mánadagur 6. februar 2006síða 17
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 26 - 6. februar 2006
17
hálsfevnd, áðrenn hon trein á
pallin uttan fyri sama løgting,
sum fyri ikki so langari tíð
síðani feldi upskotið um
at skoyta happing vegna
kynsliga orientering upp í
revsilógina.
Høvuðsrøðarin varð pre
senterað sum ein klók kona,
og høvdu fyriskipararnir valt
Karina Kjølbro at siga nøkur
væl vald orð til samkomuna
á Vaglinum í dag.
Til felagssangin vóru
sangirnir hjá ávikavist
Kára p og H.A. Djurhuus
”Ringulríma” og ”Tey standa
og vagga” sungnir.
Við skeltum og slagorðum
sum ”Eitt fólk eru ikki
eins fólk” og annar hvør
er øðrvísi líka sum øll
onnur” fór gongan oman
aftur í Tórsgøtu, har Miðla
húsið, Meiaríð og Marga
rinfabrikkin hýstu nøkur av
okkara fremstu tónleikarum
sum t.d. 200, Lama Sea,
Nikolas Kapnas, Kára p,
Marius, Hjørdis Johansen,
Deja Vu, Spælimenn, Kára
Sverrisson, Búa Dam, Knút
H. Eysturstein og Seks
Stórar Veðrar, ið settu dám
á tiltakið.
at, at tað at tryggja teim sam
kyndu móti niðring, í míni
verð er óloysiliga tengt at
míni andaligu sannføring.
Hetta havi eg eins sjálvsagt
og faðir vár lagt í børn míni
í teirri sannføring, at øll eru
Guðs børn. Hvat 2 vaksin
eru samd um at gera, tá tey
eru í einingi, er ein privat
søk. Øll skulu vit einaferð
standa til svars fyri jarðarlívi
okkara, og tá eru tað ikki
vit, ið góðskumeta og gera
úrskurð.
Síðani trúbótina ella bara
seinastu 100 árini er so ómeta
liga nógv broytt eisini á tí
andliga økinum í Føroyum.
Kirkjur og fríkirkjur eru
komnar í stórum tali. Hóast
ymiskleika, so er guðstrúgvin
hin sama. Tað er onki nýtt,
at fólk eru varin og stundum
vísa frástøðu, tá t.d. nýggir
andaligir tankar verða bornir
fram. Tað sigst, at tá gamli
Sloan kom til Føroyar við
síni nýggju læru, vóru onkur,
ið steinaðu hann út aftur um
bøgarðarnar, tá hann skuldi
royna at bera fram boðskap
sín.
Tá tosað verður um anda
ligt lív, so er Frelsunarherurin
í serstøðu um allan heim og
eisini her hjá okkum. Er tað
nakar, ið hevur rúmað, fevnt
um og hýst teimum, ið eru
øðrvísi, teimum, sum tað
ikki rættiliga var pláss fyri,
so er tað Frelsunarherurin.
Hugsað verður um her
bergið – heim teirra heim
leysu. At Frelsunarherurin
annars var eitt litríkt upp
livilsi, tá vit bygdabørn á
fyrsta sinni komu til Havnar,
má eg sleppa at skoyta
uppí.
Tað grør um gangandi fót.
Lesarar á einum blaði valdu
forkvinnuna í MBF til ársins
kvinnu um dagarnar.
Fyri ótroyttiliga stríði
ímóti forðingum hjá rørslu
tarnaðum í samfelagi okk
ara.
Nevndi, at verðin var
broytt síðani 1988.
Ja, hvakk við, tá løg
tingsformaðurin nú bjóðar
skúlaungdómi til arbeiðis á
Føroya Løgtingi. Tá kvinnu
rørslan í Føroyum í 1980
so miriliga bað um at lána
løgtingshúsini til kvinnuting
at tosa um støðuna hjá børn
um í Føroyum, var svarið
tvørt nei. Løgtingið skuldi
bert brúkast til seriøs enda
mál, ikki til fjas, svaraði
táverandi løgtingsformaður,
og flestallir vóru samdir.
Jú, eg haldi, hóast alt, so er
vón fyri stavn. Hesi mongu
árini hava nógv fremm
andafólk livað og virkað
ímillum okkum í vinnu
og ítrótti. Tað hevur ment
okkum.
Samstundis eru vit ríkað
við ættleiddum børnum úr
allari verðini.
Her er so nógv herligt, um
bert vit fáa eyga á tað.
Verðin er ikki svørt/hvít
longur – hon er flekkut,
segði fremsti sálarfrøðingur
okkara hóskvøldið í Útvarp
inum.
Tað ber ikki til at tosa um
virðing fyri tí, onnur trúgva
og halda vera rætt, uttan at
nema við ta ótryggu støðu,
grannar okkara danir í hes
um døgum eru komnir í, tí
ein avís ikki hevur virt tað,
ið heilagt er fyri eina mia.
av muslimum. Hetta blað
átti eisini at minst til Satans
Ørindi og avleiðingarnar fyri
Salman Rushdie. Her er ein
dimensión aftrat: Hesi fólk
hava ikki trúarfrælsi. Tey
mugu halda tað, leiðarar
teirra halda.
