mánadagur 6. februar 2006síða 20
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 26 - 6. februar 2006
Jógvan Martin
Olsen hevur í dag
tikið 22 spælarar út
til landsliðið, sum
skal á venjingarlegu
í Florida seinni í
hesum mánaðinum.
Millum teir 20 úti
spælararnar eru bert
tríggir spælarar,
sum vanliga spæla í
verjuni fyri feløg síni
Landsliðið
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Eftir at nógvir spælarar
vóru kallaðir inn til úttøku
venjingar í farna mánaði,
hevur nýggi landsliðsvenj
arin, Jógvan Martin Olsen,
nú sett nøvn á teir 22
spælararnar, sum hann vil
hava við A-landsliðnum til
Florida at venja.
Nógvir spælarar við álops
sinnaðum eginleikum eru
tiknir út, og á landsliðnum
hesaferð eru bert tríggir úti
spælarar, sum vanliga spæla
verjuspælarar fyri feløgini,
sum teir umboða. Teir eru
Óli Johannesen, Rasmus
Nolsøe og álopssinnaði
bakkurin Mortan úr Hørg.
Harafturat hevur Atli Dan
ielsen roynt seg fleiri ferðir
sum verjuspælari á lands
liðnum, men skulu aðrir
verjuspælarar finnast í hópi
num, verður talan um spæl
arar, ið skulu royna nakað
nýtt.
Nakrir nýggir eru við
Tá ið landsliðið hevði úttøku
venjingar í Havn í januar
mánaði vóru fleiri nýggj
nøvn kallað inn, og onkrir
av teimum hava eisini fingið
boð til Florida-ferðina.
Hanus Thorleifsson, sum
í ár skal spæla við HB,
Hans Pauli Samuelsen úr
EB/Streymi, Christian R.
Mouritsen úr Manchester
City eru úttiknir, og har
afturat er eisini Bergur Mid
jord, sum hevur snoddað eitt
lítið sindur til landsliðið,
tikin út.
Tveir fáa kjansin aftur
Millum spælararnar, sum
eru tiknir út hesaferð, eru
tveir fyrrverandi spælarar í
Fremad Amager, sum nú fáa
kjansin aftur á landsliðnum.
Bæði Jann Ingi Petersen og
Hjalgrím Elttør hava sein
astu tíðina ikki verið við á
landsliðnum, men nú skulu
teir royna seg aftur.
Jann Ingi og Hjalgrím
spæla nú aftur fyri barn
dómsfeløg síni, og har gong
ur væl hjá báðum – so væl at
landsliðsvenjarin hevur sent
boð eftir teimum aftur.
Nógvir kantspælarar
Jógvan Martin Olsen hevur
í samrøðu við Sosialin
áður sagt, at hann vil hava
kantspælarar, sum tora og
vilja bjóða av fram eftir
vøllinum.
Líkt er til, at Jógvan Martin
hevur tikið fleiri kandidatar
til hesi pláss við sær til
USA. Hann hevur í øllum
førum tiki nógvar spælarum
út, sum hava roynt hendan
leiklutin fyri feløg síni.
Jákup á Borg, Hanus Thor
leifsson, Bergur Midjord,
Heðin á Lakjuni, Hans
Pauli Samuelsen og Símun
Samuelsen hava allir roynt
hetta áður, og harafturat
kunnu til dømis spælarar
sum Hjalgrím Elttør, Christ
ian Høgni Jacobsen, Jónhard
Frederiksberg og Christian
Restorff Mouritsen ivaleyst
eisini spæla á hesum pláss
um.
Nýtt ættarlið
Fyrsta landsliðið hjá Jógvan
Martin Olsen er merkt av
nógvum ungum og álops
sinnaðum spælarum, og
ættarliðsskiftið, sum tað
hevur verið tosað um seinnu
árini, tykist vera veruleiki.
Av teimum veruliga
garvaðu og eldru lands
liðsspælarunum eru bert
Óli Johannesen og Jákup
Mikkelsen eftir.
Harafturat eru spælarar,
sum eru etableraðir á lands
liðnum, hóast teir ikki hava
sama aldur ella somu royndir
sum teir báðir. Millum hesar
kunnu nevnast Andrew av
Fløtum, Rógvi Jacobsen,
Fróði Benjaminsen, Christ
ian Høgni Jacobsen, Jákup
á Borg, Heðin á Lakjuni,
Atli Danielsen og Jónhard
Frederiksberg.
Jens Martin Knudsen, sum
hevur verið fastur maður
á landsliðnum øll árini við
EM- og HM-fótbólti er blivin
málmansvenjari, og hann er
ikki við sum spælari.
Nakrir halda frí
Spælarar sum Súni Olsen,
Ingi Højsted og Jón Rói
Jacobsen eru ikki tiknir út
til USA-ferðina. Spælararnir
úr superliguni hava fingið
frí, og tað sama er við Inga
Højsted. Harafturat hevur
Jón Rói Jacobsen fingið ein
nýggjan snudd í knæið og er
skaddur í løtuni.
Av teimum 22, sum eru
tiknir úr hesaferð, eru tí bert
fimm, sum spæla fyri feløg
í útlandinum.
