­ ur verið tað í 1000 ár. Tað er partur av okkara sam­ leika, okkara mentan og okk­ara fólkaræði. Í einum væl­virkandi fólkaræði hava vit eisini virðing fyri sjónarmiðum annara. Herí er eisini ein ábyrgd, og í ábyrgdini liggur, at tú ikki niðrar tey virði, ið onnur hava kær. Veit ikki, men eg man vera millum tey heilt fáu, sum beinleiðis havi hitt og tosað við nærum hvønn einasta av teimum, ið dømd eru fyri álvarsom revsilógarbrot í landi okkara seinasta 30 árini. Samanborið við tey 300, ið dagliga royna at hyggja at barnaporno á alnótini, eru tey sera fáment. Taka vit tey burturúr, ið dømd eru fyri kynsligan kriminalitet, so er einamest talan um hinkyndar menn. Nevni hetta, tí tað er viðkomandi í tí kjaki, ið er. Í 1988 var bert ein atkvøða á tingi – tað var mín – fyri at tryggja teim samkyndu móti mismuni. Seinasta viðgerðin vísti, at tað nærum er løgst ein at­kvøða aftrat fyri hvørt ár­ið. Loyvi mær at leggja aftr­ Føroyingar fagn Karin Kjølbro: – Her er so nógv herligt í Føroy Karin Kjølbro var høvuðsrøðari leygardagin. Vit prenta her røðu hennara