Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-06, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. februar 2006síða 26

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 26 - 6. februar 2006 SÍ helt spenn­ inginum Við sigri á Fleyr leygardagin syrgdu sørvingarnir fyri, at havnarmenninir mugu bíða við sjampanju­ proppunum nakrar vikur afturat Flogbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Vann Fleyr dystin í Sør­ vági, so mundi seinasti ivin um gullið verið full­ komuliga burturi. Hesum mundi fáur ivast í. Heldur ikki sørvingar. Men heldur enn at boyggja seg fyri yvir­vald­ inum, settu vertirnir øll segl til. Longu í fyrstu bólt­unum løgdu teir trýst á Fleyr, og hetta trýstið hildu teir at kalla allan dystin. Fleyr gjørdi eitt lítið sprell, tá teir tókuk næsta settið, men meira enn tað sama gjørdist tað ikki til. Fyri aðru ferð í vetur noyddust teir stigaleysir úr Sørvági, og fyri sjálvsálitið mundi hetta vera ein sonn strika í rokningina. Munurin til næstu lið­ ini er nú bara trý stig. Og tá sørvingar hava ein dyst til góðar, er hetta ikki tað stóra at geva av. Hartil hevur Fleyr enn steypakappingina í tonkunum, og tað kann hugsast, at tankarnir ikki eru nóg savnaðir um landskappingina, so leingi sum dysturin á Hálsi framvegis stendur fyri framman. Á Kambsdali var Nøv­ an á vitjan, og har var eingin spenningur um úrslitið. Nøvan tapti fyri 11. ferð í ár, og fyri 11. ferð gjørdist úrslitið 3-0 til mótstøðuna. --- Tromsø vann greiðan sigur Tromsø BK hevði leygar­ dagin vitjan av Oslo Volley. Gestirnir megnaðu ongantíð av álvara at leggja trýst á Tromsø, sum tó mátti geva eitt sett frá sær. Hetta skapti tó ongan tíð teir heilt stóru trupulleikarnar. Ikki minst hevði Rúni nakrar góðar servur í byrjanini av fjórða settinum, soleiðis at sigurin kundi koyrast róliga heim. -mørk Gunnar Dahl Olsen vann um vikuskiftið kapping í Duathlon. Eisini hóast kapp­ ing­in ikki fevndi um súkkling Duathlon Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað hevur annars ofta verið so, at Gunnar hevur sett flestu mót­støðumenninar av, tá farið verður upp á hjólhestin. Men tann trumfin átti hann ikki leygardagin. Í duathlon verður kappast í tveimum av trimum triathlon-greinum, og hesa ferð var tað so súkkl­ingin, sum ikki var við. Luttakararnir skuldu fyrst svimja 750 metrar, áðrenn teir runnu 6 kilometrar. Gunnar var skjótasti mað­­urin í hylinum, men tann fyrimunin misti hann tó skjótt. Evald, sum var í hølunum á honum, var skjótari at skifta, og tí var tað hann, sum átti munin, tá renningin byrjaði. Her var tó skjótt, at Gunnar fekk hann aftur, og so helt stinni súkklarin annars ferðini. Evald megnaði heldur ikki at halda Andrass Joensen aftan fyri seg í renningini, og gjørdist endaliga støðan millum teir tríggjar fremstu, at Gunnar vann í tíðini 39,57 minuttir. Andrass varð næst­ ur við 41,13, og á triða pláss­ inum kom so Evald. Hann hevði tíðina, 43,25. Kappingin leygardagin var partur av longu tíðarætlanini, sum Føroya Triathlonfelag hevur lagt við atliti til oyggja­leikirnar á Rhodos um hálvtannað ár. Fram til tá verður skipað fyri í minsta lagi einari kapping um mánaðin, og er hetta eisini partur av herdu krøvunum, sum nú verða sett íðkarunum. Frá oyggjaleikanevndini eru fylgjandi krøv sett teimum, sum ætla sær at taka lut í kappingini. Íðkarin skal hava roynt seg í triathlon í í minsta lagi eitt ár, og skal viðkomandi eisini hava verið við í kappingum alt seinasta árið undan leikunum. Hartil er krav, at tey íðkandi kunnu leggja fram fullfíggjaða venjingardagbólk, eins og krav kann verða sett fram um veruligar kravtíðir, um hetta vísir seg at verða neyðugt. Dugir annað enn at súkkla Hóast Gunnar var skjótastur í hylinum, so prógvaði kappingin enn einaferð týdningin, sum skjótu skiftini hava Flogbóltsúrslit Meistaradeild kvinnur Mjølnir-TB 0-3 (20-25, 12-25, 19-25) ÍF-KÍF 3-0 (25-21, 25-15, 25-18) Meistaradeild menn SÍ-Fleyr 3-1 (25-21, 21-25, 25-18, 25-17) ÍF-Nøvan 3-0 (25-19, 25-17, 25-9) Ætlaðir favoritt- sigrar Bæði TB og ÍF vunnu tryggar sigrar í fremstu kvinnudeildini Flogbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo TB var á vitjan í Klaksvík, og har var ongin ivi um úrslitið. Tá Mjølnir fekk flest bóltar - tað var í fyrsta settinum - fingu tær 20, so sigurin hjá gestunum var ongantíð í vanda. Við stigunum í dag er TB nú á øðrum plássi. SÍ datt niður á triða pláss, har tær fáa harða kapping frá ÍF, sum eisini vann sín dyst í dag. Hesin var á Kambsdali móti KÍF, og ikki óvæntað vann heimaliðið 3-0. Flogbóltsstøður Meistaradeild, kvinnur v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 Dráttur 14 14 - 0 42 14 28 18 2 TB 15 8 - 7 31 23 8 12 3 SÍ 15 9 - 6 34 28 6 11 4 ÍF 15 8 - 7 33 26 7 10 5 Mjølnir 15 3 - 12 16 39 -23 4 6 KÍF 14 2 - 12 12 38 -26 3 Meistaradeild, menn v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 Fleyr 12 10 - 2 32 14 18 13 2 SÍ 11 8 - 3 27 14 13 10 3 Mjølnir 10 5 - 5 21 16 5 6 4 ÍF 10 4 - 6 17 20 -3 5 5 Nøvan 11 0 - 11 0 33 -33 0 Sunset-kappingin FM-bólkurin v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Stjørnan 4 3 - 0 - 1 106 87 19 6 2 Neistin 4 3 - 0 - 1 102 83 19 6 3 VB 4 2 - 0 - 2 87 100 -13 4 4 Kyndil 4 0 - 0 - 4 76 101 -25 0 Sunset-kappingin - Niðari bólkurin v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 StÍF 4 4 - 0 - 0 102 73 29 8 2 Søljan 3 2 - 0 - 1 61 60 1 4 3 VÍF 4 1 - 0 - 3 81 98 -17 2 4 Tjaldur 3 0 - 0 - 3 62 75 -13 0 v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 H71 5 4 - 0 - 1 410 341 69 16 2 Kyndil 5 2 - 1 - 2 398 356 42 13 3 VÍF 5 3 - 1 - 1 411 401 10 13 4 StÍF 5 3 - 0 - 2 379 374 5 12 5 KÍF 5 2 - 0 - 3 376 405 -29 6 6 Neistin 5 0 - 0 - 5 383 480 -97 1 Internet Sosialur www.sosialurin.fo in