Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-06, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. februar 2006síða 25

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 26 - 6. februar 2006 25 Komandi mánaðirnir fara at vera avgerandi fyri, hvussu fram­ tíðar­útlitini hjá Ar­senal fara at hátta seg. Serliga eru tað sáttmála­ samráð­ingarnar við Thierry Henry, ið eru av alstórum týdningi fyri menning felagsins Fótbóltur Stefan í Skorini skorini@gjk.dk Arsenal vann endiliga á úti­ vølli, tá teir um vikuskiftið vitjaðu Birmingham. Hetta hevur verið eitt sera stríggið kappingarár hjá Arsenal, og liðið liggur í løtuni á fimta pláss - enntá aftanfyri Tottenham, og tað má vera ein serstakliga herskin biti hjá viðhaldsfólkinum í norð­ara parti av London at svølgja. Arsene Wenger hevur av øllum alvi roynt at vera positivur og hevur ikki viljað ásannað beinleiðis, at støðan er alt annað enn nøktandi hjá felagnum. Spurningurin er tó, um tey tíðin í fremstu røð í enskum fótbólti er at enda komin. Arsenal hevur síðan aldar­ skiftið vunnið tvey meist­ araheiti, og Arsene Wenger hevur tríggjar ferðir ført felagið upp á ovastu rók. Harumframt hevur hann vunnið steypakappingina fýra ferðir, síðan hann tók við. Og í fimm teimum sein­astu FA Cup finalunum hevur Arsenal verið annað liðið - harav hava teir vunnið tríggjar. Úrslitini hjá Arsene Weng­ er hava verið framúr góð, og hann hevur ført Arsenal frá eini støðu sum sovandi kempa til eitt felag, ið altíð er við í oddinum. Arsenal í aldudali Men í ár hevur verið øðr­ vísi. Tað hevur als ikki gingið eftir vild, og tey seks tapini á útivølli bera boð um eitt lið, ið ikki hevur neyð­u­gu styrkina at standa seg í kappingini við tey bestu. Hóast Arsenal stóð seg væl í bólkaspælinum í Champions League og vann allar innleiðandi dystirnar, hevur tað hinvegin gingið av skriðuni í heimligu lands­ kappingini. Arsenal-viðhaldsfólk royna óivað at sannføra seg sjálv um, hetta bert er ein fyribils aldudalur, sum liðið skjótt kann koma burturúr, men okkurt bendir á, at hendan stórtíðin er um at fjara út, tí myrk skýggj eru at hóma í havsbrúnni. Tá Patrick Vieira gjørdi av at stinga í sekkin í summar og leita eftir nýggjum av­bjóð­ingum í Juventus, var okkurt, sum bendi á, at alt ikki ruggaði rætt í Arsenal. Saman við Henry var Vieira nevniliga snúningsásurin á liðnum. Missurin var sjálvsagt ein dyggur smeitur fyri lið­ið, og harumframt fekk felagið bert fimtan milliónir pund fyri leikaran. Og tað er ikki serliga nógv fyri ein kvalitets-leikara sum Vieira. Leiðslan var í eini kroystari støðu, tí Vieira vildi ikki leingja sáttmála, ið bert hevði eitt ár eftir, og tí mátti felagið selja fyri at fáa sum best burturúr. Umframt at hann vendi Arsenal bakið, fanst Vieira eisini at felagnum, eftir at hann var farin. Hann metti ikki, at hann kundi røkka sínum persónligu málum í Arsenal. Hetta var sum at fáa vátan vøtt frammaná hjá Wenger, ið hevur ambitiónir um, at Arsenal skal standa seg í kappingini við tey fremstu feløgini í Evropa. Vieira var ein av tungu dreingjunum á Arsenal liðn­ um, sum altíð gekk á odda, og sum kundi lyfta samlaða støðið hjá liðnum. Og tað, at Wenger ikki hevur megnað at fylt tómrúmið eftir Vieira, hevur havt við sær, at miðvøllurin hjá Arsenal mangan kann tykjast tann­ leysur og spakur. Wenger hevur síðani roynt at styrkt um miðvøllin, men hetta eru ikki leikarar, ið eru mentir at lyfta arvin eftir fyrr­verandi liðformannin hjá Arsenal. Ein annar trupulleiki er Sol Campbell, ið orsakað