Eitt brot úr Koranini –
halgubók teirra, sigur:
Tað er lættari at fyrigeva
enn at hevna. Vit mugu biðja
eftir, at hetta verður partur av
loysnini landanna millum.
Tá vit hugsa um verðina
um okkum, so liggur okkara
matrikkul Føðilandið – Før
oyar nummar 2 úr Paradísi,
har hin einstaki sjálvur
sleppur at gera av, um hann
byggir á klettagrund.
Hetta pliktar.
Politikarar okkara eru eins
frægir og í øðrum londum,
men tað eru ikki øll mál, ið
best loysast av politikarum,
tí tey hava so mangt, ið
ørkymlar.
Sum kunnugt situr ein
grundlógarnevnd við um
boðum úr øllum flokkum.
Teirra uppgáva er m.a. at
gera eina orðing um, hvussu
allir minnilutar fáa orðað og
staðfest síni mannarættindi í
landi okkara.
Á ársins leiðaradegi herfyri
var ein danskur professari, ið
legði lag á. Skal munagóð
endurnýgging henda í menn
ing av samfelagnum, er tað
onki, ið nevnist antin ella,
segði hann. Nú snýr tað seg
um bæði og...og tað ræður
um at finna tey amboð,
ið gera okkum før fyri at
skilja og rúma hugaheimin
hjá øðrum. Har er ongin, ið
sigrar, og ongin verður fyri
ósigri, men vit skulu skilja.
Tað nyttar ikki at seta 10 eins
fólk, sum líkjast stjóranum
í starv, nei, tað skulu vera
10 ymisk fólk. Sjálvandi
stendst rok og ófriður av og
á, men har hendir nakað, har
fáa vit endurnýggjan. Men
tað krevur dygdar leiðslu, og
har er tað nýggju leiðararnir
skulu royna seg.
Tá eg hoyrdi hetta, hugsaði
eg, at sinniligi formaðurin
í grundlógarnevndini er
rætti maðurin at handfara
spurningin um grundlóg
okkara. Snávingarsteinarnir
eru, tá fólk og bólkar ikki
eru samd, men vit hava áður
sæð, at tað ber til at finna
felags stev, tá tað er neyðugt.
At hann eisini hevur ta eyð
mýkt, ið krevst, sæst, tá hann
í fyrra álitinum í formálinum
kvøður ørindi hjá Símuni av
Skarði um okkara trúfasta
stara:
Tí starin er so vorðin,
at vónin er hans alt,
ta stund, hon hvørvur
burtur;
er lívið stirt og kalt.
Hvussu nógv lond munnu
vera í dag, sum hava tað,
sum vit? Eitt fólk við fe
lags fortíð og felags anda
ligum, politiskum og ment
unarligum samleika, hóast
ymiskar nuansur?
Vit liva í eini felags samtíð,
sum vit hava ábyrgd av, og
møguleika fyri at ávirka. Um
vit eiga eina felags framtíð,
veldst um, um øll kenna síni
grundleggjandi virði vird
– um øll kenna seg væl og
halda seg hava tað unniligt
og virðiligt ímillum okkum,
og um vit duga at vísa fyrilit
og empati – orðið, ið merkir
førleika til at seta seg inn í
støðuna hjá øðrum.
Vit verða ongantíð samd
um alt, og tað var eisini keði
ligt, um vit vóru tað, tí tað er
í ymiskleikanum, at lívið fær
litir, men latum okkum royna
at vera ósamd á høviskan
hátt, viðfara onnur – sum
vit sjálvi vilja viðfarast.
Vit eru heldur ikki øll á
sama báti, men vit kunnu
vera í sama bátafylgi og
hava somu kós. So ymisk vit
eru, so er meira, ið bindur
okkum saman – enn sum skil
ir okkum sundur.
Men Leikum fagurt á
Foldum. Nú fara vit í Tórs
gøtu, sum Býráðið hevur
gjørt til mentunargøtu at
at syngja, spæla, hoyra
søgu og stuttleika okkum.
Kendasti føroyingurin og
heimsborgarin
William
Heinesen eigur so mangt
sporið í hesi gøtu - eisini
áðrenn asfaltið var lagt á.
Alt hann legði eftir seg í
skaldskapi, málningum,
tekningum og klippum er ein
lovsongur til fjølbroyttu og
margfaldu menniskjabørnini,
sum búgva í Føroyum.
Hann doyði livandi og
livdi ikki doyggjandi.
Víst skrivar hann um okk
um sum eitt fólk, men reyði
tráðurin er: ikki eins fólk og
Guð eigi hann fyri tað. Var
hann á lívi, var hann eisini
við her í dag.
naðu fjølbroytni
yum, um bert vit fáa eyga á tað