mánadagur 6. februar 2006síða 22
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 26 - 6. februar 2006
Strandingar prógvaðu
enn einaferð, at
teir hava takið á
vestmenningum.
Tvingandi neyðugi
sigurin kom til høldar
í hampuliga tryggum
stíli. Men stórspæl frá
málverjanum gjørdist
tó eisini neyðugt
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Teir høvdu knívin á barkan
um. Strandingarnir. Eitt tap
sunnudagin vildi næstan
við vissu borið við sær, at
StÍF var úti úr FM-stríðnum
- nærum áðrenn tað veruliga
byrjaði.
Við trimum stigum upp
til VÍF á øðrum plássinum
kundi fjarstøðan upp til
oddin í øllum førum gerast
óhugnaliga stór, og tí var
talan um ein av dystunum,
har spælararnir veruliga
skuldu upp á tærnar. Júst
slíkir dystir, sum strandingar
so oftani hava prógva, at teir
trívast so sera væl í.
Fyrstu løtuna var tó ikki
so nógv, sum bendi á, at StÍF
veruliga var á tærnum. Meira
at kalla bakkaðu teir eftir
hæli, tá VÍF einar tríggjar
ferðir revsaði við kvikum
kontra-álopum. Júst eitt av
vápnunum, sum StÍF hevur
nýtt rættiliga nógv seinasta
lítla tíggjuáraskeiðið.
Hóast Ingi Olsen ikki
var partur av liðnum, nú
hann var í Vági við besta
kvinnuliðnum hjá Neist
anum, so tóktist hetta ikki
at darva stórvegis. Annars
merkisvert, at politikkurin
hjá vestmenningum kring
spælarar, sum eisini eru
venjarar, skal vera so ymiskur.
Sunnudagin sat Daniel Rápa
á áskoðarabeinkinum, meðan
menninir spældu, fyri síðani
at hava leiklutin sum venjari,
tá kvinnuliðið spældi.
Komu á lagið
Strandingar komu tó hampu
liga skjótt á lagið. Eftir
fyrstu nervakendu løtuna,
byrjaði meira flog at koma
yvir spælið. Justinussen
beiggjarnir vóru ein støð
ug skothóttan móti vest
mannamálinum, og sleppa
teir upp, so er at kalla líka
mikið, hvør av teimum
trimum málverjunum hjá
VÍF stendur fyri. Hesa ferð
byrjaði liðið við Eli Müller
í málinum, eftir at hann var
tann seinasti málverjin at
sleppa í aktión í Vestmanna
fyri viku síðani, men tað
var tó ikki tað heilt stóra,
sum hann fekk gjørt við
skotsterka heimaliðið.
Skal nakar mangul veru
liga setast á StÍF, soleiðis
sum liðið spældi hesa
løtuna, so má tað vera,
at vongspælararnir ikki
vóru nóg kølnir í sínum
avslutningum. Skjótálop
vórðu í nøkrum førum
skotin metrar uppum, og
tað kundi bent á vantandi
konsentratión í avgerandi
brot-sekundunum.
Royndu Áka
sum trumf
Tað vísti seg tó ikki at bila.
Sum hálvleikurin leið,
gjørdist takið á vestmenn
ingum alt fastari. Seinastu
løtuna undan steðginum leyp
heimaliðið frá 13-13 upp á
19-15. Ikki minst munaði
tað væl - bæði millum áskoð
ararnar og á talvuni - tá liðið
í undirtalsstøðu megnaði at
skora tvær ferðir, uttan at
vestmenningar fingu nakað
afturfyri.
Nakað mátti gerast hjá
vestmenningum. Og Dia átti
eisini ein trumf á beinkinum,
og frá byrjan av seinna
hálvleiki var Áki Olsen
mest sum fastur partur av
álopsspælinum hjá VÍF.
Eingin ivi man vera um, at
Áki er ein hin mest gávaði
spælarin, sum føroyskur
hondbóltur hevur fostrað
seinnu árini. Men samstundis
er tað ein sannroynd, at
maðurin ikki hevur vant
tað stóra meginpartin av
einum ári. Skotstyrkina
og bóltførleikan hevur
hann kanska framvegis,
men ferðin í spælinum er
avmarkað. Var tað nakað,
sum VÍF hevði tørv á hesa
løtuna, so var tað høg
leikferð, sum kundi spæla
framfýsnu mótstøðuverjuna
tunna, men hon kom í alt ov
lítlan mun til sjóndar. Ikki
endiliga tí Áki kom inn, tí
har hendi nú heldur ikki tað
stóra undan skiftinum. Men
snøgt sagt, tí liðið sum heild
í alt ov lítlan mun megnaði at
lyfta ferðina. Nakrar góðar
yvirgongdir og flytingar frá
Haraldi Bjørgvin, eins og
Regin Joensen kom væl við
við nøkrum góðum høggum.
Nógv meira enn tað sama
gjørdist talan ikki um, og
tað vísti seg ikki at verða
nóg mikið.
Málverjin Marian
Og so átti StÍF eisini Marian
Cirloganescu í málinum.
Eina løtu miðskeiðis í
seinna hálvleiki vóru onkur
tekin um, at VÍF kanska
hevði møguleikan kortini.
Heimamenninir tóktust hava
ilt við at halda momentinum
í spælinum, og tað gav
nøkur hol í verjuna. Hetta
nýttu gestirnir eisini til at
sleppa sær í nakrar góðar
skotstøður, men tað munaði
ikki nóg nógv. Fyrst og
fremst, tí Marian fann satt
stórspæl fram í kanska mest
avgerandi løtuni.
