Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-06, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. februar 2006síða 19

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 ára gamli Jón Rosenblad úr Lamba verður millum teir 150 rógvararnar, sum 25. februar skulu rógva um HM-heitið Rógving Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Jón Rosenblad er sterkasti føroyski rógvarin, og eftir at hann hevur fingið góð úrslit í Danmark, hevur hann nú rættiliga fingið blóð á tonna. Jón ætlar sær nevniliga at verða við í HM í innan­ durarógving, og kappingin verður 25. februar í Boston, skrivar www.drekin.fo Um vikuskiftið verður annars óalment FM í inn­ andurarógving hildið, og Jón kemur ikki heim til kapp­ ingina av tí sama. Jón heldur, at hevur hann ein av sínum allarbestu døg­um, kann hann vinna fram millum teir 20 bestu rógvararnar í heiminum. AaB-venjarin er imponeraður av føroyska lands­liðs­ spæl­araun­um, og hann harmast um, at Jón Rói fekk skaða á venjingarlegu í Turkalandi Fótbóltur Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Jón Rói Jacobsen fór út við skaða, tá ið AaB leyg­ardagin spældi venj­ ingardyst í Turkalandi. Góðir 20 minuttir vóru spældir, tá ið Jón Rói fekk ein løst í knæið. Suni Olsen kom á vøllin fyri Jón Róa og spældi við restina av dystinum. Enn er ikki greitt, hvussu álvarsamur skaðin hjá Jón Róa er, men í AaB vóna tey, at talan er ikki um nakran álvarasaman skaða. – Jón Rói hevur impo­ner­ að meg á venjingarleguni. Hann er ein klókur spæl­ ari, og vit vóna sjálvandi, at knæskaðin ikki er alvor­ligur, sigur Erik Ham­rén, venjari hjá AaB, við heimasíðuna hjá felag­ num. Tá ið Jón Rói Jacobsen spældi fyri Brøndby sleit hann krossband í knæum, og tað tók honum mesta av einum ári at koma fyri seg aftur.Vónandi verður ikki talan um slíkan skaða hesaferð. Suni eisini við Suni Olsen hevur í vetur drigist við ein skaða, men hann er við at koma fyri seg aftur, og leygardagin slapp hann veruliga at royna seg á liðnum hjá AaB aftur. – Tað er gott at síggja Suna aftur á vøllinum, sigur Erik Hamrén. AaB kom sunnudagin aftur til Danmarkar, eftir at liðið hevur verið eina viku í Turkalandi og vant. Hesa vikuna byrjar norðurlendska kappingin Royal League aftur, og AaB skal spæla ímóti norska felagnum Lyn. Nr. 26 • mánadagur • 6. februar 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo Jón Rói skaddur í knænum Jón skal kappast um HM Nú verður tað í HM-høpi, at Jón Rosenblad skal royna seg