Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-06, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. februar 2006síða 21

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 26 - 6. februar 2006 21 Áðrenn toppupp­ gerð­­ina komandi leyg­ardag, er spenn­ ingurin í 1. deild í hæddini. Við stórsigri í vikuskiftinum hava vestmenningar nú eins nógv stig sum favorittarnir úr Havnini Talv Carl Eli Nolsøe Samuelsen carl_eli@hotmail.com Fyri viku síðani vunnu havn­ armenn tryggan 3-1 sigur á hvalvíkingum. Finnbjørn Zachariassen bjargaði botn­ liðnum eitt kærkomið stig, tá hann í góðum stíli vann á Olaf Berg. Dysturin millum Klaksvík 2 og Vestmanna varð tá út­ settur og varð leiktur leyg­ ardagin. Ímóti einum sera skerdum klaksvíksliði, høvdu vestmenningar góð­­­ar møguligar at vinna seg framum havnar­menn. Úr­slitið varð 3,5-0,5 til John Rødgaard & Co., og hetta førdi við sær, at vest­ menn­ingar tóku havnar­­menn aftur og hava bæði liðini nú 20 stig eftir sjey umfør. Rani Nolsøe og Rødgaard leiktu javnt á 1. borði. Rani, sum hevði svarta fólkið, helt høvdið kalt við finnu minni og ólíkalittum bispum. Rødgaard varð í roynd og veru trýstur í sínari tíðneyðini, men helst varð støðan á remis-markinum allatíð. Eitt gott úrslit hjá Rana, sum tykist at hava reist seg eftir nøkur sløk talvár. Hvør vinnur FM? Helst vóru mong sum vænt­aðu, at unga evnaríka havnarliðið fór at strúka avstað og vinna eitt trygt FM í ár. Martin Poulsen, Olaf Berg og Helgi D. Ziska eru jú ikki hvør sum helst. Veteranurin Andrias Ziska hevur staðið seg væl sum fjórði telvarin á liðnum. Sjálvsagt kostaði tað teimum nøkur stig, tá Martin ikki var tøkur fyrstu trý umførini. Havnarliðið hevur í roynd og veru havt góð úrslit, men vestmenningar hava havt eins góðan róður og hetta ger, at kappingin um gullið enn er púra opin. Leygardagin hittast liðini í sonnum toppbraki í Havnini. Um havnarliðið verður tað sama sum seinastu mongu umførini, eru teir á tveimum borðum ratingfavorittar. Tó er at kalla eingin munur mill­ um Martin og Rødgaard, men Martin hevur so nøkur fá ratingstig fleiri. Á 3. borði er Helgi (2218) greiður favo­ rittur ímóti Samson Høj­ gaard (1909). Uppgerðirnar á 2-4. borð­ unum, eins og á 1. borði, eru rættiliga torførar at meta um. Fá ratingstig skilja partarnar. Ein spennandi dyst­ur er tískil fyri framman í Havn komandi leygardag, tá 8. umfar er á skránni. Sunnu­ dagin verður 9. umfar telvað og seinasta umfar verður telvað í Vestmanna 4. mars. Topalov og Anand Ratingfavorittarnir, Vese­ lin Topalov (2801) og Vis­ wanathan Anand (2792), fylgd­ust rættiliga javnt væl í árligu Wijk aan Zee. Endin varð, at báðir fingu 9,5 stig av 13 møguligum. Seks sigrar, seks javnleikir og eitt tap hvør. Topalov held­ur sostatt fram eftir HM-sigurin í oktobur við stórspæli. Anand er nú tann fjórði telvarin omanfyri mag­ iska 2800-markinum. Hinir eru Kasparov, Kramnik og Topalov Teir næstu í røðini vórðu Vassily Ivanchuk og Michael Adams við hvør sínum 7,5 stigum. Peter Leko skuffaði við 6,5 stigum. 