Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-06, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. februar 2006síða 24

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 26 - 6. februar 2006 Enn einaferð lagaðu úrslitini seg til fyrimun fyri oddaliðið. Og enn einaferð gjørdu hoyvíkingarnir sína skyldu Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Hondbóltsfepurin í Hoyvík fekk enn kvink upp eftir um vikuskiftið. Leygardagin var H71 í høllini í Hálsi, har botnliðið úr Neistanum ikki fekk gjørt stóvegis við alt sjónligari FM-ætlanirnar hjá H71. Skjót avgreiðsla Tað var skjótt, at hoyvík­ing­ arnir settu seg á dystin sunnu­ dagin. Neistin fekk spælt við í lítla løtu, áðrenn ferð varð sett á, og tá kom munurin millum liðini veruliga til sjónd­ar. Í álopspartinum var skotstyrkin hjá H71 nak­ að nógv størri, enn er hjá flestu av hinum liðunum. Og í verjuni er talan eisini um stórar menn. Somikið stórar, at unga Neista-liðið sjáldan fekk sett seg ígjøgnum á nakran sum helst hátt. Seinna hálvleiki fór sorl­ ið av álvara at lúra, tá H71 fyrsta korterið vann seg upp á 25-14. Orkan og hug­ urin til áhaldandi at trýsta mótstøðuna í botn var tó ikki nóg stór, og seinastu løt­una slapp Neistin so aft­ ur at fylgja við, uttan at hetta tó nervaði útfallið av dystinum. Liggja væl Við sigrinum lyfti H71 seg leygardagin trý stig fram um næstu liðini á talvuni, og tann munurin stóð við eftir dystirnar sunnudagin. Tí er einki at ivast í, at hvíta høvuðsstaðarfelagið nú er stórfavorittur at vinna sær annað av plássunum í FM- finaluni. Men samstundis ásanna tey í Hoyvík, at ar­beiðið enn er so langt ífrá liðugt. Komandi vikuskiftið hevur liðið frí, men eftir hetta verður talan um tveir dystir, sum væl kunnu stað­ festa, hvørt felagið nú á 25. ári loksins kann trína á ovastu tindarnar í føroyskum manshondbólti. Kyndil á Hálsi og VÍF í Hoyvík eru dystirnir, sum av alvara skulu prógva, hvussu knoturnar eru í hovyíkingunum. Talan varð um trygg­ an sigur, tá Kyndil hevði vitjan av KÍF sunnudagin Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Kollfirðingar fingu ongan tíð loyvi at hava argandi leik­lutin, sum teir javnan hava móti ovaru liðunum í deildini. Kyndilsmenn vistu, at her vóru eingi ráð at kiksa, og frá fyrsta bríksli settu teir seg á dystin. Sum minuttir­nir gingu tóktist talan veruliga at skula gerast um sorl, men tíbetur fyri kollfirðingarnar gjørdist tað tó ikki heilt so galið. Ikki minst hevði Kyndil ein góðan dag í verjuni, har lunnar vórðu lagdir undir hópin av skjótálopum. Hesi geva ofta eyka luftina, sum er neyðug ígjøgnum ein dyst, og ivaleyst kundu teir grønu eisini hugsað sær, at hesi framhaldandi fara at koma í næstu dystunum. Fyribils má Kyndil tó sláa seg til tols við einum frí­vikuskifti, nú teir ikki eru partur av steypafinaluni í hondbólti. Men skulu vón­ir­nar um finalupláss í FM-stríðnum haldast við líka, er neyðugt at seta fulla ferð á ketlarnar nú. Í so máta mundu teir grønu eisini frøast um, at liðið nú aftur tykist hava funnið góða stevið frá grundspælinum fram. Ábendingar vóru um hetta í Vestmanna fyri viku síðani, men ta ferðina vóru spælararnir tó ikki nóg kald­ir at taka møguleikan, tá hesin beyðst. Men við heimadystum móti øllum teimum ovastu liðunum eft­ ir á