Sigurin ber sjálvandi við
sær, at stríðið um seinna
finalusessin nú aftur er víð
opið. Kyndil, VÍF og StÍF
hava bara eitt stig millum
sín, og tí verður hvørt einasta
fet í landskappingini vigað
væl og virðiliga hjá øllum
pørtum.
Áðrenn tosað verður um
landskapping aftur, er talan
tó um steypafinalu. Eina
steypafinalu, har tað enn
einaferð eru StÍF og VÍF,
sum skulu á vøllin. Av vana
kundi onkur kanska freistast
at sett strandingarnar sum stór
favorittar. Og tað er kanska
heldur ikki heilt av leið.
Í øllum førum má stað
festingin verða, at strandingar
sjálvir trúgva upp á møgu
leikan. Í forhøllini sæst upp
slag um, at ársveitslan hjá
felagnum verður 11. februar.
Aðra staðni verða slíkar
veitslur gjarna lagdar eftir
landskappingina. Men tá
siðvenjan nú er, sum hon er.
So er tað kanska upplagt, at
tann hjá StÍF er eftir steypa
kappingina.
Sum áskoðari hevur tú
onkra tíð kensluna av,
at StÍF bara vinnur av
gomlum vana, tá VÍF er
mótstøðuliðið.
Heilt samdur í hesum var
Bárður Danielsen hjá StÍF
ikki. Men hann ásannaði,
at tað hevur ligið væl fyri
móti gulu monnunum úr
Vestmanna.
– Tað týdningarmesta
hesaferð, haldi eg var, at
vit høvdu ikki ráð at missa.
Vit vistu undan dystinum,
at vit máttu og skuldu
vinna, um vit skuldu hava
nakran møguleika. Og hug
burðurin til uppgávuna var
eisini hareftir.
Og tá tit so fyrst komu
ígongd, so koyrdi tað
bara?
– Bæði og. Vit høvdu
leingi eitt sera gott tak
á, men vit dovna nakað
eftir steðgin. Tað gav VÍF
nakrar møguleikar at koma
aftur í dystin. Men Marian
stóð tíbetur júst so væl,
sum vit vita, at hann kann.
Og so kláraðu vit at standa
ímóti.
Longu um seks dagar
skal StÍF aftur spæla móti
VÍF. Hesa ferð er tað steypa
finalan, sum stendur fyri,
og Bárður dylur ikki fyri,
at hann eisini hevur góðar
vónir til hetta.
– Tað hevur í øllum før
um gingið væl móti VÍF hjá
okkum í ár. Vit hava vunnið
á teimum tríggjar ferðir. Og
tað ætla vit okkum eisini
at gera leygardagin. Tá
telja hinir tríggir dystirnir
tó ikki, so vit taka einki
fyri givið. Men vónirnar
eru sum sagt góðar, sigur
Bárður at enda.
-mørk
Vit fylgdu
ikki við
Ein av spælarunum, sum
VÍF av álvara mátti seta
álit á sunnudagin, var ungi
Regin Joensen, sum í ár er
vorðin ein alt meira fastur
partur av liðnum.
Tí hevur hann kanska
heldur ikki somu kensluna
av teimum trupulleikum,
sum VÍF altíð tykist renna
inn í á Skála. Men hóast
tað, so mátti hann ásanna,
at gearið á liðnum var bara
ikki tað rætta sunnudagin.
– Eg haldi annars, at
menn tóktust sera uppsettir
undan dystinum, og fyrstu
løtuna gekst eisini sera
væl.
Men tað tóktist, sum
megnaðu tit als ikki at halda
momentinum í spælinum.
Hevði hetta nakað at gera
við, at tit um eina viku
skulu spæla steyapfinalu?
– Nei. Eg haldi, at vit
bara høvdu hendan dystin
í høvdinum í dag. Men
spyr meg ikki, hví vit ikki
megna at halda eitt tak á
dystinum. Tað kostaði
fyribils, at vit eru dotnir
niður á triðja plássið á
talvuni, og tað hava vit so
í øllum førum ikki ráð til,
helt Regin at enda.
-mørk
Tvingaðir
at vinna
Við trimum sigrum á rað
móti VÍF er ikki undarligt,
at strandingar hava góðar
vónir til steypafinaluna,
sum stendur á skránni
leygardagin
Mynd: Álvur
Regin Joensen harmaðist
um, at VÍF ikki megnaði
at halda fast eftir góðu
byrjanina í dystinum
Mynd: Álvur
StÍF-VÍF 19-15 (34-29):
Vinna av gomlum vana
Strandingar vóru enn einaferð omaná móti VÍF. Stutt sagt, so hevði StÍF á degnum hægri gear
enn gestirnir
Mynd: Álvur Haraldsen
StÍF-VÍF 34-29 (19-15)
Málskjúttar
StÍF: Leivur Justinussen 6(4), Artur Johansen 6, Sveinur
Justinussen 5, Bárður Danielsen 4, Alexandur Johansen
4, Mortan Hansen 2, Borgar Danielsen 2
VÍF: Harald Bjørgvin 8, John Zachariassen 6, Sámal
Joensen 3, Áki G. Olsen 3, Regin Joensen 3, Rói Lam
hauge 1
Brotskøst: StÍF 4, VÍF 1
Útvísingar: StÍF 3, VÍF 3
Dómarar: Eyðun Samuelsen & Andreas F. Hansen.
Sýndu alla tíðina góðan myndugleika, uttan at hetta
tó varð yvirdrivið.
FAKTA UM DYSTIN