15 ára gamli Magnus Carl­ sen úr Norra, vann saman við russinum Alexander Moty­ lev B-bólkin. Báðir fingu inn­bjóðing til A-bólkin í 2007. Fyrsta av trimum steypa­kappingum í amboðsfimleiki var sunnu­dagin. Hesa­ferð kappaðust fimleikararnir í lopi um hest FIMLEIKUR Lív Reinert Kjeld liv@sosialurin.fo Fimleikahøllin á Stórheyggi í Havn var í gjár karmur um ta fyrstu av trimum steypa­ kappingum í amboðsfim­ leiki. Fe­løg­ini, sum kappað­ ust, vóru Havn­ar Fim­leika­ felag, Ljósið, Støkk og Klaks­víkar Fimleikafelag. Kapp­ingin gekk væl, men varð heldur longri, enn fyri­ reikararnir høvdu vænt­að. Tað er Føroya Fim­leika­ samband, sum hevur tikið stig til hesar steypakappingarnar, og er hetta fyrstu ferð, at tílíkar steypakappingar eru í føroyskum fimleiki. Orsøkin er, at FFS metir, at ov fáar kappingar eru fyri amboðsfimleikararnar, og tí er avgerð tikin um at skipa fyri hesum steypakappingunum afturat hinum vanligu kapp­ ingunum. Tað var Fimleikafelagið Ljósið, sum skipaði fyri kapp­ingini í gjár, og Havn­ar Fimleikafelag og Støkk skulu skipa fyri teim­um tveimum komandi steypa­ kapp­ingunum. Formula er høvuðsstuðul til kapp­ing­ arnar. Í fyrstu syftu eru steypa­ kappingarnar bara fyri eldru fimleikararnar. Sostatt vóru fýra bólkar, sum kapp­aðust í gjár: kvinnur, kvinnuunglingar, menn og mansunglingar. Steypakapping í amboðsfimleiki Vestmenningar tóku havnarmenn aftur Silja Højgaard frá Støkk vann kappingina fyri kvinnuunglingar. Kristina Toftegaard frá Støkk gjørdist nr. 2, og Natasha Barbara Olsen frá Ljósinum varð nr. 3 Talvúrslit og -støður 1. deild Hvalvík-Havnin 1-3 Haldur Suni Johansen-Martin Poulsen 0-1 Finnbjørn Zachariassen-Olaf Berg 1-0 Martin Brekká-Helgi D. Ziska 0-1 Gunnar Joensen-Andrias Ziska 0-1 Kollafjørður-Klaksvík 1 3-1 Hans Kristian Simonsen-Ólavur Simonsen 0-1 Torbjørn Thomsen-Terji Petersen 1-0 Karl Louis Joahsen-Wille Olsen 1-0 Hans Petur Joensen-Tummas Martin Sólsker 1-0 Klaksvíkar 2-Vestmanna 0,5-3,5 Rani Nolsøe-John Rødgaard 0,5-0,5 Eilir Arge-Carl Eli Nolsøe Samuelsen 0-1 Jan Simonsen-Samson Højgaard 0-1 Mannbjørn Anthoniussen-Jákup á Rógvi Andreasen 0-1 Úrslitini vóru hesi: Kvinnur: Nr. 1 Anita Knudsen, Støkk 7,75 stig Nr. 2 Elinborg T. Durhuus, Ljósið 7,7 stig Nr. 3 Brim H. Hoydal, Ljósið 7,65 stig Kvinnuunglingar: Nr. 1 Silja Højgaard, Støkk 8,55 stig Nr. 2 Kristina Toftegaard, Støkk 8,5 stig Nr. 3 Natasha Barbara Olsen, Ljósið 7,5 stig Menn: Nr. 1 Høgni R. Øster, HF 8,3 stig Nr. 2 Øssur D. Eiriksfoss, HF 8,0 stig Nr. 3 Rúni Lamhauge, Støkk 7,8 stig Mansunglingar: Nr. 1 Olivur D. Eiriksfoss, HF 7,65 stig Nr. 2 Kári Carlsen, Støkk 7,45 stig Nr. 3 Jóni Christiansen, HF 7,3 stig Støðan 1 Vestmanna 20,0 2 Havnin 20,0 3 Kollafjørður 13,0 4 Klaksvík 2 10,5 5 Klaksvík 1 10,5 6 Hvalvík 10,0 ÍSLAND Ring á telefon nr. 345960 ella 545970 ella skriva á teldupost cargo@sbwcargo.com ...Skjótasta flutningstænasta á Norðuratlantshavi ! FØROYAR HETLAND NOREG DANMARK Vit hava fingið veingir SBW Express bjóðar dygdargóða flogfrakt tænastu til ein kappingarføran prís. SBW Express bjóðar dygdargóða flogfrakt tænastu til ein kappingarføran prís.