mánadagur 6. februar 2006síða 23
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 26 - 6. februar 2006
23
fimleikagalla
tíðindaskriv
post@sosialurin.fo
Komandi vikuskifti fer
Fimleikafelagið Ljósið at
hava gallasýningar í Norð
urlandahúsinum.
Felagið hevur 30 ára
stovningarár í ár, og eru
sýningarnar ein liður í hes
um hátíðarhaldi. Farna
heyst var stórt familjutiltak
við felagsfimleiki, hoppi
borgum og risalagkaku í
Badmintonhøllini, og nú
eru so fýra gallasýningar á
skránni.
Fimleikur í
miðdeplinum
Felagsevnið á framsýning
unum er fimleikur, men
tað verða rørslur og brøgd í
alskyns útgávum. Sýningin
er sett saman av mongum
innsløgum, har nøkur bera
brá av dansi, showi, meðan
onnur dramatisera ævintýr,
úttrykkja eitt ella annað og
sumt mest av øllum er skemt
og undirhald.
Allur fimleikur felagsins
er umboðaður, og sæst tað
aftur við eitt nú blandaðum
liðum á gólvinum umframt
stórum aldursmuni, 6-70
ár.
Vóna at síggja
nógv fólk
Tey, ið skipa fyri, hava
veruliga spílað seg út,
havt eykavenjingar í viku
skiftunum, seymað búnar,
fingið útgerð til vega og
manererað við ymiskt ann
að í vónini um, at alt skal
blíva gott, tá avtornar. Vónin
er so at síggja nógv fólk í
Norðurlandahúsinum
í
vikuskiftinum, har framsýn
ingarnar vera báðar dagarnar
kl. 16.00 og 19.00.
StÍF staðfesti sunnu
dagin, at tær aftur
verða partur av Sun
set-kappingini kom
andi kappingarár.
Eitt nýtt VÍF lið tykist
samstundis ásanna, at
tær byrja mest sum av
nýggjum
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Kvinnuloiðið hjá VÍF má
sigast at hava sett punktum
fyri sínum kanska besta
tíðarskeiðið í fremstu røð
í føroyskum kvinnuhond
bólti.
Sunnudagin spældu tær ein
sera týðandi dyst á Skála, har
StÍF við einum sigri kundi
staðfesta sína framhaldandi
tilveru í Sunset-kappingini.
Tað gjørdu strandakvinn
urnar eisini við tryggum
sigri, og tí er einki at siga
til, um lagið var gott á heima
liðnum eftir dystin.
Hjá VÍF sær nú kanska
svartari út í so máta. Skulu
tær halda sessinum í deildini,
so krevur tað tveir sigrar
í teimum báðum seinastu
dystunum, samstundis sum
Søljan bert kann fáa tvey
stig í trimum dystum. Og tað
kann gerast ein sera møtu
mikil uppgáva - hóast hon
ikki er ógjørlig at loysa.
Tað stendur tó greitt,
at VÍF nú fyrst og fremst
satsar upp á at byggja sær
eitt nýtt lið upp frá grunini.
Miðalaldurin á teimum,
sum byrjaðu dystin á Skála
mikudagin mundi liggja
niðanfyri tey 20, og í so
máta er talan heilt greitt
um eitt tilvitað skifti í spæl
arahópinum. Eitt skifti,
sum væl kann kosta sessin í
fremstu røð í eina tíð. Men
samstundis eitt skifti, sum
væl kann vera tvingandi neyð
ugt, nú royndu kreftirnar
spakuliga eru farnar at eld
ast. Meira royndir fáa nýggju
spælararnir bert við at spæla
fleiri dystir, og so er í fyrstu
atløgu kanska ikki so øgiliga
avgerandi, hvørt hesir verða
spældir móti sterkastu ella
næst sterkastu liðunum í
landinum.
Við sigrinum á VB
staðfesti Neistin, at
skal nakað lið taka
Stjørnuna, so skulu
tað verða tær bláu
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Enn stendur ikki um lív, tá
ovaru liðini í kvinnudeildini
spæla. Tað er ein setningur,
sum bæði spælarar og við
haldsfólk kring landið
hava sannað. Men fyri tað
kunnu dystirnir, sum nú
verða spældir, væl brúkast
sum ein sera góð ábending
um styrkislutfallið millum
teirra, sum biðla til FM-
heitið í hondbólti.