Andrew tapti
Andrew av Fløtum sat á beinkinum frá byrjan í
venjinginardystinum hjá Fremad Amager ímóti Lyngby
um vikuskiftið Støðan í hálvleikinum var 0-0, og tá skifti
venjarin nakrar spælarar út. Andrew var ein av teimum,
sum kom á vøllin, men tað var Lyngby, sum síðani fekk
hol á. Teir skoraðu tvey mál, áðrenn Fremad Amager
minkaði um munin til 2-1 nakrar minuttir fyri leiklok.
Start tapti greitt
Norska felagið Start tapti heili 3-0 ímóti Lyn í einum
venjingardysti á La Manga um vikuskiftið. Tey bæði
liðini, sum vóru við í oddastrínum í Tippuliguni farna
kappingarár, vóru bæði á venjingarlegu á La Manga og
spældu dyst leygardagin. Lyn var greitt við yvirlutan, og
Jo Tessem skoraði hattrick fyri Lyn.
– Vit høvdu ein vánaligan dag, men vit mugu royna
at brúka dystin til nakað positivt, segði venjarin Tom
Nordlie eftir dystin.
Todi Jónsson spældi ikki við í dystinum, tí hann er ikki
heilt klárur eftir skaða.
AB hótti HB
AB og HB spældi fríggjakvøldið venjingardyst í Gunda
dali. HB vann dystin 5-3, eftir at liðið eisini var á odda
3-1 eitt skifti. Men AB kláraði at hótta HB nakað eina
løtu, tí AB javnaði til 3-3, áðrenn HB fótaði sær aftur og
gjørdi tvey mál. Millum spælararnar á liðnum hjá AB var
fyrrverandi HB-liðformaðurin og núverandi venjarin hjá
AB, Rúni Nolsøe.
Nýggjur spælari skoraði
EB/Streymur hevur í løtuni ein spælara til royndarvenjing
ar. Talan er um afrikanska spælaran Joseph Odogu, og hann
gjørdi um seg, tá ið EB/Streymur spældi venjingardyst
ímóti B36 í Gundadali sunnudagin. EB/Streymur vann
dystin 1-0, og Odogu skoraði einasta málið í dystinum
eftir eitt korter. Hann stútaði eitt hornaspark í málið.
Poul til Skála
Ungi miðvallarspælarin Poul Poulsen, sum seinnu árini
hevur spælt á besta liðnum hjá VB, flytir nú til Skála at
spæla. Harvið missir VB enn ein av sínum spælarum, eftir
at spælarar sum Milan Kulic, Bjarni Johansen, Mortan
í Hørg og Anders Sørensen ikki longur eru at finna á
liðnum.
Wise er vegurin fram
39 ára gamili Dennis Wise er tað stóra navnið í Coventry
í løtuni. Fyrrverandi enski landsliðsspælarin er liðfelagi
við føroyska landsliðsspælaran Claus Bech Jørgensen, og
síðani Wise kom til felagið herfyri, hevur gingið avbera
væl hjá Coventry. Leygardagin vann felagið aftur dyst í
landskappingini, og hesaferð skoraði Dennis Wise bæði
bæði málini í 2-0 sigrinum. Coventry hevur nú togað seg
upp um miðjuna á stigatalvuni í næstbestu ensku deildini.
Claus Bech Jørgensen var ikki við á liðnum hjá Coventry
um vikuskiftið.
KR tapti
Rógvi Jacobsen spældi í 78 minuttir í álopinum hjá
KR, sum um vikuskiftið tapti 1-0 ímóti Vikingi í eini
steypakapping. Hetta var fyrsta tapið hjá KR í ár, og
heimasíðan hjá felagnum harmast um tapið. Skrivað
verður, at KR átti at fingið betur úrslit, sum dysturin
lagaði seg. Einasta málið í dystinum kom eftir at Rógvi
Jacobsen var farin út, tí Víkingur skoraði sjey minuttir
fyri leiklok.
Álopssinnað landslið
fer til USA
Jógvan Martin Olsen, landsliðsvenjari, hevur tikið hesar 22
spælarar út til venjingarleguna hjá landsliðnum í Florida
Málmenn
Jákup Mikkelsen
B36
Gunnar Nielsen
Frem
Útispælarar
Fróði Benjaminssen
B36
Hanus Thorleifsson
B36
Bergur Midjord
B36
Jann Ingi Petersen
B68
Hans Pauli Samuelsen EB/Streymur
Jákup á Borg
HB
Kári Nielsen
HB
Rasmus Nolsøe
HB
Mortan úr Hørg
HB
Atli Danielsen
KÍ
Heðin á Lakjuni
KÍ
Hjalgrím Elttør
KÍ
Christian H. Jacobsen
NSÍ
Pauli G. Hansen
Skála
Jónhard Frederiksberg Skála
Óli Johannesen
TB
Christian R. Mouritsen Manchester City
Rógvi Jacobsen
KR
Andrew av Fløtum
Fremad Amager
Símun Samuelsen
Keflavík
FAKTA
Hans Pauli Samuelsen er ein av nýggju spælarunum, sum
er tikin út til landsliðið til árligu venjingarlegun hjá A-
landsliðnum. Hetta er ein ferð, sum verður goldin Sport Five, ið
umsitir rættindini til heimadystirnar hjá landsliðnum