skránni, hevur Kyndil kanska eisini nakað at halda høgu FM-vónunum í. Tað var so sum so við spenninginum, tá Stjørnan vitjaði hjá Kyndli sunnudagin Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Meðan Stjørnan verður mett sum sterkasta liðið í FM-dystinum hjá kvinnum, verður Kyndil mett sum veik­asta liðið í ovara enda­ spælinum. Tí var kanska held­ur ikki væntandi, at Kynd­il skuldi gera tað heilt stóra við Stjørnuna, tá dysturin teirra millum var á skránni sunnudagin. Heldur ikki hóast Kyndil var einasta liðið, sum megnaði at taka stig frá Stjørnuni í grundspælinum. Sorlið lúrdi Og talan gjørdist eisini um tryggan sigur til Stjørn­una. Hóast tær sjáldan settu ferð­ ina upp móti hámark­inum, so høvdu tær alla tíðina tam­ arhald á dystinum, har tær grønu fyri tað nógvu vóru statistar, at kalla. Fyrstu løtuna av seinna hálvleiki tóktist talan eisini skula gerast um veruliga stórsigur, tá Stjørnan leyp upp á 19-9, men so galið gjørdist tað kortini ikki hjá Kyndli. Stjørnan setti ferðina longur niður, og so kundi Kyndil aftur spæla við seinastu 20 minuttirnar, uttan at dysturin av teirri orsøk gjørdist meira spennandi. Eru á odda Við sigrinum vann Stjørnan seg akkurát upp á oddasessin í endaspælinum. Bæði stig og málmunur eru ájøvn tí hjá Neistanum, men Stjørnan hevur skotið fleiri mál enn bláa havnarliðið. Hartil skal ikki gloymast, at Stjørnan eisini hevur heima­dystin móti Neistanum eftir, og lítið er at ivast í, at tær síggja hetta sum av­ger­andi møguleikan at stað­festa, hvør skal standa ovast, tá farið verður undir hálv­finalurnar. Neistin-H71 23-34 (10-15) Málskjúttar Neistin: Trondur Kragesteen 5(1), Blagoje Buha 4, Kári Horn 4, Carl Herup Olsen 3, Jens Mohr 2, Birgir Poulsen 2, Karl Oddmar Rasmussen 2, Jóhan Brekkstein 1 H71: Piti Negru 8, Halgir Dahl Olesen 5(1), Bjarni Sørensen 4, Tróndur Vatnhamar 4(2), Johnny Durhuus 3, Jakob Jónsson 2, Janus Sørensen 1, Poul Kjartan Dam 1, Olaf Vesturgarð 1 Brotskøst: Neistin 2, H71 4 Útvísingar: Neistin 6, H71 3 Dómarar: Hartvig Joensen & Kristian Johansen. FAKTA UM DYSTIN Neistin-H71 23-34 (10-15): H71 koyrir bara á Teir royndu við øllum lokabrøgdum, men Neista­menn­inir fingu kortini ikki steðga sigursmaskinuni hjá H71 leygardagin Mynd: Álvur Haraldsen Kyndil-KÍF 31-23 (15-12) Málskjúttar Kyndil: Ragnar Stakksund 8, Høgni Klein 7(2), Hans Áki Dal Christiansen 7(1), Marius Joensen 6, Rókur Akralíð 2, Regin Fossaberg 1 KÍF: Damir Oros 11(1), Rógvi Weihe 4, Mirco Milenkovic 3, Petur Martin Poulsen 3, Karl Jóhan Djurhuus 1, Sune Davidsen 1 Brotskøst: Kyndil 3, KÍF 1 Útvísingar: Kyndil 2, KÍF 2 Dómarar: Hallur Danielsen & Petur S. Dahl FAKTA UM DYSTIN Kyndil-Stjørnan 21-28 (9-14) Málskjúttar Kyndil: Lina Andriulyte 6(1), Anja Heinadóttir 4, Jórun S. Ludvig 3, Súsanna Petersen 2, Linda Weihe 2, Randi S. Wardum 2, Barbara Egilstrøð 1, Ronja M. Mikkelsen 1, Hildur Høghamar 1 Stjørnan: Alina Olaru 9(3), Una Olsen 7(1), Katarina Stepanov 4, Anna Kristina Samson 3, Bára S. Klakstein 2, Joan M. Djordjevic 2(1), Louisa Andreasen 1 Brotskøst: Kyndil 2, Stjørnan 6 Útvísingar: Kyndil 1, Stjørnan 1 Dómarar: Hallur Danielsen & Petur S. Dahl FAKTA UM DYSTIN Kyndil-KÍF 31-23 (15-12): Kyndil spælir eisini við Kyndil-Stjørnan 21-28 (9-14): Stjørnan trygt móti oddinum Lesið Sosialin