Rættin til at bjóða av
Umframt favorittarnar úr
Klaksvík, so hava tað ser
liga verið VB og Neistin,
sum hava stríðst um heitið
sum næsti biðilin, og tí var
dysturin í Vági eisini serliga
áhugaverdur. Tey flestu rokna
í øllum førum við, at hetta
eisini eru liðini, sum skulu
hittast í hálvfinalunum, og í
so máta var talan um greiða
styrkisroynd í Vági. Ein dyst
ur, har VB eisini hevði sítt at
hevna, eftir at tær við einum
illa mannaðum liði fingu
rættiliga bank í Havn fyri
nøkrum vikum síðani.
Orkan restaði
Tað eydnaðist tó ikki VB
at seta trumf á dystin.
Fyrst og fremst, tí hópurin
enn einaferð tóktist vera í
smalari lagi.
Størsta partin av fyrra
hálvleiki fylgdust liðini
annars væl, og eitt skifti
tóktist VB veruliga at skulu
leypa avstað. Gestirnir
vóru tó skjótar at svara aft
ur, og seinastu løtuna und
an steðginum trýstu tær
av álvara. Seinastu fimm
minuttirnar vann Neistin
við 6-1, soleiðis at tær áttu
leiðsluna í steðginum.
Og eftir steðgin var gongd
in hin sama. VB stríddi
seg aftur í dystin, og 13
minuttir fyri leiklok høvdu
tær aftur rætta takið. Støðan
var tá 21-18 til heimaliðið,
men so hendi akkurát tað,
sum var hent fyri steðgin.
VB megnaði ikki at halda
ferðini koyrandi. Neistin
fekk samstundis verjuna
upp í hægsta gear, og saman
við frálíkum málmansspæli
fullkomuliga punkteraði
hetta hetta heimaliðið.
Hóast tær bláu hesa løtuna
brendu tvey brotskøst, so
megnaðu tær at kora sjey
ferðir á rað, áðrenn VB at
enda fekk pyntað um úrslitið.
Og so var fagnaðurin stórur,
tá seinasta bríkslið hevði
ljóðað.
StjørnanX2
Fyrst og fremst, so fingu tær
bláu við hesum prógvað, at
tær í løtuni eiga at roknast
sum fremsti sambiðilin hjá
Stjørnuni. Og sum tikið varð
til í Útvarpinum, so staðfestu
tær eisini, at steypafinalan
komandi leygardag er mill
um tey bæði sterkastu liðini
í landinum.
So er spurningurin, hvørt
Neistin veruliga megn
ar at bjóða Stjørnuni av.
Tað fáa tær í øllum førum
møguleikan til tvær ferðir
á rað komandi tvey viku
skiftini. Fyrst í steypafinal
uni, og síðani tá tær í lands
kappingini skulu spæla í
Klaksvík.
Hjá VB ræður nú fyrst og
fremst um at halda høvdinum
høgt komandi vikurnar.
Útskiftingin á liðnum hevur
verið stór seinasta árið, og tí
er ein sessur í oddinum ikki
heilt so sjálvsagdur, sum
hann hevur verið. Greiðar
ábendingar hava tó verið,
og eitt nú vísti sigurin í
Klaksvík, at tær kunnu
sveiggja seg heilt upp. Men
tað krevur meira støðugt
spøl í 60 minuttir, enn tær
sýndu í Vági sunnudagin.
Talan verður um fimleik
í breiðum týdningi, nú
Ljósið markerar 30 ára
dagin við gallasýningum í
Norðurlandahúsinum
VB-Neistin 22-25 (8-11):
Neistin trumfaði
í Vági
StÍF-VÍF 26-16 (14-8):
VÍF byrjar
av nýggjum
StÍF-VÍF 26-16 (14-8)
Málskjútttar
StÍF: Poula D. Olsen 9, Paula B. Høgnesen 7(5), Rebekka
Justinussen 5, Malan Petersen 3, Ninna K. Johansen 2
VÍF: Torgunn Johannesen 4, Fríða Marjunardóttir 3, Jacklin
Durhuus 3, Finngerð Jensen 2, Heidi Joensen 1, Linda
Johannesen 1, Bjørg Patursson 1, Annfríða Lamhauge 1
Brotskøst: StÍF 5, VÍF 1
Útvísingar: StÍF 2, VÍF 2
Dómarar: Eyðun Samuelsen & Andreas F. Hansen
FAKTA UM DYSTIN
Tað var eitt at kalla spildurnýtt VÍF-lið, sum fór á vøllin
sunnudagin. Og so gjørdist uppgávan nakað møtumikil móti
væl meira roynda heimaliðnum
Mynd: Álvur Haraldsen
Bæði fyri og eftir steðgin tóktist VB at hava takið, men í
báðum førum settu bláu havnarkvinnurnar trumf á seinastu
minuttirnar
Mynd: Áki Bertholdsen
Galla hjá Ljósinum