av persónligum trupulleikum bert hevur verið ein skuggi av sær sjálvum í hesum kapp­ ingarárinum. Ein avloysari skal skjótt finnast fyri Camp­ bell, ið eisini hevur verið ein av lyklaleikarunum á liðnum hjá Wenger. Sama søga við Henry? Nú er tann stóri spurningurin, um Henry eisini fer at leita sær á nýtt beiti úti í Evropa. Arsenal fer nevniliga ikki at selja nøkrum av sínum heimligu kappingarneytum hann. Tað skerst ikki burtur, at saman við Vieira hevur Henry átt sín stóra lut í framgongdini hjá Arsenal, síðan Wenger tók við starv­ in­um. Hann hevur júst rund­að ein marknaðstein við sínum tvey hundrað málum fyri Arsenal, og hann hevur eisini skotið fleiri landskappingarmál enn nakar annar Arsenal- leikari. Samráðingarnar, ið nú standa fyri durum, eru tí av alstórum týdningi. Fer tað at eydnast felagnum at varðveita Henry á lønar­list­ anum, ella fer hann at leita sær aðrastaðni. Eingin ivi er um, at leiðslan í felagnum klórar sær í nakkanum í hesum døgum. Hvussu hart skal felagið eitt nú spenna seg fyri, um tað skal varðveita besta málskjúttan í søgu fel­ agsins? Henry hevur boðað frá, at fegin heldur fram í felagnum, men um hann - eins og Vieira - hóast alt metir, at Arsenal ikki livir upp til tey krøv, ið ein leikari í heimsflokki setir, kann tað lættliga hugsast, at hann sigur felagnum farvæl, og so stendur felagið við einum álvarsomum trupulleika. Enska Premier League v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Chelsea 25 21 - 3 - 1 32 13 19 66 2 Man. Utd. 25 15 - 6 - 4 49 26 23 51 3 Liverpool 23 13 - 6 - 4 30 15 15 45 4 Tottenham 25 12 - 8 - 5 34 21 13 44 5 Arsenal 24 12 - 4 - 8 38 19 19 40 6 Wigan 25 12 - 3 - 10 30 31 -1 39 7 Bolton 23 10 - 8 - 5 29 22 7 38 8 West Ham 25 11 - 5 - 9 36 34 2 38 9 Blackburn 24 11 - 4 - 9 31 30 1 37 10 Man. City 25 10 - 4 - 11 33 28 5 34 11 Everton 25 10 - 3 - 12 18 32 -14 33 12 Aston Villa 25 7 - 9 - 9 31 33 -2 30 13 Charlton 23 9 - 3 - 11 28 34 -6 30 14 Fulham 25 8 - 5 - 12 30 36 -6 29 15 Newcastle 24 8 - 5 - 11 22 28 -6 29 16 WBA 25 7 - 5 - 13 23 32 -9 26 17 Middlesbr. 24 6 - 7 - 11 30 44 -14 25 18 Birmingham 24 5 - 5 - 14 21 34 -13 20 19 Portsmouth 25 4 - 6 - 15 17 42 -25 18 20 Sunderland 24 2 - 3 - 19 17 45 -28 9 Føroyskir leikarar: Ingi Højsted (Birmingham) Enska League Championship v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Reading 32 24 - 7 - 1 70 19 51 79 2 Sheff Utd. 31 21 - 6 - 4 58 28 30 69 3 Leeds 31 17 - 7 - 7 44 25 19 58 4 Watford 31 15 - 10 - 6 53 37 16 55 5 Crystal Pal. 31 15 - 7 - 9 45 31 14 52 6 Preston 31 12 - 15 - 4 39 22 17 51 7 Cardiff 32 12 - 9 - 11 42 38 4 45 8 Luton 32 13 - 5 - 14 47 44 3 44 9 Wolverhamp. 31 10 - 13 - 8 34 27 7 43 10 Burnley 32 12 - 7 - 13 40 40 0 43 11 Coventry 32 10 - 11 - 11 44 45 -1 41 12 Ipswich 32 10 - 11 - 11 36 45 -9 41 13 Stoke 31 12 - 3 - 16 35 44 -9 39 14 Norwich 32 11 - 6 - 15 36 46 -10 39 15 QPR 32 10 - 9 - 13 36 46 -10 39 16 Plymouth 31 9 - 11 - 11 29 37 -8 38 17 Southampton 32 7 - 15 - 10 30 34 -4 36 18 Hull 32 9 - 9 - 14 35 40 -5 36 19 Derby 32 6 - 15 - 11 40 48 -8 33 20 Sheff Wed 32 8 - 9 - 15 25 39 -14 33 21 Leicester 32 7 - 11 - 14 33 42 -9 32 22 Brighton 32 5 - 14 - 13 30 49 -19 29 23 Millwall 32 5 - 12 - 15 23 44 -21 27 24 Crewe 32 4 - 10 - 18 37 71 -34 22 Føroyskir leikarar: Claus Bech Jørgensen (Coventry) Arsenal á einum vegamóti Henry hevur sjálvur sagt seg vera sinnaðan at halda fram í Arsenal. Men megnar felagið ikki at spæla við teimum stóru, er eisini væl hugsandi, at hann leitar aðrar vegir Mynd: Reuters