Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-06, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. februar 2006síða 27

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 26 - 6. februar 2006 27 Hjálparfólk til Barnaverndartænastuna í Suðuroy Kundi tú hugsað tær at virkað og arbeitt fyri, at børn og ung í Suðuroy fáa tryggleika, umsorgan og ein tryggan uppvøkstur? Kanska átti tú tá at umhugsa at søkt arbeiði á Barnaverndartænastuni í Suðuroy. Nú kommunurnar hava fingið ábyrgd av barna- verndini, hava vit á barnaverndartænastuni í Suðuroy brúk fyri einum fólki í fulltíðarstarvi ella 2 fólkum í hálvtíðarstarvi. Hesin/hesi skulu hjálpa okkum at bøta umstøður og kor hjá teimum, sum ikki hava nóg mennandi og tryggan barn- og ungdóm. Vit vilja, at tú kanst taka við starvinum skjótast gjørligt. Barnaverndarumsitingin, sum umboðar umleið 5000 suðringar, húsast í løtuni í býráðshúsinum á Tvøroyri. Fyribils fara 2 fólk at arbeiða har. Arbeiðið verður fjølbroytt og umfatar m.a. heimavitjanir, at ráðgeva børnum og/ella familjum teirra, at samstarva við og seta stuðlar í starv, sum skulu hjálpa og menna barnið í og uttanfyri heimið. Í arbeiðinum fert tú eisini at samstarva við nógvum fakfólkum m.a. innan heilsuverk, námsfrøði og sálarfrøði. Tú kemur at taka tær av nógvum ymiskum barnaverndarmálum - gomlum sum nýggjum - og virkisøkið okkara verður innan karmarnar av nýggju barnaverndarlógini. Vit vænta av tær: • At tú hevur hóskandi útbúgving (t.d. sosialráðgevi, lærari, pedagokur, (barna-)sjúkrasystir e.t. • At tú hevur arbeiðsroyndir sum málsviðgeri í almennari umsiting og/ella hevur royndir frá barnaverndararbeiði. • At tú ert fleksibul og hevur góð samstarvsevnir • At tú ert ábyrgdarfull/ur, miðvís/ur og sjálv- støðug/ur í arbeiði tínum. • At tú hevur gott innlit og evnar at síggja álvaran í teimum málum tú arbeiðir við. • At tú ert nærverandi og hevur umsorgan fyri barnsins tørvi. Innlit og royndir frá barnaverndararbeiði kann vera ein fyrimunur, men er ikki eitt krav. Vit kunnu bjóða tær: • eitt spennandi og fjølbroytt arbeiði • møguleika fyri sjálvstøðugari støðutakan innanfyri avtalaðar karmar • møguleika fyri flekstíð og at arbeiða heima part av tíðini. Lønin verður avtalað við støði í útbúgving og galdandi avtalum við fakfelag títt. Meira fæst at vita frá Susanne Madsen á tlf. 371085 ella teldupost: susanne@tvoroyri.fo Umsókn við relevantum viðheftum kunnu sendast til: Tvøroyrar Kommuna Postboks 80 FO-800 Tvøroyri Mrk.: starv barnaverndarumsitingin Freistin at søkja er: mánadagin tann 20. februar 2006. Skriva eisini, um tú ynskir at verða hálv- ella fulltíðarsett/ur. Søkt verður eftir kokki Við hesum verður søkt eftir kokki til Blákross- heimið. Uppgávur/arbeiðsøki: • ábyrgd av køki og hjalli • matgerð • innkeyp av vørum • tilrættalegging av matarskrá Førleikar/eginleikar: • tú ert útbúgvin kokkur, ella hevur líknandi útbúgving og/ella royndir á økinum • tú ert álitisvekjandi og álítandi • tú ert fyrikomandi og hevur samstarvsvilja • tú hevur evni at arbeiða sjálvstøðugt • tú vilt arbeiða samsvarandi blákrosshugsjónini Løn/setanartreytir: Talan er um starv uppá 0,8 tíð. Lønin verður ásett smb. avtalu. millum Fíggjarmálaráðið og Starvs- mannafelagið. Meiri fæst at vitað um starvið við at venda sær til Olgu Magnussen á tlf. 315575 ella blakrossheimid@ blakross.fo Umsókn saman við evt. prógvum, viðmælum v.m. skal verða okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 26. februar 2006. Umsóknin skal stílast til Nevndina fyri Blákross- heimið. Blákrossheimið Olga Magnussen, Leiðari Lynggøta 12 FO-100 Tórshavn Blái Krossur Føroya hevur smb. §2 í viðtøkum felagsins til endamáls: - at hjálpa menniskjum, ið eru illa stødd av rúsdrekkaávum - at fyribyrgja, at fólk misnýta rúsdrekka og onnur rúsandi evni - at virka fyri eini rúsfríari lívsáskoðan og rúsfríum umhvørvi - at boða gleðiboðskapin um Guðs kærleika til menniskju Bussførari Søkt verður eftir bussførara til Bygdaleiðir. Ring tlf. 589010 Røktarheimið á Mørkini er nýggjur bygningur sum væntandi verður tikin í brúk í mars mánaða 2006. Á heiminum er pláss fyri 32 búfólkum, sum koma at búleikast í fýra eindum við átta búfólkum á hvørjari eind. Heimið er partur av Heimarøktini øki 2 við tilvísing til økisleiðaran. Heimið er bygt út frá einum grundleggjandi tanka um eitt so heimligt og aktivt umhvørvi sum møguligt. Arbeiðsuppgávur eru m.a.: • Vanligt viðlíkahald av bygninginum, útbúnaði og økinum uttanum • Tryggja at el, vatn, hiti og sanitetsviðurskiftini eru í lagi • Tryggja at eldsløkkiskipanin er í lagi • Portørtænasta inni í heiminum • Køkshjálpitænasta Vit vænta av tær, at tú: • hevur handverkaraútbúgving • dugir at arbeiða sjálvstøðugt • dugir væl at samstarva og samskifta við onnur • ert røkin • hevur koyrikort Vit kunnu bjóða: • Góðan møguleika til at brúka tíni skapandi evni • Góða innleiðslu og neyðug skeið til at røkja teknisku útbúnaðin • Eitt heimligt og hugnaligt umhvørvi, har hvør einstakur kennir seg væl Setanarviðurskifti: Starvið er fulltíðarstarv og verður at seta 01. mars 2006 ella skjótast til ber. Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Setanarøkið fevnir um Heimarøktina og Ser- forsorgina við setanarstaði í Heimarøktini. Tæn- astustaðurin er fyribils Heimarøktin Vágoy/Norð- streymoy. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Sonju Klein, økisleiðara tlf. 333249/282249. Umsókn saman við prógvi, og møguligum við- mælum verður at senda til : Heimarøktin Vágoy/Norðstreymoy Stílað: Sonja Klein, økisleiðari 370 Miðvágur Umsóknarfreist: 21. februar 2006 Heimarøktin og Serforsorgin Heimarøktin Húsavørður Søkt verður eftir húsavørði til Røktar- heimið á Mørkini á Streymnesi at byrja 1. mars ella skjótast tilber