Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-06, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. februar 2006síða 18

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 26 - 6. februar 2006 Dygdar skjótihurðar, við kúluleiðum - verða gjørdar eftir uppgivnum mátum á Hjalla - 188 Hoyvík Tlf 315415 - Fax 319001 Mánamorgunin tóku 32 næmingar úr 9. flokki sæti á tingi. Næmingarnir løgdu uppskot fram, høvdu orðaskifti og nevndarfundir Ungdómsting Jákup Mørk Jákup@sosialurin.fo Mánamorgunin tóku 32 næmingar sæti á tingi, har Føroya fyrsta ungdómsting varð sett. Fyrst á skránni til ungdómstingið var, at ungdómstinglimirnir møttu í Løgtinginum, har tey fingu eina frágreiðing um tingið. Síðani setti Edmund Joensen fundin og næmingarnir løgdu uppskot síni fram. Uppskotini vórðu beind í nevndir, sum næmingarnir mannaðu seinnapartin. Í álitunum sum nevndirnar orða, skulu næmingarnir mæla til, at í minsta lagi eitt uppskot skal samtykkjast, og í minsta lagi 1 uppskot skal falla. Sambært Edmund Joensen, løgtingsformanni, er endamálið við tiltakinum lutvíst at geva næmingunum størri innlit í tað at vera ein partur av fólkaræðinum, umframt at vísa næmingunum, hvussu fólkaræðið virkar í veruleikanum. Harumframt er endamálið at geva næmingunum innlit í, hvør leikluturin hjá Løgtinginum er, og hvat arbeiðið hjá tinginum fevnir um. Ungdómspower Tað gekk bæði skjótt ov væl fyri seg, tá ungdómurin settist á løgtingssessirnar mánadagin Mynd: Álvur Haraldsen